mánadagur 2. juni 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 2. juni 2014 · Nr. 62
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
DECORUM OFFICIALE – Siðastandurin í Føroyum
Bjørn á Heygum
Tollmálið hjá Jørgen Nicla
sen hevur eftir pínligu av
dúkingarnar
og
lemjandi
atfinningar í seinastu sjón
varpssendingini um tollsvik
mótvegis
landskassanum
enn einaferð sett kikaran á
etisku virðini, ella rættari
sagt, manglandi etisk virði
innan fyri politisku skipan
ina í Føroyum.
Hetta er ikki ein spurn
ingur um “Jørgen” ella ikki
“Jørgen”. Hetta mál er nógv
meira týdningarmikið enn
so.
Spurningurin er heilt ein
falt, hvar vit nú og í framtíðini
seta okkara moralska stand
ard í Føroyum bæði nú og
í framtíðini. - Hvar gongur
markið, ella er tað yvirhøvur
nakað mark fyri spillu og rot
í skipanini?
Øll vita, at siðastandurin
hjá leiðandi elituni í Føroyum
er væl lægri enn í okkara
grannalondum, og at okkara
politikarar av natúr eru - og
altíð hava verið - ótrúliga
“large” og fyrigevandi mót
vegis sær sjálvum.
Tað gav at bíta, tá milli
ardir vóru søplaðar burtur
í heimildarloysi, og tað var
staðfest og prógvað, at ótelj
andi brot vóru framd móti
landsins lógum í gøluraktu
1980 árunum.
Hóast hetta ivaleyst var
ein tann mest umfatandi
kriminella
saman-svørjing
móti einum almennum kassa
í einum sokallaðum civili-
seraðum samfelag í nýggjari
tíð, so fekk hetta sum kunn
ugt ongar avleiðingar fyri
nakran av teimum seku í
politiska hierarkinum.
Tolsemi í politisku
skipanini
Vit fingu eina lóg um ábyrgd
landsstýrismanna í 1992, so
leiðis at vit tá endiliga kundu
draga landsstýrismenn til
svars fyri maktmisbrúk og
álvarslig lógarbrot í almenn
um starvi.
Eitt sera gott dømi um
ómetaliga
stóra
tolsemi,
hesir somu politikarar hava
við sær sjalvum, er at henda
lóg, sum nú hevur heili 22 ár
á baki, ongantíð hevur verið
nýtt í praksis.
Fleiri landsstýrisfólk eru
hóast alt gjøgnum tíðina
koyrd frá – ikki bert vegna
rumbul - men so sannilga or
sakað av greiðum brotum á
galdandi lóg.
Lógarbrot, sum hava elvt
til tap fyri landskassan og
borgarin, men hóast tað, so
er tað onganíð komið hagar,
at tað hevur fingið nakrar
fíggjarligar avleiðingar fyri
viðkomandi.
Jørgen bakkaði
seinast!
Nevnast kann sum dømi, at
Jørgen Niclassen í síni tíð var
noyddur at siga seg frá sum
fiskimálaráðharri grundað
á eina niðurstøðu hjá einum
kanningarstjóra um, at hann
ikki hevði fyrisitið regl
urnar í løgtingslóg nr. 26 frá
14. mars 1997 um umlegging
av lánum hjá fjarfiskiflot
anum á lógligan hátt, men
tvørturímóti
broytt
veð
rættarstøðu landskassans í
skipunum beinleiðis í stríð
við lógina.
Hann tók treyðugt nakrar
avleiðingar, og helt seg, sum
flest allir politikarar í hans
ara støðu, onki skeivt hava
gjørt.
Eisini fekk hann fulla
uppbakking frá sínum egna
flokki, hóast greiðu niður
støðu kanningarstjórans um
lógarbrot.
Flokkurin
stuðlaði
so
statt heldur sjálvum lands
stýrismanninum enn eftir
litsmyndugleikanum, og tí
lógarverkið hann er settur at
umsita!
Men hóttur við misálitið
frá sínum samstarvsflokki
saman við andstøðuni, - so
bakkaði Jørgen og segði seg
frá - við tárum í eygum.
Hans Pauli Strøm
noyddur úr starvi!
Hans Pauli Strøm var eisini
noyddur at siga seg frá í
2009 vegna eina ógvusliga
meirnýtslu upp á 270 mio
kr. av almennum peningi,
sum var brúkt uttan fyri
vanligu játtanina, umframt
eykajáttanina fyri avvarð
andi ár.
