mánadagur 2. juni 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
nr. 5
I
2. juni 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Hann seldi dekk í Danmark, og í 1998
bleiv tað so til, at hann keypti Dekksentrið frá
Finnboga Arge, sum hann hevur enn, men nú
eigur saman við Rúna Lindberg, sum var við
næstan frá byrjan og nú er tann, sum rekur
Dekksentrið. Tað næsta bleiv so VR bilar, ið
seldi bilmerki sum Volvo og Renault, men av
tí at tað gekk ikki, bleiv avgerð tikin um at
gevast við tí virkseminum.
– Í eina tíð hevði eg nokk so nógv samband
við Óla Svenn Nolsøe, sála, sum eg kendi
væl frá tíðini, tá eg lærdi hjá Wenzel. Hann
var stjóri har og spurdi meg, um eg ikki vildi
yvirtaka fyritøkuna. Tað koyrdi aftur og fram í
eina tíð, og eg kom so til ta niðurstøðu, at tað
var kanska ikki so býtt. Um tað mundið var
tað nokk so lætt at tosa við bankarnar, so tá
avgerðin varð tikin, gekk tað øgiliga skjótt, og
eg haldi, at tað var bara yvir eitt vikuskifti, so
var alt avgreitt, sigur Gunnar.
– Hóast nógv ár vóru liðin, síðani eg
sjálvur lærdi hjá Wenzel, vóru framvegis nógv
av teimum somu fólkunum har enn, sum eg
hevði arbeitt saman við í lærutíðini. Ikki tí,
eg havi ikki mína dagligu gongd har, hóast eg
sum einsamallur eigari sjálvandi eri bland
aður uppí, tí í dag er Jógvan Højgaard stjóri
og er tann, sum rekur fyritøkuna, ið framvegis
selur Ford, men eisini Volvo, sum eg tók við
mær frá VR bilum.
Gunnar letur væl at, hvussu tað gekk tvey
tey fyrstu árini, men at fyritøkan – sum so
nógv annað – rendi seg fasta í 2008, tá fíggjar
kreppan fór at gera um seg. Í 2009 og 2010 var
heilt galið, tá bilasølan fullkomuliga steðgaði
upp, men síðani er gongd so spakuliga komin
á aftur hesa vinnu.
Rein tilvild
Ein summardag í 1999 fekk Dekksentrið ein
kunda, ið skuldi vísa seg at fáa avgerandi
týdning fyri framtíðar vinnuleiðina hjá
Gunnari Justinussen. Hetta var ein íslendskur
bussførari, sum var í Føroyum við einum
stórum ferðafólkabussi, men hevði fingið
trupulleikar við einum av dekkunum, so tað
mátti skiftast.
– Tá hann sá prísirnar, sum vit høvdu,
mundi hann dottið uppeftir. Munurin á prís
unum her og í Íslandi var so mikið stórur, at
hann næstan kundi keypt fýra dekk til bussin
fyri tað sama, sum hann skuldi rinda fyri eitt
yviri í Íslandi. Tað endaði eisini við, at hann
stúvaði sær bussin við so nógvum dekkum,
sum hann kundi rúma, flennir Gunnar, ið
greiðir frá, at hetta veruliga gjørdist ein »eye-
opener« hjá sær.
– Ja, tað gekk skjótt fyri seg, tí eg haldi, at
tað var longu í næsta flogfarinum til Íslands,
at eg var farin yvir at kanna marknaðin. Eg
keypti ein einvegis flogferðaseðil og fekk
mær kamar á sjómansheiminum Örkini í
Reykjavík, og so gekk eg runt og kannaði
dekkmarknaðin í einar tríggjar vikur. So at
mín áhugi fyri Íslandi sum marknaði kyknaði,
stóðst av reinari tilvild, má sigast.
Heilt so skjótt gekk tað tó ikki við at koma
inn á íslendska marknaðin, men Gunnar
læt tíðina arbeiða fyri seg, so tankin kundi
búnast í friði og náðum, og í 2003 helt hann
røttu løtuna vera komna, og tá byrjaði hann
so spakuliga við at selja dekk í heilsølu yviri í
Íslandi.
– Nú hava ross og ríðing verið ein stórur
áhugi hjá mær, og tá er Ísland næstan av
sær sjálvum ein partur av tí heila. Tí hevði
eg nokk so nógv tilknýti til Íslands og ís
lendingar, og tað bleiv eisini hjá einum rossa
bónda á Reykjavíkarleiðini, at eg byrjaði. Vit
tømdu og reinsaðu ein gamlan minkafarm og
fyltu dekk inn, og so vóru vit líkasum klárir at
fara í gongd, sigur hann.
– Úr hesum gamla minkafarminum koyrdu
vit so dekkini út til kundarnar, sum fyri tað
mesta vóru verkstøð, ið keyptu í heilsølu frá
okkum. Ikki var tað so øgiliga fínt tað heila,
tí vit koyrdu út til kundarnar við einum
gomlum jeepi og einum hestavogni, sum vit
fyltu dekkini í. Men tað riggaði.
Knúst marknaðin
At onkur kom inn á marknaðin og bjóðaði av,
vóru íslendsku kundarnir ovurfegnir um, tí
undan hesum vóru tað bara einir tveir sølu
menn, sum sótu á øllum, so teir kundu halda
prísin ivaleysa høgan, tí eingin kláraði at
kappast við teir.
