Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-02, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2014síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 5 I 2. juni 2014 Serliga sminka, luktilsi og aðrar vørur, sum koma undir sonevnt punktgjald, ella reglur um luksustoll, sum tað eisini er nevnt, er dýrt hjá teimum vinnurekandi at innflyta. Men tað verður møguliga broytt nú, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri Marjun Dalsgaard íggjarmálaráðharrin er í holt við at hyggja uppá, um skipanin við nethandli úr Føroyum kann gerast smidligari. Tað er dýrt at selja sminku og luktilsi í Føroyum, og keypir tú tað á netinum, er einki ovara mark fyri, hvat tað kann kosta, fyri at tú skal gjalda toll fyri tað. Allar vørur bólk­inum barberskúm, luktilsi og so fram­vegis verða tollaðar um tú keypur umvegis netið, og var tað ikki so, var tað ringt at verða vinnurekandi í Føroyum innan hesa vinnurgrein, sigur fíggjar­mála­ ráðharrin. Orsøkin er, at innflytarar av hesi vøru, tað vil siga, tey vinnurekandi í Føryum, gjalda 20 % í punktgjaldi, og onkuntíð kemur gatt tollur eisini omaná. Hann heldur tó, at tað møguliga loysir seg, lækka avgjøldini í hesum vørubólkunum. – Tað er helst so, at nógvir føroyingar keypa smyrls, luktilsi og krem uttan­ landa, tí tað er so dýrt í Føroyum. Tískil kann tað væl vera, at tað loysir seg at lækka punktgjaldið, tí fleiri so fara at keypa vøruna í Føroyum, um hon verður bíligari. Tað er nakað, sum vit hyggja uppá í løtuni, sigur hann. – Vit sóu tað, tá vit tóku eyka­av­ gjaldið av fløgum. Handillin við fløgum vaks so mikið, at tað loysti seg at avtaka av­gjaldið, sigur Jørgen Niclasen. F Hyggja uppá luksustollin Serliga sminka, luktilsi og aðrar vørur, sum koma undir punktgjald, ella verða luksustollaðar, sum tað eisini verður nevnt, er dýrt at innflyta hjá teimum vinnurekandi. Sum brúkari á internetinum, er heldur einki tollmark, tá tú keypir sminku og luktilsi. Tað merkir, at øll vøra, sum verður keypt umvegis netið verður tollað, uttan mun til, hvat hon kostar