Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-03, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2014síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. juni 2014 · Nr. 63 46 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Tróndur Arge Grundlógardagin vita vit, um B68 hevur nakran møgu­leika at skaka føroyska fót­bólts­ heimin og koma í steypa­ finlauna. Tað er tey fægstu, sum meta at B68 hevur nakran møguleika at koppa verandi FM vinnarunum og FM favorittunum úr HB. Megna toftamenn ikki at koma við óvæntaða úrs­ lit­inum hóskvøldið, so er torført at ímynda sær, at teir kunnu gera nakað í Gunda­ dali. B68 uttan Evrard Ble Toftamenn hava higartil havt eitt gott kappingarár. Teir eru røttu megin niður­ flytingar­strikuna og eru framvegis í steypa­kapp­ ingini. Tað sá ikki so gott í løtum í byrjani, men sigurin á ÍF í fjórðingsfinlauni gav felagið eitt ordans skump rættan veg. Jógvan Martin Olsen, venj­ari hjá B68, hevur sein­ astu dystirnar funnið eina saman­seting, sum riggar. Í hesi ætlan hevur Evrard Ble verið snúningspunktið á mið­vøllinum saman við Jann Inga Petersen og Hákuni Edmundsson. Nú verður spenn­andi at síggja hvat venjarin hjá B68 ger, nú hann ikki hevur Evrard Ble tøkan. Seinastu dystirnar hevur B68 ikki brúkt Jónleif Højgaard frá byrjan, men hetta er so ein møguleiki í annað­kvøld, men so verður Jógvan Martin noyddur at flyta runt upp á liðið. Fyri B68 verður tað týdn­ingar­mikið, at halda halda monnum sum Fróða Benjamin­sen og Heina Vatnsdal vekk frá málinum, meðan bakkarnir skulu arbeiða yvir, tí vongspælið hjá HB verður av­gerandi nú ongin Andrew av Fløtum er við. HB leypir á Heðin Askham, venjari hjá HB, leggur ikki fingrarnar í millum, tá hann vísir á, at HB aldrin spælir fyri at halda nullið. Hetta er ein greið­ur boðskapur um, at føroya­meistarnir úr HB ikki koma inn á Toftir at spæla verjukent, hóast talan er um fyrru hálvfinaluna í steypa­ kappingini. Tað merkir á álops­spæl­ inum, at Andrew av Fløtum ikki er tøkur. Hann hevur eina fibur í lær­inum. Fram­ herjin hevur annars verið millum týdningar­miklastu spæl­ararnar í lands­kapp­ing­ ini higartil. Tað kemur at merkja upp­ spælið hjá HB, sum næstan altíð fer gjøgnum Andrew, sum leitar aftur í vøllin eftir bóltinum. Heðin vil ikki siga hvussu hann loysir álops­ trupul­leikan. HB hevur brúkt René Shaki Joensen í álop­inum, men tað tykist ikki vist um hetta verður loysnin aftur hesaferð. Heðin hevur pilkað skjótu menninar hjá B68 burturúr sum vandamiklastu vápnini hjá toftamonnu. – Vit hava fyrireika okk­ um uppá, at teir hava nakrar skjótar spælarar, sum mill­ um annað gjørdu av við KÍ. Teimum hava vit eyguni við, sigur Heðin, men leggur dent á, at tað verður ikki gjørd við at leggja seg langt aftur á vøllin. Hetta merkir so, at vit koma at síggja miðvøllin hjá HB arbeiða hart fyri at steðga B68 í at sleppa at spæla skjótu menninar sum Óla H. Olsen leysar. HB er favorittur – Hetta er møguelikin hjá B68 Sambært veddingar­fyritøk­ unum, so er HB stór­favo­ ritt­ur at seta tingini upp á pláss longu í fyrri hálv­final­ uni. Nordicbet gevur bara pengar­nar aftur 1.45 ferðir upp á ein sigur til HB, meðan ein sigur til B68 gevur odds 5.95. Skal B68 gera sær nakrar tankar um at skaka fót­ bólts­føroyar, so má ein stór­ur parturin av grundini stoyp­ast grundlógardagin á Toftum. HB er stórfavorittur at koma í finaluna í kappingini um Løgmanssteypið. Skulu toftamenn gera ein vørr, so verður tað serliga á Toftum at tað skal gera. HB er uttan Andrew av Fløtum, meðan B68 er uttan Evrard Ble VIT TIPPA André Olsen um dystin... Um B68 skal vinna, skulu teir fyrst og fremst fáa verjuspælið at rigga. Serliga tað at dekka upp fyri álopsspælinum hjá HB, sum ger pláss fyri renningum til miðvallararnir. Har­afturat er tað eisini umráðandi at miðvøllurin hjá B68 fær vunnið duellir móti Fróða og Heina. Sum eg skilji á lagnum, er Blé skaddur til hóskvøldið. B68 skal útnytta tær støðurnar, tá teir sleppa at kontra og tá er Óli Olsen mest avgerandi leikarin. Av teirri orsøk at hann er tann skjótasti leikarin í umstillingspælinum og av tí at hann ofta fær avslutta álopini hjá B68. Um HB skal vinna, er tað umráðandi at teir frá byrjan av, fáa ferð á dystin. Um HB fær ferð á sítt spæl, eiga teir at hava eitt gear meir enn B68. Um HB ikki fær ferð á sítt spæl, eru tað deyðbóltsstøðurnar, ið koma at vera avgerandi fyri HB. Vænti tað verður ein dystur við nógvum duellum á miðvøllinum og tí eru lyklaleikararnir fyri HB Fróði Benjaminsen og Heini Vatnsdal á miðvøllinum Eg vænti at dysturin verður javnur. Vænti at B68 leikararnir koma at leggja øgiliga nógv fyri, men eg ivist í, um tað er nokk. Vænti at HB vinnur við minst einum málið. B68 og HB uttan profilar Fyri B68 verður tað týdn­ ingar­mikið, at halda halda Fróða Benjamin­ sen vekk frá málinum Blé verður ikki við... ...Eiheldur Andrew av Fløtum