Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-02, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 nr. 5 I 2. juni 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Óskiljandi húsagangur Christian Andreasen, advokatur, ið varð annar bústjórin í trotabúnum eftir Faroe Fish II, heldur, at alt ov lítið varð gjørt til tess at forða húsaganginum hjá Faroe Seafood-samtakinum. Tað snúði seg bert um eina telefonsamtalu millum teir báðar høvuðskreditorarnar, so høvdu teir kunnað tosa seg til rættis um eina loysn, sigur advokaturin Orð og mynd: Ingolf S. Olsen ú tað vísir seg, at ríkiligt av pengum eru í trotabúnum eftir Faroe Seafood til at rinda allar lønir og eisini eina hampuliga stóra dividendu – umleið 25 prosent – til teir simplu kreditorarnar, eru tað tey, ið halda, at húsagangurin var óneyðugur. Ein slík niðurstøða kann tó illa gerast bara við at staðfesta, at trotabúgvið hevur stórt virði, tí tað var eitt faktum í desember 2010, at felagið ikki longur megnaði sínar fíggjarligu skyldur, og høvuðsfíggjarin, Eik Banki, sum tá eisini var eitt trotabúgv, steðgaði kredittveitingini. Tískil slapst ikki undan húsa­ganginum, sama hvussu høgt virði aktivini í Faroe Seafood-samtakinum høvdu. Óskiljandi Men at tað nakrantíð kom har til, var óneyðugt, heldur Christian Andreasen, advokatur, sum stutt eftir, at skiftirætturin staðfesti húsagangin, varð valdur til bústjóra í Faroe Seafood-dótturfelagnum Faroe Fish II, ið átti skipini hjá samtakinum. – Eg skilti tað ikki tá, og eg skilji tað ikki enn, at tað var hildið vera neyðugt at fara beina kós í skiftirættin, uttan at nøkur verulig roynd varð gjørd at bjarga fyritøkuni, til dømis við einari rekonstruksjón. Har valdaði jú ongin ruðuleiki við nógvum illum kreditorum, ið krevja sítt her og nú, sum støðan annars oftast er, tá tað mest dramatiska stigið, húsagangur, verður tikið. Umframt tey priviligeraðu krøvini, lønar­ krøvini, vóru í høvuðsheitum bara tveir kreditorar, Eik Banki og íslendski Kaupthing Banki. Tað snúði seg bara um eina telefon­ samrøðu millum teir báðar, so høvdu teir kunnað tosa seg til rættis um eina loysn. Men vilji var ikki til tað, og hví hann ikki var tað, kann man so bert gita um, sigur Christian Andreasen. Dýrur húsagangur Hann vil tó ikki sjálvur alment koma við gitingum, men staðfestir, at konkurs-loysnin altíð er tann dýrasta loysnin. – Vit advokatar vita av royndum, at ein húsagangur altíð maksimerar tapið, millum annað tí ein rúgva av lønarkrøvum við uppsagnarløn verða effektiv, meðan ein rekon­struksjón minimerar tað. Væl at merkja, um nakar møguleiki er at lívbjarga sær eftir eina rekonstruksjón. Og tann møguleikn var absolutt til staðar, sigur Christian Andreasen. Tað sum hendi eftir konkursin var í roynd og veru ein rekonstruksjón, har okkurt var selt frá, og onkur virki lótu aftur, meðan kjarnu­virksemið varð keypt burtur úr trota­ búnum og bleiv til Faroe Origin. – Hesir keypararnir vóru eisini á bananum áðrenn húsagangin, og tað er púra óskiljandi, at teir báðir stóru kreditorarnir ikki fóru eftir einari rekonstruksjón eftir hesum leisti, heldur enn beinanvegin at taka eina so dramat­iska avgerð at fara í skiftirættin og harvið vaksa um sítt egna tap, sigur Christian Andreasen. N Christian Andreasen, advokatur, var saman við Eyðfinni Jacobsen, advokati, trotabústjóri í Faroe Fish II, sum var dóttirfelag hjá Faroe Seafood. – Tað er mær púra óskiljandi, at teir báðir stóru kreditorarnir ikki royndu at finna eina loysn, heldur enn at taka tað dramatiska stigið at fara í skiftirættin og við tí bara vaksa um tapið, sigur hann.