Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 18. juni 2004 17 Fyrrverandi lands- liðsleikarin,Abraham Løkin, ið herfyri bleiv valdur til besta fót- bóltsspælaran í Før- oyum seinastu fimti árini, fekk fyrradagin drúgva umtalu á heimasíðuni hjá UEFA LANDSLIÐSKEMPUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Á heimasíðuni hjá europe- isku fótbóltssamgonguni UEFA, www.uefa.com, hevur tað í seinastuni verið vanligt, at UEFA hvønn dag setur ljóskastaran á eina fótbóltspersónligheit í Europa, og fyrradagin var fokus sett á okkara egna Abraham Løkin. Týdningarmiklasti áleyparin hjá føroyingum? At tað var júst fyrradagin, at Abraham bleiv umrøddur av UEFA, var ikki av til- vild, tí henda dagin fylti Abraham 45 ár. Á heima- síðuni hjá UEFA stendur at lesa, hvørji feløg Abraham hevur leikt fyri, og har- afturat stendur eitt sindur um hansara tíð á føroyska landsliðnum. Millum ann- að stendur, at hann var týdningarmiklasti áleyparin hjá føroyska landsliðnum, tá ið føroyingar fóru upp í altjóða fótbólt, av tí at hann megnaði at halda høvdið kalt, meðan liðfelagarnir høvdu tað trupult. UEFA nevnir eisini, at Abraham sum 20 ára gamal var við til at vinna føroya- meistaraheitið við ÍF fyri fyrstu og einastu ferð í søgu felagsins. Harafturat verður eitt sindur nevnt um, at Abraham leikti fyri OB, tá ið karrieran hjá honum var í hæddini. Venjarin hjá Abraham í OB, navnframi Richard Møller Nielsen, verður endurtikin fyri at hava sagt, at Abraham hevði kunnað komið væl longri við fótbóltinum, um ikki heilsutrupulleikar inn- an familjuna førdi við sær, at familjan valdi at flyta heim aftur til Føroyar. Grikkar sita við trumfinum Eftir at hava fingið javnleik móti sponsku favrittunum mikudagin, eru tað grikkar, ið hava bestu kortini á hondini undan seinastu dyst- irnar í bólkinum EM-ENDASPÆL Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Neyvan hevði nakar spátt, at tað fóru at verða grikkar, ið komu at liggja best fyri undan seinasta leikumfar- inum í bólki A, men hetta er nú veruleiki. Spaniólar høvdu yvirvág Mikudagin leiktu grikkar móti Spania, sum teir eisini vóru í bólki saman við í undankappingini til EM, og dysturin endaði við javn- leiki 1-1. Spaniólar sótu á tí mesta allan dystin, og tað var eisini í tráð við dystargongdina, at altíð vandamikli Fernando Morientes legði Spania á odda 1-0, tá ið ein hálvur tími var leiktur. Hendan støðan helt sær eisini nakað út í seinna hálvleik, men so fekk Angelos Charisteas hjá Grikkalandi fatur á einari langari sending, og hann beindi bóltin undir Iker Casillas í spanska málin- um, og so var 1-1. Spaniól- ar trýstu óført síðstu løtuna, og hóast teir helst høvdu uppiborið betur, noyddust teir at taka til takkar við einum 1-1 javnleiki. Uppreisn fyri portugisar Seinni mikukvøldið leiktu EM-vertirnir Portugál ímóti Russlandi á Estadio da Luz, og hjá heimaliðnum var uppgávan greið, tí vann Portugál ikki dystin, vóru teir útslignir. Portugisisku vertirnir fingu eisini eina dreymabyrjan, tí longu aftaná sjey minuttir eydn- aðist tað Porto-leikaranum, Maniche, at skora til 1-0. Móti endanum av fyrra hálvleiki gjørdust útlitini hjá russum heldur ikki bet- ur, tí at málverji teirra, Ov- chinikov, varð rikin av vølli fyri at taka bóltin við hond- ini uttan fyri brotsteigin. Ein ivasom avgerð av norska dómaranum, Terje Hauge, og russiski málverjin var sera ónøgdur við avgerðina. Í seinna hálvleiki megn- aði