mánadagur 2. juni 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
nr. 5
I
2. juni 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
DÝrt at vera vinnurekandi í Føroyum
Miriam Reinert Olsen hevur Make Up Store og Stjørnuskotið, har hon selur vakur-
leikaviðgerðir og sminku, krem og annað til kropspleygu. Flest allar vørur, sum
hon selur, verða álagdar punktgjald og eru tískil dýrar at selja í Føroyum
Marjun Dalsgaard
minka, luktilis og krem verða
álagt 20 prosent í eykaavgjaldi,
tá tað verður innflutt til
Føroya. Haraftrat kemur gatt
tollur oman á summar av
vørunum, farmagjald og mvg
av tollaðum vørum umframt
farmagjaldið skal somuleiðis
avgreiðast.
– Eg hevði gjarna vilja selt
til prísir, sum liggja á sama støði, sum eitt nú
í Danmark, men tað ber ikki til, sigur Miriam
Reinert Olsen, sum hevur Make Up Store og
Stjørnuskotið í Havn.
Tollur, avgjøld og mvg gera vørurnar so
dýrar, at tað er ringt at selja til kappingarførar
prísir í Føroyum. Summar vørur selur hon við
lítlum og ongum vinningi, tí hon gjarna vil
bjóða kundanum góða góðsku.
– Eg havi eitt krem, sum eg selji við lítlum
og ongum vinningi. Hetta er ein vøra, sum
eg gjarna vil bjóða kundunum, sigur Miriam,
men um eg skal hava vinning av henni, verður
hon so dýr, at eingin tímur at keypa hana,
sigur hon.
– Tá tað kemur til kropspleygu og vakur
leikaviðgerð, kanst tú ikki bara hava onkra
bíliga vøru á hyllini, tú má hava merkir, sum
kundarnir kenna, sum teimum dáma og sum
geva eitt gott úrslit, og vit vilja gjarna selja
tær vørur, sum vit brúka í okkara viðgerðum,
og tað eru ofta nokkso dýr merkir, sigur
Miriam Reinert Olsen.
S
Vinnurekandi innan klædnahandlar
uppliva somuleiðis, at tað er dýrt at
hava handil í Føroyum. Millum annað
tí at tey gjalda mvg av farmagjaldinum
umframt av sjálvari vøruni. Tekur tú
eitt nú ein kassa við 5 jakkum heim
fyri 5.000 krónur og 500 krónur koma
omaná í fragt, skulu 10 % leggjast
oman á í gatttollið. Harftrat skal 25
procent í mvggjaldið leggjast aftrat av
tí tollaðu vøruni við fragt. Ein jakki, sum
í innkeypsprísi kostar 5.000:5 = 1.000
krónur, kostar sostatt 8.112,5:5=1.622
krónur eftir øll avgjøld eru løgd á.
Fakta
Tollur
og avgjøld
Gatt tollur á klæðir: 10 %
Punktgjald og sminku,
luktilsi og annað: 20 %
Meirvirðisgjald: 25 % av kostnaðin
inkl. tollið og farmagjaldi
Tollavgjald: 30 krónur
Avgreiðslugjøld frá Posta eru ymisk, eitt nú
62,5 krónur fyri vinnurekandi um innihaldið
á pakkanum kostar yvir 3000 krónur
Tá tað kemur til krops-
pleygu og vakurleikaviðgerð,
kanst tú ikki bara hava onkra
bíliga vøru á hyllini, tú má hava
merkir, sum kundarnir kenna
– Tað er ringt at selja sminku og krem til ein kappingarføran prís, men nú verður tað møguliga lættari. Jørgen Niclasen sigur,
at Fíggjarmálaráðið í løtuni kannar, um tað loysir seg at lækka eykaavgjøld á sokallaðar luksusvørur, sigur Miriam Reinert Olsen