Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-02, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 nr. 5 I 2. juni 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum vit skuldu bara burtur einhard Jacobsen, sum var stjóri á Faroe Seafood tey seinastu 13 árini, til sam­ takið fór av knóranum 3. desember 2010, hevur hildið seg rættiliga kúrran síðani. Men nú búgvið eftir før­oyska fiskivinnurisan loksins er um at vera liðugt av­greitt, hálvt fjórða ár eftir húsa­gangin, sigur hann fegin sína hugsan um tað, ið fyrifórst. – Alt var sera undarligt. Longu í februar 2010, tíggju mánaðir áðrenn húsagangin, fingu vit illgruna um, at aktørar bæði tætt at Faroe Seafood, og í fiskivinnuni annars, saman við fíggingarstovnum arbeiddu við ætlanum, ið skuldu forkoma fyritøkuni í verandi líki. Tí byrjaðu vit longu tá at rinda skuld, alt tað sum vit megnaðu, fyri at minka um tapið og avmarka avleiðingarnar fyri alt samfelagið, um tað skuldi endað við húsagangi, sigur Meinhard Jacobsen. Rindaðu skuld At teir rindaðu so nógva skuld niður tá er beinleiðis orsøkin til, at vanligir ognarar missa sum minst uppá húsagangin hjá Faroe Seafood, heldur hann. Peningur er tøkur til øll lønarkrøvini, og eisini til ein part av vanligu skuldini hjá Faroe Seafood, nú trotabúgvið er um at verða endað, hava bústjórarnir boðað frá. – Fíggingarstovnarnir, Eik og Kaupthing, eru teir sum missa mest, men tað er tíbetur eitt sera avmarkað tap. Eg eri sera fegin um, at vit fingu goldið ein sera stóran part av skuldini niður. Alt hetta var til góðar veitarar, ið vit høvdu samstarvað við í mong ár. – At 100 prosent dekningur ikki er fyri allari skuldini, er fyrst og fremst av tí orsøk, at húsa­gang­urin í sjálvum sær veksur um tapið, tí alt skal seljast sera skjótt, uppsagnarlønir skulu gjaldast, og gjaldast skal eisini til bústjórar­nar, sigur fyrrverandi stjórin á Faroe Seafood. Hann rennur ikki undan, at samtakið var í djúpari kreppu, hevði verið tað í nógv ár, og at útlitini fyri fiskivinnuna, sum var grundað á botnfiskiskapin undir Føroyum, vóru ring, tá fallittbúgvið eftir Eik gjørdi av at steðga kredittveitingini, so ikki slapst undan húsa­ gangi. Men kortini er Meinhard Jacobsen sann­ førdur um, at rakstrargrundarlag fram­ haldandi var fyri Faroe Seafood, um vilji var til tess. – Botnfiskiskapurin einsamallur hevði ikki megnað at hildið lív í Faroe Seafood, tí tann niðurgongdin helt bara áfram, men makrelurin var tað eyka beinið, ið skuldi til. Vit høvdu í longri tíð strongt harðliga á, at fáa økt føroysku makrelkvotuna og lata heimaflotan sleppa at fiska sín sjálvsagda part. Tað eydnaðist eisini júst í 2010, og vit prógvaðu beinanvegin, at tað bar væl til hjá par­trolarunum at fiska makrel. Men tað nyttaði onki, tá ætlanin hjá teimum, ið høvdu buktina og báðar endarnar, ongantíð tyktiskt vera, at vit skuldu hóra undan, sigur hann. Makrel-hóttan Hann sigur, at júst hansara ídnið eftir at fáa lut í makrelfiskiskapinum helst var ein høvuðsorsøk til, at ávísir aktørar í vald­ miklasta partinum í føroysku vinnuni, upp­sjóvar­flotanum, væl hjálptir av politikar­ unum, vildu fáa hann burtur úr føroyska vinnu­lívinum. – Samgongan, sum tá var, gjørdi skjótt greitt, at hon ætlaði ikki at koma okkum til hjálpar, og fleiri politikarar bæði úr samgongu og andstøðu jublaðu næstan, tá vit snaraðu lykilin um. Onkur løgtingslimur rópti enntá upp í Løgtinginum um, at vit skuldu koyrast á húsagang, tí at vit framdu landsskaðiligt virksemi, tá vit saman við Viberg Sørensen