mánadagur 2. juni 2014síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
nr. 5
I
2. juni 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Ókeypis
lýsingar
stimbra
útberingini
in tann størsta avbjóðingin
hjá siðbundnu postverkunum
kring allan heim er støðugt
lækkandi talið av útberingum.
Brøv, rokningar, lýsingar og
annað verða í alsamt størri mun
send móttakarunum á talgilda
netinum, meðan postverk um
allan heim hava verið tvingað
at fremja ógvusligar tillagingar í
rakstrinum.
Føroyar eru einki undantak, og samstundis
sum stórar tillagingar eru framdar á Posta,
hevur stovnurin miðvíst arbeitt við nýggjum
virkisøkjum og tiltøkum, sum kunnu stuðla
undir kjarnuvirkseminum.
Bæði – ikki annaðhvørt
Nýggjasta átakið hjá Posta er lýsinga
portalurin, bera.fo, har øll tey tilboðsbløð,
ið annars verða borin út kring landið, eisini
kunnu lesast talgilt.
Her kann brúkarin sammeta tilboðini
hjá ymsu handlunum. Innkeypslistar kunnu
gerast, og eisini kunnu hesir deilast við aðrar
brúkarar. Eitt nú um frúan í húsinum hevur
sæð okkurt tilboð, sum maðurin skal hava
heimvið.
Rókur Jákupsson Jakobsen varð fyri
stuttum settur í starv sum marknaðar- og
samskiftisráðgevi á Posta, og hann hevur
millum annað menningina av Bera um hendi.
– Endamálið hjá Posta við hesum er fyrst og
fremst at geva eitt eyka virði til lýsingabløðini,
soleiðis at vit á tann hátt kunnu stimbra útber
ingini, sum jú er kjarnuøkið hjá Posta.
– Kring allan heimin er gongdin, at
kundarnir í størri og størri mun handla á
netinum, men hinvegin vísir gransking eisini,
at enn er tað so, fólkum dámar betur at fáa
eitt nú lýsingabløð á prenti. Við Bera kunnu
vit hjálpa kundum okkara at fáa bæði, tí tað
nýtist ikki at vera annað hvørt online ella
prent.
– Tað merkir so eisini, at hetta fyrst og
fremst er ein møguleiki hjá
teimum, sum senda síni
lýsingabløð umvegis Posta.
Vit hava longu havt nakrar
fyrispurningar frá kundum,
sum einvíst hava ynskt at
fáa sínar lýsingar á Bera.
Kostnaðarkonseptið
skal tó vera ájavnt
E
Tað ljóðar heldur rangvørt, men endamálið hjá Posta við ókeypis lýsinga-
portalinum – Bera – er at stimbra útberingini av prentaðum lýsingum
Jákup Mørk
Á bera.fo kunnu ymsu lýsinga
bløðini lesast í talgildari
útgávu, og eisini kunnu
prísir á vørum sammetast.
Talan er tó bert um bløð, sum
verða borin út av Posta
Lýsingar: