Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-02, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2014síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 5 I 2. juni 2014 Rókur Jákupsson Jakobsen sigur, at ókeypis lýsingaportalurin fyrst og fremst skal stimbra undir útberingini hjá Posta við at skapa virðisøking fyri tey, sum lýsa við kostnaðin hjá teimum, ið fáa síni lýsingarbløð útborin. Og vit halda í øllum førum, at bæði kundar okkara og vanligi brúkarin fær eitt meirvirði við hesum møgu­leikanum, sigur Rókur. Stórur dátugrunnur Hjartað í bera.fo er ein stórur dátu­ grunnur, har hópin av dátum um ymsu vørurnar og tilboðini kann skrásetast. Á tann hátt ber eisini til at sammeta tilboð av ymsum slag, og í hesum liggur betraða úrtøkan hjá vanliga brúkaranum. – Vit hava við vilja bygt dátugrunnin upp, so hann er nógv meira umfatandi, enn tørvurin er her og nú. Tað skal bera til at skráseta smálutir á ymsu vørunum, soleiðis at kundin kann vera vísur í, at saman­ beringarnar eru fyri púra eins vørur. Líkamikið um hetta er teldur, bananir ella vørur frá einum timburhandli. – Fyrstu tíðina hava vit tvey røsk fólk, sum brúka nakrar tímar um vikuna at skráseta allar lýsingarnar. Posta umsitur hetta at byrja við, fyri at leggja eitt høgt og gott støði. Men í fram­tíðini fáa kundarnir møguleika at velja sjálvi, um Posta skal tøppa inn fyri tey, ella um tey sjálvi vilja tøppa inn. – Tá er okkara uppgáva at tryggja eina javn­bjóðis kapping. Bæði við at ansa eftir, at tað, sum verður tøppað inn er í neyvum sam­svari við prentaðu lýsingina, og við at syrgja fyri, at øll tilboð koma út sama dag. Er til dømis talan um lýsingablað fyri mat­vøru­ handil, eru hesi oftast galdandi mána- til sunnu­dag. Tá syrgja vit fyri, at øll bløðini verða atkomulig júst somu tíð mánamorgun, so eingin fær fyrimun av at kenna tilboðini hjá kappingarneytanum. – Og so skulu vit sjálvandi eisini ansa eftir, at leiðreglurnar hjá Brúkara­umboðnum um góðan marknaðar­ føringssið verða hildnar. Eitt nú at talan veruliga er um tilboð. Støðugar tillagingar Ein dátugrunnur av hesum slagnum inni­ heldur sjálvandi nógv framtíðar­perspektiv. Eitt nú kann hugsast, at tú umvegis bera.fo kann gera innkeypslista, og at Posta síðani syrgir fyri, at vørurnar verða keyptar, har tilboðið er best, og at vørurnar verða bornar til dyrnar. Men hóast hesin møguleikin er til staðar, so er hetta ikki tað, sum liggur fremst í ætlanunum hjá Posta, sigur Rókur. – Tað er sjálvandi ein møguleiki, og vit fara ikki at útihýsa nøkrum. Broytingar innan brúkaravanar kunnu henda skjótt, og bara tíðin kann vísa, um hetta er ein framtíðar vinnu­vegur hjá Posta. – Hinvegin er skipanin longu nú upp­ bygd soleiðis, at til ber at leinkja niður í net­handilin hjá ymsu lýsingakundunum. Gongdin kring allan heimin er jú, at fólk í alt størri mun gera síni keyp umvegis netið, meðan fysisku handlarnir í størri og størri mun virka sum framsýningargluggi. Og eg dugi ikki at síggja, hví tann gongdin ikki skal verða tann sama her í Føroyum. – Men alt hatta eru framtíðarperspektiv. Her og nú ræður um hjá okkum at menna og tillaga skipanina, so hon tænir brúkarunum best møguligt. Og fyrstu royndirnar siga í øllum førum, at fólk taka væl undir við hesum. Eini 1.000 fólk hava tikið niður app’ina, sum er gjørd, og tað er bæði hugaligt og stuttligt at uppliva, at fólk ganga til handils, meðan tey á fartelefonini skeita eftir inn­keyps­listanum á fartelefonini. Eini 10.000 ymsir brúkarar hava verið á skipanini, og av hesum hava eini 1.000 skrásett seg sum brúkarar higartil, sigur Rókur Jákupsson Jakobsen. Endamálið hjá Posta við hesum er fyrst og fremst at geva eitt eyka virði til lýsinga­ bløðini, soleiðis at vit á tann hátt kunnu stimbra útberingini