og Árna Dam úr Reiðarafelagnum og Thor- brøðrunum í Hósvík royndu at fáa politisku skipanina at krevja meira uppisjóvarfisk, og at loyva vanliga botnfiskaflotanum upp í part at fiska makrel. Men lobbyin hjá Felagnum Nótaskip stýrdi bæði politikarunum og restini av vinnuni tá, og ger tað helst enn, sigur Meinhard Jacobsen og leggur afturat: – Løgið at uppliva, at politikarar rópa upp um at fáa eina privata, føroyska fyritøku á húsagang. Vit fingu nærum kenslu av, at vit sum leiðsla, eigarar og starvsfólk vóru – og kanska enn eru – óynskt í Føroyum. Ótakk í løn Meinhard Jacobsen er tó sera fegin um, at hann og nakrir fáir aðrir aktørar í fiskivinnuni nýttu so nógva orku upp á at sleppa at fiska makrel. – Eg ivist stórliga í, um fiskimálaráðharrin annars hevði gjørt bart í 2010 og tillutað Føroyum eina stóra kvotu, og um onnur enn upp­sjóvarskipini høvdu sloppið upp í part. Okkurt gott spurdist burtur úr, mest av øllum at Føroyar er vorið eitt munandi ríkari sam­ felag í dag, enn tað var fyri fýra árum síðani, stað­festir fyrrverandi Faroe Seafood-stjórin. – Hevur nakar í dag dirvi til at ímynda sær, hvussu støðan hevði verði í Føroyum, um ikki uppsjóvartilfeingið var komið føroyska búskap­inum til góðar? Hetta kom ikki av sær sjálvum, men kom, tí at nakrar eldsálir løgdu alla orku í at fáa broytt støðuna. »Utak er verdens løn«, sigur danskt orðatak, og hesum kann eg bara taka fult undir við, sigur hann. Passivur formaður Faroe Seafood fekk onki andarúm burtur úr makrelævintýrinum, ið byrjaði eitt hálvt ár undan húsaganginum. Føroyski Eik Banki og íslendski Kaupthing Banki fíggjaðu allan raksturin hjá samtakinum, og tá Eik knallaði lokið á kassan og steðgaði kredittinum, var onki annað at gera enn at fara í skiftirættin og biðja um sjálvbodnan húsagang, tí tá vóru ikki longur tøkur pengur til lønir, rávøru og annað. Eik vildi heldur ikki fíggja ein gjaldsteðg. Meinhard Jacobsen heldur tó, at nevndin í Faroe Seafodd við Inga Højgaard, nevndar­ formanni á odda, kundu spælt ein nógv meira aktivan leiklut í stríðnum ímóti, at samtakið við virkjum kring alt landið fór á heysin, og 800 fólk gjørdust arbeiðsleys. – Av nevndarlimunum varð tað bara Jónsvein Knudsen, sáli, ið aktivit tók lut í okkara royndum at bjarga fyritøkuni. Hvat hinir vanligu nevndarlimirnir gjørdu ella fingu gjørt, veit eg ikki, men nevndar­ formaðurin gjørdi so als onki fyri at bjarga Faroe Seafood, heldur tvørturímóti. Hann segði okkum eisini beinleiðis, at hann ikki ætlaði sær aktivt at gera nakað fyri at finna eina loysn við rekonstruksjón og nýggjum íleggjarum ella eigarum. Hetta hildu vit tá var ein sera undarlig støða hjá einum nevndar­ for­manni at hava, tí hansara leiklutur skuldi verði tann beint øvugti, nevniliga at ganga fremst fyri at verja fyritøkuna, ið hann varaði av, sigur Meinhard Jacobsen. Fingu krakk Spurdur, hvat hann meinar við, tá hann sigur, at »nevndarformaðurin gjørdi so als onki fyri at bjarga Faroe Seafood, heldur tvørturímóti«, greiðir Meinhard Jacobsen frá gongdini, tá eitt eigarskifti og ein rekonstruksjón av M Av nevndarlimunum var tað bara Jónsvein Knudsen, sáli, ið aktivt luttók í royndunum at bjarga Faroe Seafood, og nevndarformaðurin gjørdi absolutt onki. Tað sigur Meinhard Jacobsen, ið var stjóri á Faroe Seafood, tá samtakið fór á húsagang í 2010. Hann undrast eisini á, at politikarnir tóktust leggja vertin á, at 800 fólk gjørdust arbeiðsleys mitt í niðurgangstíðunum, ið annars valdaðu Orð og mynd: Ingolf S. Olsen Meinhard Jacobsen: