mánadagur 2. juni 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. juni 2014 · Nr. 62
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jóannes Hansen
Tað gekk ikki hesa ferð alla
staðni
soleiðis,
sum
tað
frammanundan varð roknað
við, og sum støðutalvan legði
upp til.
Bæði B36 og HB eru fram
vegis ósigrað. Tað er merkis
vert. Men hesa ferð leyp ikki
so nógv av. AB, sum higartil
hevur havt nóg mikið við ikki
at detta heilt burtur ímillum,
megnaði javnleik í Gundadali
ímóti toppliðnum. Tá ið alt
kom til alt, so mundu teir í
B36 vera eins væl og kanska
meiri nøgdir við 1-1, enn teir í
AB, sum undan dystarbyrjan
sjálvsagt høvdu verið nøgdir
við at vinna eitt stig, men
sum eftir síðsta bríksl sóu út
sum um, at teir heldur enn at
hava vunnið eitt stig høvdu
tapt tvey stig.
Fjarstøðan millum tvey
tey fremstu er tann sama,
sum hon var undan hesum
umfarinum, tí HB megnaði
ikki meiri enn 2-2 í Fuglafirði.
Tá ið gongdin hjá HB og ÍF
higartil verður havt í huga,
so var tað óvæntað, at ÍF
skuldi vinna eitt stig.
NSÍ í hopla
Størsta hálið hesa ferð gjørdi
NSÍ. Teir gulu og svørtu við
Løkin eru rættiliga komnir
fyri seg aftur, eftir at tað
leingi gekk illa. Í trimum
teimum fyrstu umførunum
vann NSÍ fulla úrtøku við
málmuninum 9-1 ímóti B68,
Skála og AB.
Síðani siga tølini, at tað
gekk minni væl. Í seks um
førum var úrtøkan tvey stig,
og lítil vón kendist vera fyri,
at NSÍ skuldi lyfta seg upp á
heiðursmerkjapláss.
Nú er aftur vent í holini.
Eftir 7-0 sigur á Argjum
næstsíðsta sunnudag vann
NSÍ í gjár 6-1 á heimavølli
ímóti Skála. Longu eftir 1.
hálvleik var 5-1. At tað eftir
steðgin bara varð skorað eitt
mál sigur, at heimaliðið ikki
helt somu ferð, sum hevði
verið at sæð í fyrra hálvleiki.
Hesa ferð helt liðfor
maðurin seg eitt sindur
aftur. Toppskjúttin Klæmint
A. Olsen skoraði eitt mál.
Stóri málskjúttin við Løk
in var hesa ferð Árni Fred
eriksberg, sum gjørdi hat
trikk. Á miðvøllinum vóru
eftiransingarnar hjá Skála
ikki so tættar. Tað bar við
sær, at NSÍ veteranurin
Sjúrður Jacobsen dusaði sær
og stýrdi mest sum øllum
samanspælinum.
Tað er ikki serliga sann
líkt, at NSÍ skal fíla so nógv
av muninum fram til havn
arfeløgini, at FM kapping
in verður spennandi. Eftir
grannauppgerð á Svanga
skarði bíðar HB við Løkin.
KÍ á botninum
Tølini siga, at KÍ hevur ikki
vunnið
á
norðoyastevnu
síðani 2002. Leygarkvøldið
endurtók søgan seg. Víkingur
fór um fjørðin við tryggum
4-2 sigri. Lunnar vórðu lagdir
undir hann í 1. hálvleiki, tá ið
Finnur Justinussen skoraði
tvær ferðir.
Tað er bara norðoyastevna
eina ferð um árið, og harvið
verða tað ikki sevnudystirnir,
sum gera av, hvørja enda
støðu KÍ fær. Men tað man
kennast órógvandi har norð
uri, at úrtøkan burturúr
fimm teimum seinastu um
førunum er eitt stig! Upp
aftur meiri órógvandi er
tað, at stevnudysturin var
undirstriking av, at tað ikki
stendur væl til í verjuparti
num, sum tað fyrr í ár kend
ist sum um, at skil var komið
á.
Mest sum hvørja ferð
Víkingur fór fram um mið
strikuna, kendist vandi vera
á ferð. Í tveimum førum
vórðu
málini
skotin
úr
stórari fjarstøðu, og tá ið
Víkingur fyrstu løtuna legði
nógv fyri, var heimaliðið
heilt um ein háls.
Annar hálvleikur endaði
2-2. Tá var KÍ avrikið nakað
betri, enn tað hevði verið.
Men tað var alla tíðina sera
torført at fáa tyngd og brodd
í álopspartin.
Hjalgrím Elttør sá í 2.
hálvleiki gult fyri aðru ferð
og harvið var heimaliðið síðs
tu løtuna undirmannað.
Avrikini og úrslitini sein
astu ferðirnar siga, at í løtuni
telist KÍ millum tey tvey lið
ini, sum eru ringast fyri av
øllum.
Súni Olsen og Finnur
Justinussen
orkestreraðu
Víkingi, og Hallur Hansson
var uppi í nógvum. Hann og
Víkingur hava funnið stevið.
Annan hvítusunnudag skal
Víkingur spæla á útivølli
ímóti AB, sum í fyrsta umfari
vann í Sarpugerði. Eftir AB
avrikið í Gundadali í gjár
kennist henda uppgerðin
serliga áhugaverd.
EB/Streymur gjørdi
pliktarbeiði
Í Sundalagnum hevur fót
bóltslagið seinastu vikurnar
ikki verið meiri enn passaligt.
Eftir
heimatap
ímóti
Víkingi í landskappingini,
trivaligt tap í fyrru hálv
finaluni í steypakappingini
NSÍ er aftur
Teir í Runavík eru ímyndin av, hvussu misjavnt tað kann ganga, og harvið hví tað er soleiðis, at bygdirnar renna
so langt afan á havnarliðunum, sum framvegis eru nógv fremst, hóast tey hesa ferð ikki megnaðu fulla úrtøku