Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 114 - 18. juni 2004 Nr. 114 - 18. juni 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Góði abbi. Av foldum skulu vit øll ein dag og nú kom tíðin hjá tær at fara heim til Harran, sum tú ynskti og gleddi teg til nú til síðst. Deyðin er undarligur og tað er nakað, sum vit mugu góðtaka, hóast sorgin er stór. Tað tyngdi mítt hjarta sera nógv tann dagin, tá ið eg kom heim úr skúlanum og fekk tey boð, at tú var farin heim til Harran. Hóast sorgin er stór, gleðir tað meg, at tú hevur fingið frið og at tú ert komin til eitt eydnuríkt stað, har sorg, grátur og pína ikki finnast. Tú var sjúkur í nógvar mánaðir og tú var eisini sera móður nú til síðst. Tað særdi meg, at eg ikki fekk sagt tær eitt síðsta farvæl, men eg eri glað fyri, at eg var hjá tær kvøldið fyri, tú fór. Vit møtast aftur ein dag í himlinum. Eg havi bert góð minni um teg og fari altíð at hava tey trygg í hjarta mínum. Av og á um kvøldarnar dámdi mær altíð væl at spyrja mammu um lív títt. Um hvussu tú livdi í gerandisdegnum, tá ið mamma og systkin hennara vóru ung. Altíð var eitt positivt svar um teg og um, hvussu raskur tú var at ganga uppi í haganum. Tú hevði altíð umsorgan fyri børnum tínum, Súsannu, Johild og Norleif, tá ið teimum tørvaði tryggleika og kærleika. Umhugsin var tú alt lívið og enntá til deyða tín, sum kom so brádliga. Kærleika vísti tú eisini móti ommu, abbabørnum og langabbabørnum. Meg og systkin míni, Marjun og Dan, gloymdi tú heldur ikki. Tú spurdi altíð eftir okkum og eg eri glað fyri at Marjun, Josefin, Uni og Per fingu sagt tær farvæl, áðrenn tey fóru heim aftur til Danmarkar á jólum. Tey hugsaðu altíð um teg og tú hugsaði eisini altíð um tey øll. Tú var høgt elskaður av ommu og hon av tær. Tit høvdu 60 góð ár saman, sum omma altíð fer at minn- ast, til tann dag hon aftur møtir tær. Torført var tað hjá tær at missa mammu tína sum átta ára gamal, men tú var sterkur og raskur at klára teg sjálvan víðari í lívinum. Nógv ár av lívi tínum vóru úti á havinum, har tú sum 16 ára gamal longu fór til sjós og komst til trúgv á Harran. Hesum viðvíkjandi hugsi eg altíð um ein sang, sum eg næstan altíð lurti eftir: Siglir tú lívsins hitt stormandi hav steðga nú vinur tú veitst ikki av, fyrrenn teg deyðin kann taka í favn ov seint er tá til at leita í havn. Næstan hvønn dag gekst tú túrar og var sera raskur at vitja systur tína Ragnhild. Tit prátaðu altíð um mangt og hvat. Saknur hennara eftir tær er sera stórur, men minnini verða altíð varðveitt hjá henni. Tað, sum eg minnist mest frá okkara tíð saman, var uppi í Hebron á Argjum. Tú var ofta við mær á familjumøti og so fingu vit eitt prát aftan á við einum drekkamunni. Tú var trúfastur at ganga í Harrans hús, inn til tú gjørdist sjúkur og ikki var førur fyri at ganga longur. Men tað gleðir meg, at vit fingu eina løtu saman við tær niðri hjá ommu og tær til breyðbróting, har Páll talaði tey góðu orð. Vit sungu eisini sangir, sum tú fegin vildi hoyra. Tú kundi minnast teir aftur og sang eisini við við stórari gleði í hjartanum. Tað var tann síðsta breyðbrótingin, har tú kundi vera saman við okkum og minnast Harran. Eg vil fegin takka tær fyri tín kærleika og tey góðu ár, vit høvdu saman. Eg elski og sakni teg nógv og gleði meg at síggja teg aftur. Eg fari aldri at gloyma teg. Góða omma og tit kæru, má Harrin troysta tykkum í hesi stóru sorg. Ærað veri minnið um Daniel Jacob Konrad Holm. Abbadóttir tín Annié Holm Minningarorð um abba mín Daniel Jacob Konrad Holm f. 12.02.1906 d. 28.05.2004 Dagurin 18. juni. Leontius, deyður umleið ár 135. Heryvir- maður í rómverska herinum, sum varð