mánadagur 2. juni 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 2. juni 2014 · Nr. 62
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
í Sarpugerði ímóti Víkingi
og bara 1-1 á Skála fyri góðari
viku síðani, var tað lívs
neyðugt at vinna fulla úr
tøku ímóti B68.
Tað
eydnaðist.
EB/
Streymur vann í gjár 3-0 við
Margáir. Hans Pauli Samuel
sen, sum ikki hevur verið
á toppinum higartil í ár,
skoraði tvey tey fyrstu mál
ini, og Leif Niclasen, sum ikki
var millum teir fyrstu ellivu í
gjár, staðfesti sigurin.
Eftir at hava vunnið fýra
stig burturúr heimadyst
unum ímóti KÍ og ÍF bar tað
ikki til hjá B68 í gjár. Luturin
er harvið framvegis at lyfta
seg úr botninum. Sum úrs
litini lagaðu seg í gjár er tað
ivaleysa stór uppgáva.
Annan
hvítusunnudag
liggur leiðin hjá EB/Streymi
í Gundadal, har HB bíðar.
Í fyrsta umfari endaði tað
1-1, tá ið hesi liðini hittust
í Streymnesi. Um tað skal
vera hugsningur um hjá EB/
Streymi at vera við í kapp
ingini um heiðursmerkini
og plássini í Europa, har lið
ið hevur átt so at siga fast
pláss, so er neyðugt at vinna
úrtøku í Gundadali.
Jóan Símun
hamskifi AB
Eftir 0-7 og totala eyðmýking
á heimavølli ímóti NSÍ reisti
AB seg ímóti B36 í Gundadali
í gjár.
Tað vóru serliga tveir
spælarar, ið gingu undan og
lyftu liðfelagarnar at vísa
góðan hugburð, gott leikligt
avrik og sum vóru orsøk til,
at einki forgjørt var í, at B36
ikki megnaði at vinna, og at
1-1 var heldur eitt stig vunn
ið til B36 enn tvey stig av
kontuni.
Oddbjørn Joensen hevði
flutt Sorin Anghel aftur í
miðverjuna, har hann var
undir liðini á Dmitrije Jan
kovic.
Sorin
var
sannur
brandur, og uppaftur størri
týdning vísti tað seg í gjár
at hava, at Jóan Símun Ed
mundsson nú aftur er so
mikið birgur, at hann var
førur fyri at vera á vøllinum
alla tíðina.
Avrikið hjá Jóan Símuni í
gjár var staðfesting av, at tá
ið hann er upp á sítt besta,
so er hann greitt besti før
oyski álopsspælarin. Evnini
at taka ímóti og verja bóltin
og at sneiða framvið mót
støðumonnum bera við sær,
at liðið verður so nógvar
ferðir betri í framrættaða
partinum, enn AB annars
hevur verið, og sum støðu
talvan vísir.
Adeshina
Lawal
og
Lukasz Cieslewicz hjá B36
megnaðu nógv einsamallir í
álopspartinum, har teir ikki
munnu standa nakað serligt
aftanfyri Jóan Símun. Men
tað var ikki tann broddur í
B36 álopspartinum, sum í 10
teimum fyrstu umførunum
bar oddasessin við sær. Sakn
ur var í skaðadarvaða Jákupi
á Borg, og Róaldur Jakobsen
var ikki heilt í tí giri, sum
hann higartil í ár hevur verið.
B36 hópurin er ikki so
breiður. Í gjár megnaði mál
verjin Tórður Thomsen ikki
at koma á vøllin eftir steðg
in. Enn er ikki greitt, um
talan verður um drúgvan
skaðasteðg.
Men
tað
er
einki at taka seg aftur í, at
tað fer at koma heilt illa við
hjá árstalsfelagnum, sum
næstu ferð skal inn á Skála,
um fleiri lyklaspælarar ikki
verða førir fyri at spæla.
Saknur var í Andrew
Eftir 2-2 á heimavølli ímóti
HB er fasittið hjá fuglfirðing
um, at teir ikki hava megnað
fulla úrtøku burturúr seks
teimum seinastu umføru
num.
Javnleikurin
í
gjár
á
heimavølli ímóti stórfavoritt
unum úr HB var tó mikið
meiri hugaligur, enn tað var
mánakvøldið fyri viku síðani
at standa eftir við einum
stigi á Svan gaskarði, tá ið
B68 javnaði í evstu løtu.
HB hevði bóltin nógv
tann størsta partin av tíðini,
meðan ÍF royndi at spæla
við
skjótum
mótálopum.
Tikið mann fyri mann eigur
HB nógv betri lið enn ÍF.
At tað ikki er spælbýtið og
individuella styrkin, sum
avger úrslitið, var gjárdag
urin í Fuglafirði undirstrik
ing av.
Karl Løkin var øgiligur
pressari á sentrala ÍF mið
vøllinum, og í verjuni strídd
ist Bartal Eliasen soleiðis,
sum hann oftast megnar.
Hjá HB var Levi Hanssen
hesa ferð sentralur verju
kendur miðvallari. Andrew av
Fløtum var orsaka av skaða
ikki førur fyri at spæla. Hann
plagar at vera snaringsásurin
í álopsspælinum. At Andrew
ikki var á vøllinum bar við sær,
at HB hugflogið var soleiðis,
sum tað plagar at vera.
Fleiri uppstillingar í fremsta
partinum vórðu royndar, men
tað segði tað sama.
á tindinum
11. umfar
KÍ-Víkingur 2-4 (0-2)
0-1: Finnur Justinussen 4.
0-2: Finnur Justinussen 32.
1-2: Páll A. Klettskarð 48.
1-3: Heðin Hansen 52.
2-3: Ndende Adama Gueyé 55.
2-4: Súni Olsen 85.
ÍF-HB 2-2 (1-1)
1-0: Karl Løkin
1-1: Christian R. Mouritsen
1-2: René S. Joensen
2-2: Frank Poulsen
NSÍ-Skála 6-1 (5-1)
1-0: Árni Frederiksberg
1-1: Brian Jacobsen
2-1: Klæmint A. Olsen
3-1: Árni Frederiksberg
4-1: Árni Frederiksberg
5-1: sjálvmál
6-1: Magnus H. Olsen
EB/Streymur 3-0 (1-0)
1-0: Hans Pauli Samuelsen 5.
2-0: Hans Pauli Samuelsen 74.
3-0: Leif Niclasen 84.
B36-AB 1-1 (1-0)
1-0: Adeshina Lawal br 45.
1-1: Hørður Mohr 60.