Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 5 I 2. juni 2014 á tú ert sonur Osmund Justinussen, ið allir føroy­ingar kenna sum royndan vinnulívs­ mann og reiðara í eitt mannaminni, er einki at siga til, at tað er fiskur og fiskiskapur, sum myndar prátið við døgurðaborðið. Júst tí kundi eisini verið væntandi, at lívsleiðin lá á sjónum ella bendist á leiðir, sum onkurs­ vegna hava við sjógvin at gera. Men hóast sjólív ella sjóvinnulív kundi staðið í kortunum hjá Gunnari Justinussen, so spurdist einki burtur úr tí, og lívsleiðin bleiv ein heilt onnur. Í dag eigur Gunnar bil­fyri­tøkuna Wenzel í Havn og saman við ein­um øðrum Dekksentrið í Havn, umframt at hann yviri í Íslandi eigur dekkfyritøkuna Sólning. – Nei, eg havi einki havt við sjógvin at gjørt og havi ikki verið ordiliga til skips. Sum drongur var eg við onkran hendinga ísfiska­túr, men annars hevur fiskivinnan í mínum føri mest verið eitt evni í práti. Men so skal eisini sigast, at eg havi hoyrt og hoyri øgiliga nógv um fisk og sjóvinnu, sigur 42 ára gamli Gunnar Justinussen. – Tó skal sigast, at tá eg fyrst í 90-unum búði niðri, fekst eg eitt sindur við at selja fisk í eini tvey til trý ár saman við systkina­ barni mínum, Marna Simonsen, sum í dag er kendur fyri at selja hummara. Vit seldu fiska­vøru, sum kom frá virkinum í Hósvík, sum pápi mín keypti frá MBM í 1992 ella 1993. Men burtursæð frá tí, so havi eg ikki verið í fiskivinnuni upp á nakran máta. Tann stóra passiónin hjá Gunnari var bilar, og tað var bilmekanikari, hann vildi vera. Og eftir at hava verið í praktikk hjá Wenzel Petersen í fólkaskúlanum, fór hann í læru har, tá hann var liðugur við níggjunda flokk. – Eg lærdi har frá 1987 til 1991, men eftir lærutíðina arbeiddi eg ikki meira enn í eitt ár, so fór eg á handilsskúla at taka FHS, tí eg helt, at eg hevði brúk fyri tí. Tá tú ikki megnar at hjálpa børnunum við skúla­ting­ unum í fjórða flokki, mást tú gera okkurt við tað, og tað royndi eg so, sigur Gunnar. – Síðani fór eg til Danmarkar, har eg var í eini seks ár, og meðan eg var har, gekk eg eini tvey ár í skúla tók eg tvær linjur á merkonom, so eg hevði eitt sindur av tí teoretiska upp á pláss. Eg hevði altíð verið eitt ella annað slag av kremmara, haldi eg, tí eg plagdi at keypa knallertir, pussa tær upp og selja tær aftur, og tað sama við bilum. Aftur hjá Wenzel Aftan á tíðina sum eitt slag av fiskasølu­ manni fyri pápa sín, fór Gunnar Justinussen í starv hjá stóru fyritøkuni 3M, har hann hevði deildina, sum seldi bilaútgerð, og tað helt hann vera fínan lærdóm, at banka upp á dyrnar ymsastaðni og royna at selja. – So hendi tað, at eg tvær ferðir fór til Taiwan við pápa mínum og Óla Breckmann, tí pápi seldi svartkalva haryviri, men eg fór bara við av forvitni og fyri túrin. Har kom eg so í samband við ein dekkseljara, og tað endaði við, at eg fekk fatur á nøkrum dekkum frá honum, sum eg so sjálvur seldi í Dan­mark. Tí bleiv tað mestsum av berari tilvild, at eg kom í dekkbransjuna, greiðir Gunnar frá. – Føroyingar áttu at sæð Ísland sum ein heimamarknað hjá okkum, sigur Gunnar Justinussen úr Havn, sum í meira enn tíggju ár hevur selt dekk í Íslandi. Hann fór yvir at bjóða teimum av, ið høvdu sett seg tungt á marknaðin við himmalhøgum prísum, og í dag er hann leiðandi veitarin av dekkum á íslendska marknaðinum Tekst og myndir: Hilmar Jan Hansen Knústi íslendska dekk- marknaðin framhald... Profilurin: Gunnar Justinussen