tikin av døgum fyri trúar sakir. Tøkk Eina hjartans tøkk senda vit tykkum mongu, sum luttóku í stóru sorg okkara, tá elskaða mamma, vermamma, omma, langomma og olduromma okkara Frida Biskopstø Debes Gjógv fór heim til Harran. Takk til heimasjúkrasystrarnar, læknar, sjúkrasystrar og starvsfólk á B6, sum altíð vóru so góð við hana. Takk til tykkum mongu, sum vitjaðu hana, meðan hon var sjúk. Takk til Hera Joensen, prest fyri troystarrík orð í kapellinum. Takk til gjáarfólk sum tóku ímóti, tá komið varð norð. Takk til prestin Emil Olsen fyri troystarrík orð í heiminum og í kirkjuni. Takk til organistin. Takk til sangarar, berarar og gravarar. Ein tøkk til Herman fyri góða hjálp. Tøkk til øll, sum hjálptu so væl til við ervinum. Takk fyri sýnda samkenslu við at lata peningagávu til Gjáar kirkju. Ein hjartans tøkk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Harrin signi tykkum øll. Poul Hans Jacob, Magnhild Halljóna, Fríðgerð og Pætur 70 ár Í gjár, 17. juni, fylti Jytta Eliasen í Søldarfirði 70 ár. Dagurin verður hildin í dag hjá dóttrini á Garðavegi 14 í Søldarfirði. Fólkatingslimurin Høgni Hoydal hevur nú sett danska for- sætismálaráðharran- um, Anders Fogh Ras- mussen, skrivligan fyrispurning um avleiðingarnar av eini ES-grundlóg og fólka- ræðisligu rættindi føroyinga ES-GRUNDLÓG Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Í Leygardagssosialinum vórðu avleiðingarnar av eini komandi ES-grundlóg viðgjørdar. Eisini varð ljós kastað á, at grundleggjandi fólkaræðisligu rættindi før- oyinga og grønlendinga kunnu koma í vanda or- sakað av eini ES-grundlóg, um felagsmál í ríkisfe- lagsskapinum verða løgd til ES at umsita. Við nýggjari ES-grund- lóg gerast tey fýra donsku fyrivarnini uttanfyri ES, uttanríkispolitikkur, verju- politikkur, gjaldoyrapoli- tikkur og rættarpolitikkur, møguliga eisini ES-mál, og tá danir umsita hesi mál fyri føroyingar og grøn- lendingar, verða vit møgu- liga eisini beinleiðis partur av ES, uttan at norður- atlantisku stjórnirnar og fólkið eru spurd. Fogh skal svara Tí vil Høgni Hoydal nú hava at vita frá danska for- sætisráðharranum Anders Fogh Rasmussen, um "tað er í samsvar við fólkaræðis- ligar meginreglur, um Dan- mark samtykkir nýggja ES- grundlóg og leggur grøn- lendsk og føroysk mál til Brüxelles at umsita, uttan at føroyska og grønlendska fólkið verður spurt". Høgni Hoydal vísir í skrivliga fyrispurninginum á, at higartil hevur ES- integratiónin ikki ávirkað ríkisfelagsskapin, tí Dan- mark bert hevur luttikið í ES-høpi í málum, sum føroyingar og grønlending- ar hava umsitið sjálvir, t.d. handilspolitikkur, um- hvørvispolitikkur, gjald- oyrapolitikkur og fiski- vinnnupolitikkur, men við ES-grundlógini kann talan nú gerast um grundleggj- andi ríkisrættarligar broyt- ingar og ein samanstoyt millum ES og ríkisfelags- skapin. Anders Fogh Rasmussen hevur fyrr víst á, at ein ES- grundlóg ikki kemur at ávirka ríkisfelagsskapin, men í skrivliga fyrispurn- inginum hjá Høgna Hoydal er hetta ikki eitt nøktandi svar. Við støði í hesum útsagn- um hjá Fogh vísir and- støðuleiðarin á fólkatingi á, at tað á ongan hátt kann góðtakast, at Føroyar og Grønland sita eftir í Norð- uratlantshavi við donskum gjaldoyra, donskum uttan- ríkispolitikki, donskum verjupolitikki og donskum rættarpolitikki, hóast danir hava flutt hesi málsøki síni til ES. Nýggj verjusemja Stóru donsku flokkarnir hava júst samtykt nýggja semju um verjumál, og Høgni Hoydal hevur í hes- um sambandi eisini sett uttanríkisráðharranum Sør- en Gade skrivligan fyri- spurning. Høgni vil hava svar á, "hvørjar avleiðingar semjan fær fyri virksemið hjá donsku verjuni og NATO