Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-03, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. juni 2014 · Nr. 63 30 Sosialurin mentanarnáttin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Sum partur av skránni fyri ment­ an­ar­náttina í Havn letur Summar­ fram­sýn­ing­in 2014 upp í Norður­ landa­hús­inum fríggjadagin 6. juni klokkan 12, og opið verður á ment­ anar­náttini til klokkan 22. Tað, sum sermerkir hesa fram­ sýning í ár, er, at ymisk list úr glasi verður felagsnevnarin, sum fer at geva teimum vitjandi høvi at upp­ liva nógvar ymiskar møguleikar í glasi. Sjey kønar hendur Inger Smærup Sørensen, sum sam­ skipar Summarframsýningina fyri Norðurlandahúsið, vísir á, at tað, sum eisini er serstakt við hesi fram­sýning, er, at tað eru sjey kønar hendur, sum evna list úr glasi. – Í fyrsta lagi er tað okkara egni, Tróndur Patursson, ið er ein stórur glas­listarmaður í altjóða høpi, son­ ur hansara, Brandur Patursson, og síðan eru fimm útlendsk glas­lista­ fólk úr Norðurlondum og Balta- londum. Hesi eru Brynhildur Thor­ geirsdóttir (IS), Pipaluk Lake (DK), Kristiina Uslar (EE), Outi Turpeinen (FI) og Onnu Viktoriu Norberg (SE). Samskiparin sigur, at fram­sýn­ ingin hesaferð er ein rættiliga stór verkætlan, og glaslistaverk hjá hesum listafólkum verða so­leiðis at síggja bæði í forhøllini, dansi­ stovuni og í Klingruni í Norður­ landa­húsinum. – Talan verður um bæði stórar og smáar lutir og eitt, sum fólk ikki minst kunnu gleða seg til, er at síggja, hvussu ymiskt hesi lista­ fólkini arbeiða við glasi og litum. Áhugaverd samanseting Inger Smærup Sørensen sigur, at øll glaslistafólkini úr útlandinum eru kend í sínum londum, og onk­ur er eisini kendur út um egnar land­ oddar. – Í samstarvi við Trónd Paturs­ son og Norðurlandahúsið hava vit í funnið fram til hesi fólkini, sum nú koma at mynda stóru glas­ framsýningina. Hon sigur, at tað er ikki soleiðis, at øll hesi sjey listafólkini kennast frammanundan, men onkur teirra hava ivaleyst møtt hvørjum øðrum á øðrum listarframsýningum. Spennandi og forvitnisligt Samskiparin sigur, at sjálv er hon sera spent eftir at síggja glas-fram­ sýningina, sum letur upp fríggja­ dagin, tí henda er nakað heilt ser­ stakt í listarligum høpi. – Jú, hetta verður sera spennandi og ikki minst forvitnisligt, ásannar hon. Inger Smærup Sørensen sigur, at Summarframsýningin verður opin til heystar. – Seinnu árini er upplatingin av árligu Summarframsýningin í Norður­landahúsinum vorðin part­ ur av mentanarnáttini í Havn, og soleiðis verður eisini í ár, nú ment­ anarnáttin stundar til. Samskiparin leggur aftrat, at hug­skotið at sýna fram glaslist eisini hevur til endamáls at seta fokus á okkara kenda og mata glaslistarmann, Trónd Patursson. SMAKKA letur upp Fríggjadagin, tá Summarfram­sýn­ ingin 2014 letur upp, letur eisini nýggja kafé’in SMAKKA upp í Norð­ urlandahúsinum, og her verður høvi hjá vitjandi at royna ymiskar heilsugóðar brellbitar. Norðurlandahúsið bjóðar so­ leiðis til ein jazz-bita fríggjadagin millum klokkan 12 og 13 við sprelskum jazztónum frá bólkinum Yes or No. Stór og forvitnislig glaslista- framsýning á mentanarnátt Upplatingin av árligu Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum er vorðin ein afturvendandi partur av mentanarnáttini í Havn, og soleiðis verður eisini í ár, nú forvitnislig glaslistaframsýning letur upp á middegi fríggjadagin. Sama dag letur eisini nýggja kafé’in SMAKKA upp í Norðurlandahúsinum – Hugskotið at sýna fram glaslist hevur eisini til endamáls at seta fokus á okkara kenda og mata glaslistarmann, Trónd Patursson, sigur Inger Smærup Sørensen, samskipari Savnsmynd