týsdagur 3. juni 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. juni 2014 · Nr. 63
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Glas, pottabrot og sterkur
luktur av smyrjiolju var tað
fyrsta Eyðun Dal-Christian
sen møtti, tá hann kom út til
verkstaðin hjá sær í morgun.
Rundan um brunnin, sum
hann
hevur
leigað
frá
Tórshavnar
Kommunu
og innrættað til verkstað,
svumu svávulpinnar runt
í olju og ballónir lógu og
sløddust. Hesar skuldu helst
nýtast til oljuna, so hon
kundi blakast inn ígjøgnum
vindeygað.
Í átta ár hevur Eyðun
Dal-Christiansen arbeitt á
verkstaði sínum úti á Norð
asta Horni - einum gomlum
brunni, sum hann sjálvur
hevur gjørt rættuliga nógv
við. WC og takvindeygu
eru sett í og rúm eru gjørdi
inni, so møguligt er at sita
og arbeiða í nógvar tímar.
Eyðun er á verkstaðnum
hvønn dag og sigur, at hann
hevur
brúkt
fleiri
1000
tímar upp á at gera brunnin
egnaðan til endamálið. Her
hevur hann so sitið í friði
og náðum og arbeitt við síni
grótlist inntil fyri einari viku
síðani. Tá Eyðun kom niðan
til verkstaðin tann 25. mai,
varnaðist hann, at ein rútur
var brotin. Hann ruddaði
upp rundan um bygningin og
setti eina plátu upp fyri vind
eyga við eini heilsu til her
verksfólkini. Nakrar dagar
seinni var aftur galið. Nú var
enn ein rútur brotin og ein
posi við onkrari sevju, varð
blakaður inn gjøgnum vind
eygað, greiður Eyðun Dal-
Christiansen frá. Posin liggur
enn á gólvinum, eins og grót
liggur fleiri støð á gólvinum,
har tað er komið singlandi
inn gjøgnum vindeyguni.
Hava roynt eldáseting
Í nátt var so triðju ferð, at
Eyðun Dal-Christiansen var
útsettur fyri herverk, og
gerningsfólkini hava tikið
herverkið eitt stig longur
hesaferð. Tað er heilt týðuligt,
at ein roynd er gjørd at seta
eld á, staðfestir vagthavandi
á Politistøðini. Olja flýtur
allastaðni bæði uttanfyri og
inni á wc’inum. Svávulpinnar
liggja somuleiðis og flóta
í oljuni, sigur hon. Eyðun
Dal-Cristiansen er ei heldur
eitt sekund í iva um, hvat
gerningsfólkini hava viljað.
- Her er eingin ivi um, at
hetta er ein tilvitað roynd
at seta eld á, og hetta er ikki
smádreingir,
sigur
hann.
Stóru grótini, sum eru syft
langt inn í bygningin, kunnu
ikki vera tveitt av smádreingj
um, heldur hann. Hann er
ólukkuligur og ráðaleysur.
- Eg veit ikki eingongd,
hvussu eg skal reinsa olju
Eg eri skelkaður
Onkur hevur roynt at seta eld á verkstaðin hjá Eyðun Dal-Christiansen, ið arbeiðir við grótlist.
Tríggjar ferðir innan fyri átta dagar hevur onkur gjørt seg inn á brunnin, sum hann hevur
innrættað sum verkstað og í nátt styrknaði herverkið, tá roynt varð at seta eld á
herverk
Hetta er sera ódámligt,
og vit taka tað í størsta
álvara, sigur løgreglan.
Hon heitur á fólk, sum
kunnu hava sæð nakað
illgrunasamt, um at
seta seg í samband
við løgregluna á
telefon 351448