í Føroyum, hvørjar ætlaðar sparingar eru, og í hvussu stóran mun føroyska stjórn- in hevur luttikið í avgerðini um verjusemjuna. Vanlig mannagongd er, at skrivligir fyrispurningar verða svaraðir innanfyri seks dagar, eisini tá fólka- tingið ikki er savnað, sum talan er um nú. Um málið skal kannast nærri, kann bíðitíðin gerast drúgvari fyri Høgna Hoydal og tey, sum bíða eftir svari frá Anders Fogh um ES- grundlógina og Søren Gade um verjusamtyktina. Høgni krevur svar um ES-grundlógina Høgni Hoydal spyr nú And- ers Fogh Rasmussen, um tað er í samsvar við fólkaræðis- ligar meginreglur, at ES- grundlógin verður samtykt, uttan at føroyska og grøn- lendska fólkið verður spurt Mánadagin 14. juni var móttøka í "Studio 2" hjá Útvarpi Føroya í samband við at tekniski leiðari teirra gjøgnum mong ár, Milson Zachariasen, nú er pensioneraður Móttøkan var ein rættulig hugnaløta við fleiri talum og tónleikarar spældu. Um- framt vinir og kenningar komu bæði núverandi og fyrrverandi starvsfelagar á gátt. Tey sum hildu talu vóru: Jógvan Jespersen, útvarps- stjóri, Hans Andor Jo- hannesen, tekniskur leiðari, sum hevur avloyst Milson, Ívar Iversen, fyrrverandi útvarpsmaður, og Mar- gretha Næss, systir Milson. Milson er vestmenningur og hevur búð í Havn síðan 1961. Eftir at hava siglt í nógv ár fór hann á Føroya Sjó- mansskúla og tók prógv sum stýrimaður í 1963. Eftir tað sigldi hann eina tíð, til hann legðist upp á land miðskeiðis í 60-unum. Milson hevði stóran áhuga fyri ljóðupptøkum og gjørdi ymiskar upp- tøkur, eisini fyri Útvarp Føroya, sum tá helt til á Bryggjubakka. Í 1970 bleiv hann settur í fast starv sum teknikari hjá Útvarpinum, saman við Marius Rein og Finnboga Johannesen. Niels J. Arge var útvarpsstjóri og út- varpsmenn vóru Ívar Iversen, Árni Absalonsen, Finnbogi Ísakson, Lias í Rættará, og Jógvan Arge. Skrivstovumaður var Finn- ur Lómstein. Í 1981 bleiv flutt í nýggju útvarpshúsini, og Milson arbeiddi sum tekniskur leiðari har til fyri umleið sjey árum síðan, tá hann fekk starv sum servicemað- ur á verkstaðnum hjá út- varpinum. Milson var ein av stovn- arunum av kenda tónleika- bólkinum Faroe Boys í 1961 og var gittarspælari í bólkinum. Hann gjørdi eisini upptøkuna til fyrstu LP-plátuna hjá bólkinum í seinnu helvt av 60-unum. Milson hevur eisini verið gittarspælari í øðrum bólk- um sum t.d. Flamingo og Vestmenn. Hann hevði í mong ár egið studio, tað sum seinni bleiv til LT- Studio. Hann var við til at seta sluppina Norðlýsið í stand, og í hesum frítíðarítrivi hevur hann kunna brúkt sína stýrimansútbúgving. Hann hevur egnan bát og summarhús í Haldarsvík, sum hann nú fær betri stundir til. Milson er sonur Astrid Joensen, f. Berg, úr Hvalba, og Tummas Svenn Zacha- riasen, úr Vestmanna. Hann er giftur við Sunnevu, f. Johansen, úr Havn, tey eiga børnini Høgna og Heidi og tvey ommu- og abbabørn. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Milson Zachariasen, Tórshavn: Nú verða betri stundir til frítíðarítrivini Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, takkar Milson fyri trúgva tænastu og handar honum ein málning av Zacharias Heinesen sum gávu frá stovninum Mynd: Magnus Gunnarsson Frá móttøkuni: Regin Bjarnastein, frá R.M.S.-studio, Hans Andor Johannesen, tekniskur leiðari, Marius Rein, fyrrverandi teknikari hjá Útvarpinum, Sigrún Brend, frá SVF, Finnur Olsen, teknikari, og Høgni Djurhuus, útvarpsmaður Mynd: Magnus Gunnarsson Útvarpsprát. Ívar Iversen, fyrrverandi útvarpsmaður og Jóhan Mortensen, útvarpsmaður Mynd: Magnus Gunnarsson Sigmar Bláberg, útvarpsmaður, Høgni í Jákupsstovu og Karsten M. Arnskov frá SVF Mynd: Magnus Gunnarsson C M Y K 13 12