Portugál ikki at trýsta russar so nógv sum væntað, og tað var ikki fyrr enn ímóti endanum av dystin- um, at sigurin hjá portug- isum bleiv staðfestur. Mil- an-stjørnan, Rui Costa, sum hesaferð var vrakaður til fyrimuns fyri Deco, bleiv skiftur inn, og móti endanum av dystinum sendi hann Christiano Ronaldo avstað í vinstru síðu, og Manchester United leikarin sendi eitt gott innlegg, og Rui Costa, sum var komin heilt inn í mál- teigin, setti fótin á, og so var 2-0 til heimaliðið. Eitt sera gott mál. Grikkar hava nokk við javnleiki Við úrslitunum mikudagin hava grikkar spælt seg í eina sera góða støðu, áðrenn seinastu dystirnir í bólk- inum verða leiktir sunnu- dagin. Grikkaland skal tá leika ímóti Russlandi, sum longu er útsligið, og um grikkar bert fáa ein javnleik, eru teir tryggjaðir víðari luttøku í EM-endaspælin- um, og tað er rættuliga óvæntað. Hin dysturin sunnudagin er millum iber- isku grannarnar, Spania og Portugál, og vinnarin av hesum dystinum er tryggj- aður víðari luttøku. Um grikkar tapa móti russum, er ein møguleiki fyri, at bæði Spania og Portugal koma víðari, men so skal Portugál vinna dystin. Abraham drúgva umtalu á heimasíðuni hjá UEFA EM-endaspælið í fótbólti Bólkur A v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Grikkaland 2 1 - 1 - 0 3 2 1 4 2 Spania 2 1 - 1 - 0 2 1 1 4 3 Portugal 2 1 - 0 - 1 3 2 1 3 4 Russland 2 0 - 0 - 2 0 3 -3 0 Benitez í Liverpool Nú er tað endaliga greitt, at Rafael Benitez verður nýggjur venjari í enska felagnum Liverpool. Beni- tez hevur áður vant spanska meistaraliðið Val- encia, men nú hevur hann gjørt ein fimm ára sátt- mála við Liverpool. – Eg eri sera, sera errin maður. Allir venjarar í Spania vilja verða í teim- um bestu feløgunum, og vit vita, at Liverpool er eitt tað størsta felagið í øllum heiminum, sigur Benitez. Føroying- arnir taptu Týskvøldið spældu teir tríggir føroysku landsliðs- spælararin í Fremad Am- ager við á U21 liðnum hjá felagnum, sum var komið í finaluna B-landskapp- ingini fyri tað eystara økið í Danmark. Finaludysturin var ímóti Greve, og tað endaði við, at Greve vann 1-0. Hjal- grím Elttør, Andrew av Fløtum og Jann Ingi Peter- sen spældu við allan dyst- in hjá Fremad Amager. Nú skulu grikkar taka av kjans- inum Otto Rehhagel, sum er landsliðsvenjari hjá Grikkalandi, heldur, at hansara spælarar nú skulu taka møguleikan, sum teir hava fyri at koma víðari úr bólkaspælinum í EM. Grikkaland spældi miku- kvøldið javnleik ímóti Spania og skal nú bara hava javnleik í seinasta dystinum ímóti Russlandi fyri at koma í fjórðings- finalurnar. – Vit hava ein risa møguleika fyri at koma víðari, og hann skulu vit taka, segði Otto Rehhagel eftir dystin ímóti Spania, har grikkar ofta vóru undir trýsti. – Teir spældu betri enn vit og trýstu nógv, men vit stríddust væl og tóku ein stóran kjans við at spæla við trimum álopsspælar- um. Seinasta korterið av dystinum fingu vit nóg illa bóltin burtur úr verjuni, og tað mugu vit gera betri næstu ferð, segði týski landsliðsvenjarin hjá Grikkalandi. Venjarin tók ábyrgdina Portugal megnaði í miku- kvøldið at vinna 2-0 á Russlandi, og harvið hev- ur vertslandið fyri EM framvegis møguleikan at sleppa í fjórðingsfinal- urnar. Russland er hinvegin liðugt í hesi EM-kapping- ini og má heim eftir sein- asta dystin í bólkaspæl- inum. – Eg havi fullu ábyrgd- ina av úrslitunum hjá okkum, og eg fari ikki at geva spælarunum skyldina fyri nakað, segði russiski