– Vit brutu fullkomuliga tað gamla
mynstrið, sum hevði verið. Men hinvegin
var virksemið hjá okkum slett ikki nóg væl
skipað, tí ofta riðu vit, áðrenn rossið var
saðlað, og av tí sama kom ikki tann stóra
framgongdin í virksemið, sum bara var í
gongd og kanska gott tað. Tað broyttist tó,
tá vit í 2005 lótu upp eitt egið verkstað, so vit
nú ikki bara vóru heilsøla longur. Eg keypti
ein bygning, sum eg læt upp undir navninum
PitStop, og so líðandi lótu fleiri verkstøð upp
aftrat upp á henda mátan, sigur Gunnar.
– Soleiðis var arbeiðslagið, til eg í 2008
keypti eitt 2.000 fermetra stórt verkstað á
Hafnarfirði – bara ein mánað, áðrenn Ísland
fór á húsagang! Alt hjá okkum var fíggjað í
útlendskum gjaldoyra, so vit kendu sviðan av,
at íslendska krónan bara skramblaði niður
eftir. Tað var enntá so løgið ta einu ferðina, at
eg var á veg yvir á fund við Landsbankan, tá
eg á skíggjanum á flogvøllinum sá, at nú var
bankin farin fallitt.
Hóast tað mundi vera so sum so við ís
lendsku keypikraftini, koyrdi virksemið hjá
Gunnari næstu trý árini, og í 2012 keypti
hann so eina stóra dekkfyritøku haryviri, sum
bankin hevði hildið á lívi í eini tvey ár. Tá
bleiv alt virksemið lagt saman, og nú eigur
og rekur Gunnar dekkfyritøku sína undir
navninum Sólning, sum fevnir um seks verk
støð við tilsamans einum 60 fólkum í arbeiði.
– Ja, soleiðis kann alt vendast á høvdið,
flennur Gunnar, meðan hann letur tankarnar
leita aftur til tann dagin í 1999, tá íslendski
bussførarin kom inn á gólvið í Dekksentrinum
í Havn, tí tað var jú har, at alt tað heila
byrjaði.
– Vit hava fullkomuliga endavent íslendska
dekkmarknaðinum, tí tað vóru vit, sum
gjørdu, at prísurin fall, og í dag hava vit
størsta marknaðarpartin. Tá tað var upp á tað
villasta, tí alt fór at kappast, skiftu verkstøð
og fyritøkur eigarar dag og dag, og alt lukkaði
og læt upp hvørt um annað, so tað mynstrið,
ið hevði verið ráðandi og bert hevði gagnað
nøkrum heilt fáum, var eftir 30 ár farið í
smæsta knús.
Einki er broytt
Gunnar ásannar, at henda tíðin hevur verið
øgiliga tung peningaliga, og at tað ikki er fyrr
enn nú, at tað gevur eitt sindur av meining.
– Tað tekur tíð at byggja handilsligt og
vinnuligt virksemi upp, og hetta hevur verið
hart arbeiði øll árini, og tað hevur verri enn
so altíð verið so stuttligt. Og hevði eg vitað,
hvussu hetta fór at verða, so er ikki vist, at eg
so andbráður hevði sett meg umborð á flog
farið til Íslands í 1999, sigur Gunnar, meðan
hann staðfestir, at so hevði tað helst bara
verið okkurt annað í staðin.
– Men hetta hevur havt stóran týdning
fyri meg sum persón, tí Ísland er blivið mítt
annað heim. Og tá eg eri í Íslandi, føli eg
meg líka væl heima, sum tá eg eri í Føroyum.
Vanliga eri eg okkurt um eina viku um
mánaðin í Íslandi og arbeiði, men onkuntíð
er tað meira enn tað. Tá eg eri yviri í Íslandi,
búgvi eg í einum summarhúsi, sum eg havi
bygt mær á einum stórum rossagarði við
einum 200 rossum.
At vera millum íslendingar, heldur
Gunnar vera heilt nakað annað, enn at vera
millum føroyingar, tí í so nógvar mátar eru
íslendingar og føroyingar øgiliga ólíkir.
– Vit betala húsini og brúka pengarnar, tá
vit eiga teir, men íslendingar hava alla tíðina
yvirtrekk. Tí má eg sum forrætningsmaður
sjálvandi vera varin við kredittum, men hin
vegin er íslendski marknaðurin øgiliga livandi
og dynamiskur í allar mátar. Og næstan allir
íslendingar, sum eg kenni, arbeiða hjá sær
sjálvum, greiðir Gunnar frá.
– Eg kenni eisini nógvar menn í Íslandi,
sum eru farnir nakað so logandi á reyvina, og
teir hava sovið á einum smiðjulofti við ongum
hiti og ongum streymi, men hava yvirlivað
allíkavæl. Teir liva á hungursmarkinum,
og hóast teir í langa tíð ikki eiga fyri mat í
munnin, yvirliva teir allíkavæl. Og skuldu teir
so komið til pengar, er tað fyrsta, teir gera,
at keypa sær ein stóran amerikanskan bil.
So upp á tann mátan er einki broytt, hóast
kreppan rakti øgiliga hart.
Profilurin: Gunnar Justinussen
Tað tekur tíð at byggja
handilsligt og vinnuligt virksemi
upp, og hetta hevur verið hart
arbeiði øll árini, og tað hevur
verri enn so altíð verið so
stuttligt. Og hevði eg vitað,
hvussu hetta fór at verða, so
er ikki vist, at eg so andbráður
hevði sett meg umborð á
flogfarið til Íslands í 1999
framhald...
Gunnar Justinussen á rossabaki í Íslandi
Privatmynd