Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 4. juni 2014 · Nr. 63 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 na upp, sigur Eyðun Dal- Christian­sen. Hann er skelk­að­ur og kennir seg for­ fylgdan. Serliga brotnu krússini og skálirnar uttanfyri gera, at Eyðun Dal-Christiansen heldur, at hetta snýr seg um nakað persónligt, og at viðkomandi kunnu gera seg inn á onnur ting hjá honum. - Her liggja krúss og skálir, sum hava staðið innanfyri. Tað vil siga, at onkur hevur haft armin inni, tikið hesi ting­ini út og hevur hamrað tey inn ímóti vegginum – tað tykist mær, sum um hetta er okkurt persónligt, sigur hann. Hann hevur lagt nógv arbeiði og pengar í at fáa brunn­in gjørdan egnaðan til verk­stað. - Eg havi bygt alt hetta upp sjálvur, og eg havi stríðst við lekar, stormar og regn. Tað kann eg fyrihalda meg til, men eg havi ilt við at fyri­halda meg til, at onnur menniskju skulu gera hetta til­tiv­að, tað klári eg slett ikki, sig­ur hann. Ger grótlist Eyðun Dal-Christiansen er hýruvognsførari í gerandis­ deg­num, og arbeiðir við grót­list í frítíðuni. Fyri nøkr­um árum síðani gjørdi hann av at gera nakað sín gamla dreym, sum er at gera ymiskt burtur úr gróti. Hann ger grótlampur, veggir, tún og trappur. Tað, sum hann óttast nú, er, at tað arbeiði, sum hann hevur brúkt mán­ aðir uppá, skal fara til spillis. - Tað ringasta er, um tað eg havi arbeitt við brotnar. Her liggja mánaðir av arbeiði aftan­fyri, sigur hann og leggur aftrat: - Mær vitandi er eingin, sum ger tað sama sum eg, og fólk kunnu meina um tað, sum eg geri, hvat tey vilja, men hetta er ótrúliga groft – eg eri púra ráðaleysur, sigur hann. - Fólk gleðast um ymisk ting – summi fiska síl og onn­ur mála. Hetta er tað, sum eg gleðist um, og á ein ella anna hátt kennist tað, sum at tilverðan rapar, tá slíkt hendir, sigur Eyðun Dal- Christiansen. - Eg hgusi, hvat verður tað næsta? Og eg óttist at hesi fara at brenna alt mítt arbeiði av, sigur hann. Eldáseting er álvarsamt Eitt er at knúsa rútar. At royna at seta eld á, er nakað heilt annað, og hetta er sera ódámligt og eittsindur óhugna­ligt, siga tey á politi­ støð­ini. - Vit fara at gera tað vit kunnu fyri at finna útav, hvør stend­ur aftanfyri. Millum annað kunnu vit senda nakr­ ar royndir til Danmark, og vóna at fáa onkra brúkbara vitan burturúr tí, sigur vagt­ havandi. - Vit taka hetta í størsta álvara. Eldáseting er álvar­ samt og kemur undir revsi­ lógina, verður sagt av politi­ støðini. Politiið heitur á øll, ið møguliga hava sæð okkurt ill­grunavert við brunnin at venda sær til løgregluna á 351448. Hendingarnar fóru fram uttanfyri vatnbrunnin, sum Eyðun Christiansen brúk­ar til verkstað náttina til 25. mai, 29. mai ella 2. juni Brunn­urin sæst omanfyri býlingin á Norðasta Hornið. Hann liggur nærhendis rossafjósunum. og ráðaleysur herverk Eyðun Dal-Christiansen hevur leigað ein niðurlagdan vatnbrunn frá Tórshavnar Kommunu, sum hann hevur gjørt egnaðan til verkstað. Hann situr hvønn dag og arbeiðir við síni grótlist á verkstaðnum