Sjálvt um talan í veru
leikanum er um mandatsvik,
so fær slíkur stuldur mótvegis
landskassanum vanliga ongar
revisrættarligar avleiðingar,
og enn minni verður nakað
endurgjaldskrav reist mót
vegis
viðkomandi
lands
stýrismanni.
At
taka
pening
av
klientkonto uttan heimild,
verður av politisku elituni
sostatt ikki mett at vera
nakað álvarsligt lógarbrot,
í hvussu er kann tað allar
hægst - og tá illa vil til - fáa
avleiðingar
fyri
starvið,
sum landsstýrismaður, (við
dupultari løn næstu 6 mán
aðirnar) men so heldur onki
annað.
Siðvenja á Føroya
Løgtingi
Tá hugsað verður um inn
arbeiddu siðvenjuna á Før
oya Løgtingi, so er onki løgi
í, at Jørgen hesuferð fekk
enn eina álitisváttan í løg
tinginum, - alt annað vildi
verið óvæntað.
Í Føroyum setur ongin
lívið hjá eini samgongu
í váða bert fyri at halda
heiðurligheitina í hásæti, og
seta eitt sømuligt mark fyri
at útinna eitt alment starv.
Gáttin er og hevur altíð
verið lág til almenn álitisstørv
í Føroyum, og tað sýnist, sum
verður støðugt máað meira
og meira av henni, so ilt er at
fáa eyga á hvar botnurin er,
um tað í heila tikið er nakar
botnur.
Virðismátistokkurin
Decorum Officiale
Í øðrum framkomnum lond
um, har tað í nógv størri mun
valdar tign og disciplin, tá
tað snýr seg um at varðveita
respekt
fyri
sømuligum
atburði í almennum høpi
enn í Føroyum, verður ein
mátistokkur brúktur, sum
á latínskum málið kallast
“Decorum Officiale”
Í hugtakinum Decorum
Officiale liggur eitt krav um
virðiligan atburð. Ein per
sónur í almennum starvi skal
sostatt gera seg verdan til ta
tign, sum fylgir við starvium.
Hann skal verða ein fyrimynd
fyri sínar medborgarar, og í tí
liggur sjálvsagt, at hann skal
verða álitisvekjandi.
Tað er eyðsæð, at ser
liga strong krøv viðv. “De
corum” mugu setast til ein
landsstýrismann, sum hevur
eitt sera ábyrgdarfult starv,
við at hava fingið litið upp í
hendi at umsita og handheva
landsins lógir, og enntá draga
onnur til svars, sum ikki
halda seg “innan fyri mark”.
Avgerðandi er tá ikki um
persónurin er dømdur ella
revsaður ella ei. Um eitt mál
er gamalt og fyrnað hevur ei
heldur týdning í hesum høpi.
Avgerðandi er bert um eitt
mál er so mikið tyngjandi
fyri landsstýrismannin, at
tað undirgravar ta virðing
og álít, sum er ein fastur og
óskiljandi partur av hansara
starvi.
Er persónurin eftir einum
breiðum almennum virðis
mátistokki ikki verdugur
at sita í starvinum, tí hann
hevur forbrotið seg móti
teimum etisku grundvirðum,
sum samfelagið byggir á, so
má hann fara frá, og vil hann
ikki tað, so loysast úr starvi.
Trúvirðið stendur
upp á spæl!
Tað er ikki ein spurningur
hvat løgmaður heldur, og ei
heldur ein spurningur um,
hvat
samgongan
meinar,
og heldur er opportunt av
taktiskum politiskum or
søkum.
Upplýsinganar í tollmál
inum eru nú vorðnar so
mikið tyngjandi, ikki bara
fyri Jørgen, men fyri alla
skipanina, at sjálvt trúvirðið
hjá løgmanni og øllum hans
ara samgongufeløgum stend
ur upp á spæl.
Sjálvsagt skulu ikki leysa
søgur og sleyg avgera, hvørt
ein persónur er verdugur
at sita í einum almennum
starvi.
Eru upplýsingarnar hin
vegin so væl undirbygdar við
skjølum og vitnisfrágreið
ingum, sum júst í hesum
føri, og ikki minst, at hesar
upplýsingar ikki á haldgóðan
hátt eru vístar aftur, ella
kravdar tileinkisgjørdar við
ein sak um ærumeiðing, - so
mugu tær takast í neyðugum
álvara, um ikki øll tey, sum nú
royna at verja landsstýris-
mannin, sjálv skulu blíva
álvarsliga kompromitterað.