landsliðsvenjarin Georgi Yartsev eftir dystin miku- kvøldið. Portugisiski venjarin var hinvegin í betri lag eftir sigurin á 2-0. – Alt liðið spældi væl. Nú skulu vit njóta sigurin og ikki hugsa ov nógv um, hvussu tað verður sunnu- dagin, segði Luis Felipe Scolari. – Vit royna altíð at vinna, og tí er tað ikki nak- að nýtt fyri okkum, at vit skulu vinna á Spania. Men teir hava eitt sera gott lið, sum tað ikki verður lætt at spæla ímóti, segði Scolari. -eyk 17 Nr. 114 • fríggjadagur • 18. juni 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo NSÍ vil ikki finna seg í, at klaksvíkingar hava boðið Esbjerg til venjingardyst undan inter-toto dystinum millum NSÍ og Esbjerg FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo – Vit vilja ikki finna okkum í, at KÍ soleiðis fer aftur um okkara rygg, og blandar seg beinleiðis inn í okkara tiltak. Somikið bersøgin er NSÍ-formaðurin, Jákup Mortensen, sum undan frá- ferðini hjá NSÍ til Esbjerg orðaði eitt hvast skriv, sum varð stílað til Fótbóltssam- band Føroya, KÍ og Es- bjerg. Orsøkin til øðina hjá for- manninum skal finnast í Klaksvík. Har hevur KÍ nevnliga gjørt av, at teir vilja bjóða Esbjerg til vin- ardyst, nú Esbjerg kortini er í Føroyum á vitjan hjá NSÍ. Nakað sum í øllum førum má metast sum eitt sera óvanligt stig. Ikki minst tí KÍ á henda hátt hjálpir Esbjerg í teirra fyri- reikingum til Inter-toto dystin móti NSÍ. – Fyrstu ferð eg hoyrdi um hetta var umvegis tele- fon tíðliga í seinasta viku. Akkurát tá sat eg á fundi, og hugsaði kanska ikki so nógv um tað. Seinni ringdi eg so norður til KÍ, har eg segði við teir, at hetta bar als ikki til, og at teir máttu avlýsa tiltakið. – Eg hoyrdi einki aftur frá teimum, og so roknaði eg bara við, at tað málið var úti av verðini, sigur Jákup. Undir lágmark Hetta helt sær tó ikki long- ur, enn til seinasta fríggja- dag. Tá var Norðlýsið í luftini á Rás2, og her stað- festu umboð fyri KÍ, at teir hava boðið Esbjerg til venj- ingardyst, og at hesin verð- ur leiktur 23. juni. – Tá fleyg øðin í meg. Eg ringdi beint til Gest Hov- gaard (KÍ-formaður, blðm., og segði honum, at hetta funnu vit okkum ikki í. Samstundis segði eg við hann, at eg vildi hava hetta málið avklára mikudagin, áðrenn vit fóru niður, men enn havi eg so einki hoyrt, sigur NSÍ-formaðurin, sum hósdagin fór til Danmarkar saman við restini av ferða- lagnum hjá NSÍ. – Eg má bara siga, at eg haldi hetta vera langt undir alt lágmark. Tað er nakað, sum eitur sømiligheit, og tað má KÍ eisini fyrihalda seg til. Um teir fylla 100 ár ella ikki, eri eg akkurát líkaglaður um. Tað eru vit, sum hava vunnið rættin til at spæla móti Esbjerg, og KÍ skal so ikki blanda seg út í okkara tiltøk, og tað allar minsta var, um teir spurdu seg fyri her hjá okkum fyrst. Kæra KÍ Tá evstamarkið, sum Jákup sjálvur hevði sett, var farið aftur um bak mikudagin, uttan at NSÍ hevði hoyrt nakað sum helst úr KÍ, sendi NSÍ eitt skriv, sum í fyrsta umfari verður sent FSF, KÍ og Esbjerg. – Eg veit ikki, hvat víðari hendir í málinum, men tey í FSF, sum eg havi tosað við, tóktust nærum skelkað av hesum. Onkur helst fyri, at tað mátti vera skemt, men tað er so ramasti álvara. – Og hvat Esbjerg ger, veit eg ikki. Eg havi so greitt teimum frá, hvussu hetta málið hevur koyrt, og so vóni eg, at teir síggja tað høpisleysa í hesum. Hvat nú, um teir seinni í kapp- ingini fáa dyst móti Juven- tus, og FC Midtjylland bjóðar teimum til venjing- ardyst í Herning, so leikar- arnir skulu vera betri fyri til dystin móti Esbjerg? Nei, eg spyrji bara, tí sjálvandi hevði tað ongantíð komið upp á tal. Og um eitt danskt felag hevði gjørt soleiðis, so vildi talan verið um eitt ramaskríggj. Undan fráferðini til Dan- markar hevði Jákup so heldur ikki hoyrt frá Es- bjerg, men tað vónaði hann so, at teir fóru at gera. UEFA verður kunnað Og at enda skoytir NSÍ formaðurin so uppí, at teir eisini fara at kunna UEFA um málið. – Enn er brævið so bert skrivað á føroyskum og donskum, men vit gera so eisini eina enska útgávu, sum verður send UEFA. Har plaga tey vanliga at appelera til, at fótbólturin skal vera við til at byggja upp vinarlag, men her hendir so tað júst øvuta. Tú byggir so ikki brýr, við at ganga aftur um bakið á fólki. – Akkurát, hvat UEFA ger við málið, havi eg so ikki ánilsi, men eg vóni í øllum førum, at KÍ verður átalað fyri atburðin, og eg vóni so sanniliga eisini, at FSF fer at hava sínar við- merkingar um hetta. Í øllum førum er ikki nakað, sum eitur vinarlag millum okkum og KÍ. Teir eru farnir langt undir tað, sum kann kallast vanlig sámiligheit, og teir kunnu so gott spara sær at bjóða okkum í nakran føðingar- dag, sigur ein argur Jákup Mortensen at enda. NSÍ kærir KÍ fyri UEFA Nú er tað ikki bert á vøllinum, at NSÍ og KÍ stríðast Savnsmynd Formaðurin í KÍ, Gestur Hovgaard, dugir ikki at síggja, at KÍ hevur stungið NSÍ í ryggin við at bjóða Esbjerg til dyst í Klaksvík fáar dagar undan Inter-Toto Cup dystinum mill- um NSÍ og Esbjerg FÓTBÓLTSÓSEMJA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Aðrastaðnis á síðuni langar formaðurin í NSÍ, Jákup Mortensen, harðliga út eft- ir Klaksvíkar Ítróttarfelag í sambandi við, at KI hevur bjóðað KÍ til dyst í Klaks- vík tann 23. juni, tá ið Esbjerg kortini er í Føroy- um í sambandi við Inter- Toto dyst móti NSÍ. Jákup Mortensen er í øðini um, at KÍ blandar seg inn í teirra tiltak, men tað dugir Gest- ur Hovgaard, formaður í KÍ, ikki at skilja. Vit hava kunnað NSÍ Gestur Hovgaard sigur, at avtalan við Esbjerg bleiv gjørd fyri nøkrum vikum síðani, men at klaksvíking- ar í hálvtannað ár hava ar- beitt við at fáa eina avtalu í lag um ein vinardyst. Í farnu viku kunnaði KÍ eis- ini NSÍ um, at teir høvdu bjóðað Esbjerg til Klaks- víkar, og at danska felagið hevði tikið av innbjóðing- ini. Hetta fall ikki í góða jørð hjá formanninum í NSÍ, men Gestur Hovgaard sigur, at hann kann ikki taka sær av, hvat teir halda í NSÍ. Eftir at formaðurin í NSÍ hevði ringt til Gest og greitt frá, at teir vóru stak ónøgdir við ætlanirnar hjá KÍ, hevði fótbóltsnevndin í KÍ fund um málið, og tey dugdu ikki at síggja nakran trupulleika við at spæla vinardyst móti Esbjerg í Klaksvík, greiðir Gestur Hovgaard frá. At danska liðið skal blíva betri fyri til dystin móti NSÍ við at spæla venjingardyst móti KÍ í Føroyum fáar dagar frammanundan, dugir Gestur Hovgaard heldur ikki at síggja. – Vit hava einki skeivt gjørt, og vit taka heldur ikki fokus frá NSÍ. Neyvan verða tað færri dystin hjá NSÍ, tí eg trúgvi ikki, at nakrir klaksvíkingar høvdu ætlað sær til tann dystin, sigur Gestur Hovgaard, sum ikki missur svøvnin av, at NSÍ hevur gjørt av at klaga KÌ fyri FSF og UEFA. Vit hava einki skeivt gjørt Formaðurin í KÍ, Gestur Hovgaard, heldur ikki, at klaksvíkingar hava stungið NSÍ í ryggin Savnsmynd Dystir fríggjadagin 17.00 Bulgaria-Danmark 19.45 Italia-Svøríki C M Y K 16