Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 18. juni 2004 15 15 14 Nr. 114 - 18. juni 2004 Undirgrundin og Camden Market Fyrsta eg gjørdi, tá eg kom til London, var at keypa mær eitt vikukort til undir- grundina. Við hesum er møguligt at koyra so ofta tær lystir. Hetta vísti seg at vera eitt valakeyp. Tað er lætt at ferðast um allan býin, bíðitíðin er sjálvdan meiri enn 2 minuttir, og tú sært ótrúliga nógv fólk. Fyrstu ferðina eg hættaði mær niður í undirgrundina, hevði eg tó høvdið fult av ymsum ávaringum. - tað er so lætt at villast har niðri. - har eru so nógvir lummatjóvar. - ansað eftir, at tú ikki verður álopin. Hetta gjørdi mær fyrsta túrin munandi torførari enn neyðugt var. Sat og neyð- helt kufferti og øðrum ferðagóðsi so fast, at knúgvarnir hvítnaðu. Var so mikið bangin fyri at villast, at eg ikki eina tað einastu ferð, í teir uml 40 min. tað tók at koyra frá Heathrow til hotellið, tók eyguni av ferðatalvuni á vegginum á tokinum. Undraðist eitt sindur, tá eg sá fólk sita og sova, vistu tey ikki hvussu vandamikið tað var? Ná, hugsaði eg, tað mugu tey um, vónandi sova tey væl, tí tá tey vakna aftur eru tey allarhelst ognarleys. Tá eg endiliga kom til Holborn station, sum mítt hotell lá, vænti eg næstan at onkur man hava vent sær og flent eftir mær. Suffandi og tivandi, dragsandi alt við- førið, tíðum hyggjandi aftur um bak, fyri at fáa eygað á møguligar mordarar/ræn- arar/álopsmenn. Fólk bjóð- aðu sær til at hjálpa mær at bera, men nei takk, eg s k u l d i n o k k klára m eg . Var satt at siga eitt sindur ov- farin av, hvussu lætt tað var at finna vegin út. Eg hevði jú fingið vælforklárað hvør villiniborg undirgrundin var. Var ógvuliga stolt av mær sjálvari, tá eg trein inn á hotellið. Eg hevði megn- að mín fyrsta túr, uttan nakran stórvegis trupul- leika. Vinarlig og fólkalig Eg lærdi tó skjótt, at tá fólk í London bjóða sær til at hjálpa tær, so er tað tí, at tey veruliga vilja tað. Og tær nýtist ikki at spyrja, tey bjóða sær til. Fleiri ferðir upplivdi eg, at fólk komu og spurdu meg, um tey skuldu hjálpa mær. Og so kurteislig sum tey eru, so takkaðu tey aftaná. Tey ganga ótrúliga høgt uppí at vera fólkalig og vísa seg sum væluppdrigin. Mammur eru heldur ikki bangnar fyri at harta børn- ini úti ímillum fólk. Sat einaferð og bíðaði eftir einum toki við síð- unar av eini mammu og h e n n a r a tveimum syn- um. Samtaluevnið hjá teimum var eftirmeting av degnum úti í býnum. Hin yngsti sonurin, hann man hava verið eini trý ára gamal, vildi so fegin, at mamman skuldi siga at hann hevði verið ein góður drongur. Men tað var mamman einki fyri, tí hann hevði reist seg upp tvær ferðir, tá hon hevði biðið hann um at sitið niðri. Hann varð veruliga keddur, men hon broytti ikki skoðs- málið. Hon tosaði við hann, sum um hann var eitt vaks- ið fólk. Einki barnamál og eingin samkensla. Soleiðis er tað yvirhøvur í London. Sá fleiri mamm- ur havast at børnunum úti millum fólk. Sá haraftur- ímóti einki barn, sum ýldi og græt hysteriskt, tí tað ikki fekk sín vilja. At stór krøv verða sett til børnini ger, at tey ótrúliga skjótt læra at hava vanligar sam- røður og at grundgeva fyri sínum meiningum. Í Føroyum hava vit lyndi til at lata børn vera børn nógv longri. Alt gott um tað, men tað ger tíanverri eisini, at vit hava nógv rætt- iliga stór børn, sum eru um- hjúklaðar grenjsurrur. Ná, men aftur til mína ferð til sunnudagsmarkn- aðin í Camden. Á veg til marknaðin, sat ein ungur drongur yvirav mær í tok- inum. Ein eldri maður kom inn og slóð drongin lætt á beinini við stavi sínum. Beinanvegin reistist drong- urin, og maðurin setti seg niður. Eg hugsi, at um ein eldri maður kom inn í bussin í Havn og slóð ein ungan drong á beinini, so hevði hin ikki reist seg, men ístaðin verið frekur og brúkt munn. Camden Market Tá eg komi út úr tokinum eru sera, sera nógv fólk. Hesin marknaðurin er eisini víðakendur. Her eru hundratals smáar sølubúðir við øllum hugsandi vørum. Nógv skrambul, men eisini nógv verulig valakeyp! Hetta er eitt fyrimynd- arligt stað at ganga og mala ein sunnudag. Eitt stórt umráðið, við handlum, bás- um og húsum, við smølum gongdum ímillum og nógv- um fremmandum luktum frá teimum nógvu mat- og góðgætisbásunum. Her er eitt sindur fyri ein og hvønn smag. Tú fært flotta glaslist, smúkkur, t- shirtir, hashpípur og góðar designaraeftirlíkningar fyri lítið og lætt. Nógv fólk er, so eitt sindur av toli krevst. Men her er so nógv forvitnisligt at støðga á við og hyggja at, at tað ger einki um gongu- ferðin ikki er so høg. Her fer ein dagur lætt- liga, men minst til at hava reiðan pening við, tí fægstu búðirnar taka visa kort. Eg fari heim aftur av marknaðinum við bæði posa og sekki. Havi veru- liga keypt meg ríkan. Sleppi mær oman aftur á undirgrundstøðina. Nú gongur frægari hjá mær at ferðast í undirgrundini, enn fyrsta túrin. Nú havi eg lært, at skipanin er ófatu- liga einføld og brúkara- vinarlig. Og at um tú bert nýtir títt vanliga vit og skil, so verður tú allarhelst ikki úti fyri stuldri ella álopi. Heldur ikki, tá tú hevur keypt so nógv, at tú valla megnar at halda skil á posunum. FERÐAFRÁSØGN Eydna Skaale • eydna@sosialurin Undirgrundin og Camden Market Eg eri á veg til ein stóran sunnudags- marknað, sum eg havi fingið tilmælt at fara til. Á veg niður í undirgrundina gleðist eg um, at eg ikki lurtaði eftir vælmeintu ráðunum um ikki at nýta undirgrunds- tokini. -Undirgrundin er ógjørlig at finna runt í, varð sagt. Hetta er ein beinleiðis lygn, tí havi sjálvdan verið í einum stórbýi, sum er so lættur at finna runt í, sum London. Og tað er fyri stóran part undirgrundstokunum at takka. C M Y K 14