Vandi er nevniliga fyri,
at tann parturin í politsku
skipanini, sum framhaldandi
styðjar Jørgen, eisini verða
identificeraður, ikki bara við
sjálvan landsstýrismannin,
men eisini tí, sum hann
stendur fyri, og hevur gjørt
– og tá vendist ikki aftur.
Sjálvtøkubúðin hjá Jákupi Mikkelsen
Frank Davidsen
Sørvági
Tollurin er goldin, tollurin er
goldin, tollurin er goldin, tað
er loysunarorðið hjá Jákupi
Mikkelsen í sambandi við
tollmálið.
Tað er ótrúligt at for
maðurin í tingbólki Fólka
floksins enn ikki vil viður
kenna, at tað er ikki tað, ið
málið snýr seg um.
Ótaldar fyritøkur fóru
á húsagang fyrst í hálv
femsunum.
Hetta
sjálvt
um fólkini aftan fyri hesar
fyritøkur løgdu alla orku í at
halda virksemið gangandi.
Eigarnir av hesum fyritøkum
kundu aftaná staðfesta, at
hóast tey gjørdu alt tað, tey
megnaðu, so vóru tey noydd
at viðurkenna húsagangin,
eins og stórur peningaligur
missur gjørdist ein veruleiki
hjá teimum.
Av øllum teimum óteljandi
virkjum og feløgum, ið fóru
á húsagang, var tað tó eitt
einasta felag í landinum,
sum var priviligerað í mun
til øll onnur feløg. Hetta tí
tað umsat eina innflutnings
goymslu. Og í staðin fyri at
viðurkenna, at húsagangurin
hjá hesum felag stóð í
durunum, so avgjørdi stjórin
heldur at taka vørur ólógliga
út av hesi goymslu uttan at
gjalda mvg í fleiri ár.
Tað vil í stuttum siga, at
mvg’ið, sum landskassin átti
til góðar, var liggjandi eftir í
kassanum hjá fyritøkuni og
ólógliga brúkt til raksturin
av henni, meðan onnur feløg
máttu fara á húsagang.
Um onnur feløg í somu
trongstøðu
høvdu
havt
sama møguleika at fingið 25
prosent í kreditti í 2-3 ár við
ikki at rinda mvg, so høvdu
kanska fleiri hóra undan
fíggjarliga. Og tí er tað
burturvið , at einasta argu
mentið, sum formaður Fólka
floksins á Løgtingi hevur lagt
dent á í øllum fjølmiðlunum,
er, at allur tollurin er goldin.
Í fleiri fylgjandi ár var
Sandavágs Timburhandil í
einari støðu, har kappingin
var avlagað, tí teirra fyritøka
hevði røkt sínar skyldur
og goldið mvg, meðan hin
fyritøkan í somu oyggj ikki
hevði goldið mvg, og tískil
hevði havt ein eyka kreditt
uppá 25 prosent í fleiri ár.
Og tað er eisini ein sann
leiki við modifikasjónum,
tá Jákup Mikkelsen sigur,
at allur tollurin er goldin.
Tí eigarin av áður nevndu
innflutningsgoymslu noydd
ist at gjalda 300.000 - 400.000
krónur fyri vørur, ið ólógliga
vóru tiknar út av goymsluni.
Haldið at Helgi Abra
hamsen
av
Løgtingsins
røðarapallið segði tað so
gott, at hetta málið snúði
seg ikki um jura. Ta snýr seg
hinvegin um vantandi moral,
tí er ikki neyðugt hjá Jákupi
Mikkelsen og øðrum at vísa
á, at fútin einki hevði gjørt
við málið.
At
Jákup
Mikkelsen
framman fyri øllum Føroya
fólki ger seg til verja fyri
einum sovorðnum moralsk
um knæfalli, sum tað er, at
sitandi landsstýrismaður í
tollmálum snýtti landskassan
fyri mvg í fleiri ár, tað er heilt
einfalt ófatuligt.
Hví skal palliba halda
tolllógina, samstundis sum
formaður í tingbólki Fólka
floksins ber í bøtuflaka fyri,
at landsstýrismaðurin, sum
nú umsitur tollmál, grovliga
hevur forbrotið seg ímóti tí
lóg, sum hann í dag sjálvur
umsitur?