Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-02, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2014síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 5 I 2. juni 2014 fyritøkuni var upp á tal ein mánaða undan húsaganginum. Tá hevði leiðslan í Faroe Seafood gjørt eitt sonevnt datarúm, ið er ein allýsing av fyritøkuni við øllum skjølum, eisini innanhýsis skjølum. Eitt datarúm verður gjørt í sambandi við ætlaða sølu av einari fyritøku ella pørtum av henni, so áhugaðir keyparar út í æsir hava møguleika at kunna seg um, hvat tað er, teir eru í gongd við at keypa. – Vit, tað vil siga leiðslan í Faroe Seafood, vóru í samráðingum við nakrar áhugaðar íleggjarar. Reiðaríið Varðin í Gøtu var eisini boðið við á ein íleggjar­fund, sum vit høvdu vónir um fór at føra til eina loysn. Men vit bóðu teir um ikki at koma við, tá vit funnu út av, at teir síðuleypandi arbeiddu við egnum ætlanum. – Eik var farið av knóranum fyrst í oktober, og eg veit ikki, hvat fór fram har. Men tíðliga í november fáa vit at vita, at ein loysn er í pottinum. Eitt samtak, har Varðin, Framherji og Sam­herji, íslendska móðurfelagið hjá Framherja, skuldu keypa Faroe Seafood. At ein avtalað var komin undir land, varð fráboðað alment bæði frá Varðanum og frá Eik. – Eg fái tá at vita frá okkara nevndar­ formanni, at hetta samtakið mátti sleppa at síggja allar okkara skipanir og ordra­ bøkur við søluavtalum, kundum o.s.fr., tí avtalan var í pottinum. Eg hevði hug at mótmæla, at teir sluppu at síggja hetta, fyrenn vit høvdu fingið avrit av avtaluni, ið skuldi vera gjørd, men nevndar­formaðurin boðaði mær munnliga frá, at hann vildi, at teir skuldu sleppa at síggja alt um fyritøkuna. – Tað sluppu teir so, umboð fyri Sam­ herja komu á vitjan á høvuðs­skrivstovu okkara og fóru ígjøgnum alt tilfarið inni á okkara skipanum. Og síðani lupu teir frá avtaluni. Nú høvdu teir sæð øll okkara pappírir, og allir hinir áhugaðu íleggjararnir høvdu sjálvandi langt síðani trekt seg, tá teir hoyrdu um, at ítøkilig avtalað varð gjørd við annan keypara. Vit fingu krakk og blivu so ruddiliga lump­aðir, men tað gerst so ikki við, sigur Meinhard Jacobsen. Bústjórin Ingi Højgaard vísir aðra staðir her á síðunum atfinningunum aftur og sigur eisini, at hann sum nevndarformaður eisini ynskti eina aðra loysn enn húsagang. Meinhard Jacobsen undrar seg hin­vegin um, at Eik eftir húsagangin valdi júst Inga Højgaard til bústjóra, og at hann tók av uttan at blunka. – Eg veit ikki, hvat hann hevur gjørt, og hvønn hann hevur tosað við undan húsaganginum, men Eik steðgaði kreditt­ inum, uttan at eg nakrantíð hevði havt ein tann einasta fund við nýggja stjóran har, Jørn Astrup Hansen. Hann tyktiskt hava null áhugað fyri, at Faroe Seafood skuldi halda fram. Nær Ingi Højgaard fekk lovað, at hann skuldi verða búð­stjóri, veit eg ikki, men eg kann bert ímynda sær, at um hann tíðliga hevur fingið hetta í boðið, so hevur hann als ikki havt áhuga í at Faroe Seafood skuldi finna eina loysn, tí samsýningin sum bústjóri er ikki at forsmáa. Um Eik- leiðslan og Ingi Højgaard hava fundast einsamallir undir hesum umstøðum, hevur hetta neyvan verði fundir Faroe Seafood at frama, sigur Meinhard Jacobsen. Meinhard Jacobsen, fyrrverandi stjóri á Faroe Seafood sigur, at hann ikki er beiskur um húsagangin í decembur 2010. – Men eg eri sera harmur vegna øll tey góðu starvsfólkini. Húsagangurin var ikki neyðugur, og kundi verið forðaður, men vit skuldu bara burtur, sigur hann Meinhard Jacobsen, 49 ár, er í dag arbeiðandi nevndarlimur í felaginum Royal Greenland Seafood Sp. Z o.o í Pólandi. Her gongur hann á oddað í arbeiðnum at fáa betra um framleiðsluna á Royal Greenland-virkinum í býnum Koszalin. Hetta virkið hevur havt eina torføra byrjan síðan tað lat upp í 2008. Virkið framleiðir mest flatfisk, men eisini villlaks og tosk. Á aðalfundinum hjá Faroe Seafood fyrstu vikuna í september 2010, var nevndin umskipað. Anfinn Olsen, stjóri í Framherja, sum hevði verið nevndarformaður, tók seg úr nevndini. Ingi Højgaard, advokatur, bleiv nýggjur formaður. Ali Celebi varð nývaldur í nevndina, og hinir nevndarlimirnir vóru Jónsvein Knudsen, Eyðun Olsen, næstformaður, og Kristoffur Laksá.