mánadagur 2. juni 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. juni 2014 · Nr. 62
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jóannes Hansen
Tað er ongantíð komið fyri
fyrr, at eitt 10-mannafar hjá
Argja
Róðrarfelag
hevur
vunnið. Tí varð søga skrivað
í góðum róðrarlíkindum á
norðoyastevnu í Klaksvík
leygardagin, har fyrsti FM
kappróðurin í ár var á skrán
ni.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
kappaðust 10-mannaførini á
einum kilometra teininum í
Klaksvík. Sum í øllum hinum
kappingunum var startmálið
hjá størstu bátunum undir
Grønabóli.
Tá ið Drekin Reyði fór um
málið, var hann eina hálva
bátslongd undan Klaksvík
ingi. Í fjør var tað í tættari
kapping við Suðuroying, at
klaksvíkingar í heimasjógvi
taptu fremsta plássið. Tá
svaraðu klaksvíkingar so
dyggiliga aftur, og við sigrum
í øllum hinum seks róðru
num var einki at rafla um, og
FM heitið – tað triðja á rað –
endaði í Klaksvík.
Vánirnar fyri, at tað skal
tørna út á sama hátt í ár, sum
tað gjørdi í fjør, eru lítlar ella
rættari ongar. Tað kann vera,
at Klaksvíkingur verður at
síggja í onkrum kappingum
seinni í summar. Men sam
bært rógvarunum so er tað
greitt, at tað verður ikki á
næsta
sundalagsstevnuni,
sum verður um tvær vikur,
at Drekin Reyði fer at fáa
kapping frá einasta báti
num, sum leygardagin ord
uliga bjóðaði av. Orsøkin er
tann, at fleiri av teimum,
sum leygardagin mannaðu
10-mannafarið hjá Klaksvík
ar Róðrarfelag, í hesi vikuni
fara av landinum í arbeiðs
ørindum.
Tað er sjálvandi spell fyri
kappingina. Havnarbáturin
er mannaður av nýggjum
við ungum monnum, sum
áður hava roynt seg í minnu
bátunum. Sigursvanda farið
endaði á bronsuplássinum
leygardagin.
Fjarstøðan
fram til teir báðar fremstu
var so mikið stór, at tað
kennist vera lítið sannlíkt,
at Havnarbáturin um tvær
vikur skal verða førur fyri at
bjóða Drekanum Reyða av.
Og avrikið leygardagin hjá
Eysturoyingi og Orminum
Langa bendi heldur ikki á, at
hesir bátarnir fara at spæla
nýggja bátinum hjá Argja
Róðrarfelag eitt puss.
Drekin Reyði fekk saman
við Klaksvíkingi besta start
in.
Klaksvíkingur
brúkti
gamla taktikkin í startspurti
num at skræða seg eina hál
va bátslongd framum næsta
bátin. Vónin var so, at tað
skuldi eydnast at stýra róðr
inum, men soleiðis gekk tað
ikki.
Meðan teir róðu framvið
Kósabrúnni var Drekin Reyði
eina løtu meiri enn eina hálva
bátslongd frammanfyri. og
stóran part av teininum lógu
hesir báðir borð um borð.
Klaksvíkingar
royndu
at
svara aftur í endaspurtinum,
men tað eydnaðist ikki. Tá
sást,
at
venjingarstøðan
hjá teimum á Drekanum
Reyða er betri, enn hon er
hjá royndu monnunum um
borð á Klaksvíkingi. Tað stutt
sagt munaði betur hjá argja
monnunum, sum vóru ovur
fegnir, tá ið skotið gelti mill
um Hálgafelli og Kjølin, og
tað harvið varð staðfest, at
Argja Róðrarfelag fyri fyrstu
ferð hevði vunnið við egnum
10-mannafari.
Kvívíkingar duga
framvegis
Hóast argjamenn aftur og
aftur
hava
undirstrikað,
at
teir
framvegis
rokna
8-mannafarið
Argjabátin
at vera teirra flaggskip, so
slepst tað ikki undan, at tá ið
nýtt 10-mannafar er komið í
felagið, so verður fokus flutt.
Leygardagin var Argja
báturin ikki so væl við í kapp
ingini um sigurin, sum hann
oftast hevur verið. Kvívík
ingur eigur nógvar sigrar,
og leygardagin vóru tað
kvívíkingar, sum vóru teir
drúgvastu. Teir vunnu sann
førandi sigur – ein bátslongd
var á muni – á Knørri og
Miðvingi, sum vóru í tættari
kapping um silvurplássið.
Umborð á Kvívíkingi sita í
ár bæði vestmenningar og
kvívíkingar. Tá ið ætlanin at
manna Vestmenningin datt
niður fyri, var tað eingin
trupulleiki at manna Kvívík
ing, sum tykist vera heilt væl
fyri.
Hóast Kvívíkingur vann,
so kann tað fara at vísa seg,
at tað verður kapping um
fremsta plássið, og at tað
kanska fara at vera fleiri
vinnarar í hesi kappingini.
Umframt Knørr og Miðving
kann tað fara at vísa seg, at
Argjabáturin fer at svara
aftur og harvið at lyfta arvin
frá undanfarnu manning.
Fleiri av hesum eru nú um
borð á Drekanum Reyða.
Jarnbardur suverenur
Kvinnurnar
á
Jarnbardi
kappaðust leygardagin bara
ímóti sær sjálvum. Sigurin
á Lómi og Sølmundi var so
sannførandi, at tað ikki kann
roknast við nakrari kapping
um sigurin á stevnunum,
sum bíða.
Jarnbarda
kvinnurnar
missa ikki fokus, hóast hinar
ikki megna av bjóða teimum
av. Merkisvert var tað leyg
ardagin, hvussu nógv tær á
Jarnbardi løgdu í, og hvussu
støðugt og stútt tær róðu.
At Róðrarfelagið Knørrur
nú er stóra felagið í Havnini
sást eisini í kappingini mill
um 6-mannafør við monn-
um. Hetta var annars tann
tættasta kappingin av øllum.
Umframt Jarnbard vóru tað
Hvessingur, Sølmundur og
fyri ein part eisini Gongur
Argir og Drekin Reyði
Sigurin hjá Drekanum Reyða á Klaksvíkingi kann ber boð um, at talan verður um
rimmar ár hjá argjamonnum í mannfólkakappingini, meðan tað á kvinnusíðuni sær út
til, at Jarnbardur og Erla Kongsdóttir enn eina ferð verða í flokki fyri seg