mánadagur 2. juni 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
nr. 5
I
2. juni 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Tollmarkið
verður ikki
hækkað
að er dýrt at keypa á netinum,
tá tú situr í Føroyum. Skal vøran
sendast til Føroya koma avgjøld
og tollur á, og ein vøra kann
gerast dupult so dýr, sum hon
upprunaliga var sett til at kosta á
netinum.
Tá tað kemur til smyrls, krem,
luktilsi og annað innan hetta
økið, er einki mark fyri nær tollur
kemur á, og brúkarin skal gjalda toll av vøruni
uttan mun til, um tað er eitt neglalakk til
16,00 krónur ella eitt krem til 500 krónur.
Í seinastu útgávu av »Vinnan«, høvdu
vit samrøðu við Elsu Bech, sniðgeva, sum er
búsitandi í Svøríki. Hon hevur egnu fyritøku
og selur mest á netinum. Hon hevur millum
annað stórar trupulleikar av, at tað er so dýrt
at selja til Føroya. Størsti málbólkurin hjá
henni er føroyingar, men føroyinar kunnu
ikki keypa nakað fyri yvir 299 krónur, við
frakt, uttan at tollur kemur á. Tí selur hon
ikki so nógv til Føroya, sum hon kundi, sigur
Elsa Bech við Sosialin. Harumframt koma
avgjøld frá Posta og Taks, sum gera vøruna
enn dýrari, og tað kann vera ógjørligt hjá
kundanum at vita, hvat vøran fer at kosta í
veruleikanum, sigur Elsa Bech.
Hækka ikki tollmarkið
Men Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri,
sigur, at ongar ætlanir eru um at hækka toll
markið fyri vørur keyptar umvegis netið.
– Fyri tað fyrsta er tað kappingaravlagandi.
Tey sum eru vinnurekandi í Føroyum, og
skuku hava ein handil at bera seg, skulu
gjalda avgjøld, toll og mvg, og tað er kapp
ingaravlagandi, um brúkarin kann keypa
vøruna uttan øll hesi avgjøld frá eitt nú einum
donskum handli, sigur hann.
Haraftrat er tað ein inntøku trupulleiki
fyri landið, um markið verður flutt ov høgt
upp. Eitt nú hevur Posta sligið upp, at markið
verður hækkað til 2000 krónur.
– Um markið verður flutt á 2000 krónur
gongur tað so mikið út yvir inntøkuna, sum
landið hevur av søluni, at pengarnir mugu
koma onkra aðrastaðni frá, sigur Jørgen
Niclasen.
Internethandilin er komin fyri at vera
Fíggjarmálaráðharrin ásannar tó, at internet
handilin er komin fyri at vera, og sigur, at
Fíggjarmálaráðið í løtuni arbeiðir við at gera
skipanina smidligari fyri brúkaran. Eitt nú
kann ein brúkari uppliva, at ein pakki, sum
inniheldur ein dunk av barberskúmi, skal
tollast sum luksusvøra. So kemur tollavgjald
aftrat, og so eksploderar prísurin bráddliga á
einum pakka, sum skuldi havt ein prís undir
300 krónur í alt – tað er ikki í lagið og skal
broytast, sigur fíggjarmálaráðharrin.
– Vit arbeiða við at finna eina loysn, sum
ger tað smidligari hjá brúkaranum, uttan at
tað er kappingaravlagandi í mun til lokala
vinnulívið, og uttan at tað gongur út yvir
inntøkurnar hjá landinum, sigur hann.
T
Tað er dýrt at keypa á netinum, tá tú býrt í Føroyum. Fíggjarmálaráð-
harrin er tó ikki sinnaður at gera nakað við lága tollmarkið, sum
er á 300 krónur, tá tú keypur vørur umvegis internetið
Marjun Dalsgaard
Internethandil
– Tað er kappingaravlagandi um brúkarin, sum keypir á netinum, ikki skal gjalda
tey avgjøld, sum tann, sum hevur handil í Føroyum skal, sigur Jørgen Niclasen
– Tað er trupult at selja til Føroya umvegis
netið, sigur Elsa Bech. Hon er sniðgevi og
hevur eina fyritøku í Svøríki, har hon býr.
Ein stórur partur av hennara málbólki býr
í Føroyum, men av tí at tollmarkið
er 300 krónur við farmagjaldi,
verður tað dýrt hjá brúkarum at
keypa vørur frá henni umvegis
netið. Umframt toll koma
avgjøld frá Posta og Taks