Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-02, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 nr. 5 I 2. juni 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Leasing av vinnu- og firmabilum Í nøkur ár hava tvær av stóru bilasølunum, Auto Service og Reyni Service, bjóðað vinnukundum at leasa sínar bilar í staðin fyri at keypa teir. Magnus Gunnarsson ámal av Reyni stjóri á Reyni Service sigur, at leasing er ser­liga ætlað vinnulívinum – fyri­tøkum og stovnum. Tó eru tað eisini privatfólk ið velja at leasa bilar, tá er grundgevingin í flestu førum, at tað eru ongar óvæntaðar útreiðslur. Kundin veit til eina og hvørja tíð hvat mánaðar­gjaldið, kostnaðurin av bilinum, verður fyri alt leasing tíðarskeiði. Í grannalondum okkara er tað at leasa ein vinnubil næstan eins vanligt og at keypa bilin. Tað eru nógv sløg av vinnubilum og hava tær ymisku vinnugreinarnar ymiskar biltørvir, alt frá vøru og lastbilum í ymiskum støddum til seljara og stjórabilar. Smærri fyritøkur kunnu hava ein ella nakrar fáar bilar meðan aðrar størri fyritøkur hava fleiri bilar. Ein vaksandi partur av vinnubilum verða leasaðir, tí tað eru fyrimunir fyri fyritøkurnar sum skulu hava bilarnar. Fyrimunir við leasing er, at kapitalur verður leysgivin og betrar um likviditetin hjá fyritøkuni, tí penginga­bindingin er avmarkað í mun til keyp av bili. Í sambandi við leasing av bilum er tað soleiðis, at bilasølan eigur bilin, meðan tann sum leasar bilin, er skrásettur sum brúkari av bilinum. Tann sum leasar bilin rindar eitt fast mánaðarligt gjald, tað gjaldið umfatar trygging, vektgjald, alt viðlíkahald og dekk. Við at leasa firmabilarnar verður kapitalur leysgivin, sum kann brúkast á øðrum økjum og til aðrar uppgávur. Við at langleiga bilin er startkostnaðurin munandi lægri enn við keyp av nýggjum bili. Eisini umsitingarliga er leasing ein fyri­ munur, kundin nýtist ikki at fara út at finna fígging, tað eru heldir eingin stovningar- og tinglýsingarkostnaður av láni. Bert eitt mánaðar­ligt gjald. Kundin nýtist heldur ikki at hugsa um virðistap. Langleiguavtalurnar verða tilpassaðar tørvin hjá kundanum, sum t.d. hvussu nógvar kliometrar hann koyrir um árið. Endamálið er eisini, at tað skal vera ómaka­leyst fyri kundan, sum t.d. fær ein annan bil at koyra í, um bilurin er á verkstað. Mest vanligt er, at ein leasingavtala er galdandi í 3-5 ár, tá hevur kundin møguleika at lata bilin inn og síðan gera eina nýggja leasinga­vtalu, sigur Sámal av Reyni stjóri í Reyni Service. S Sámal av Reyni stjóri í Reyni Service