Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-03, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2014síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

47 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 4. juni 2014 · Nr. 63 ítróttur fótbóltur 95 prosent fokus á okkum sjálvum Skaddur Andew órógvar HB Venjarin hjá B68 heldur kort­ unum tætt at kroppinum undan hálvfinaluni. B68 verður uttan Evrard Ble, sum hevur verið týdningarmikið á miðvøllinum, men fyrr­ ver­andi landsliðs­venjarin vil ikki avdúka hvussu hann ætlar at loysa tann trupul­ leikan. – Tað merkir at vit hava eina nýggja støðu og hana fyrihalda vit okkum til, sigur Jógavn Martin og leggur afturat; – Vit hugsa bara um teir spælararnar, sum eru tøkir, sigur venjarin hjá B68 víðari. B68 hevur havt nakrar góðar vikur, síðani teir vunnu á ÍF í fjórðingsfinaluni. Jógvan Martin tykist hava funn­ið eina samanseting, sum riggar á miðvøllinum, men tað verður so aftur broytt nú Evrard Ble er úti. Hóast HB er stórfavorittur at koma víðari, so vil Jógvan Martin ikki seta fokus á mót­ støðuliðið. – Vit hava sjálvandi nakrar informatiónir um HB, men vit fokusera 95 prosent upp á okkum sjálvar, sigur Jógvan Martin Olsen. – Vit skulu spæla okkara møguleika og tað gera vit við at verða klárir frá byrjan og bara hugsa um hendan dystin í fyrsta umfari, leggur venjarin hjá B68 afturat. Hann vil ikki seta orð á hvat er eitt gott úrslit fyri B68, men ásannar at úti­ vallarmál telja meiri. So helst skal B68 lukka av í verju­part­ inum fyrst og fremst. trondur@sosialurin.fo – HB hevur ongantíð spælt fyri at halda nullið, og tað gera vit heldur ikki hesaferð. Vit spæla bara fyri at vinna, sigur Heðin Askham, venjari hjá HB. Hóast HB hevur útidystin fyrst, so verður ikki talan um nakran verjukendan tak­ tisk­an dyst frá HB sambært venj­aranum. – Vit taka tað sum ein og hvønn annan dyst, sum vit skulu vinna. Vit síggja ljóst og fríkst upp á uppgávuna, sigur Heðin, sum virðing fyri mótstøðuliðnum. – B68 hevur spælt nakrar góðar dystir í seinastuni og vit hava tað virðing fyri teim­ um, sum teir hava uppiborið, sigur venjarin hjá HB. Fyri HB kemur tað illa við, at Andrew av Fløtum er skaddur. Hann er týdn­ingar­ mikil í upp­spæl­inum, og tað kemur merkist. – Tað broytir sjálvandi kon­septið hjá okkum í upp­ spæl­inum. Vit hava roynt okkum við René Shaki Joensen í álopinum, men eg havi ikki tikið avgerð um hvussu vit gera enn, sigur Heðin Askham. trondur@sosialurin.fo Jógvan Martin Olsen: Heðin Askham: VIT TIPPA Teitur Joensen um dystin... Eg vænti mær ein taktiskan dyst – serliga frá B68. Teir eru stórir »underdogs« í hesum dyst­ inum, og skulu teir geva sær nakrar vónir um at koma í steypafinaluna, so er umráðandi at fáa eitt gott útgangsstøði. Tað vil siga, at úrslitið í fyrsta dystinum má vera gott. Um B68 skal gera sær nakrar vónir um at fáa eitt gott úslit, so skal defensiva skipanin fyrst og fremst vera góð. Verjan og miðvøllurin skulu arbeiða og rigga saman, tí HB kemur at vera klárt meira á bóltinum. Um teir skulu hava mál, so er eisini umráðandi, at teir eru neyvir í umstillingunum. Í hesum sambandi vil eg peika á tveir sera týdningarmiklar leikarar. Fyrst og fremst Jann Inga Petersen sum stýrimaðurin á miðvøllinum. Hansara royndir gera tað, at hann verður týdningar­mesti maðurin í royndunum at halda defensivu skipanina. Harafturat má eg nevna Óla Olsen. Áleyparin er heitur og vandamikil, og skal B68 hava mál, so liggur nógv á honum. Hvat viðvíkur HB, so er tað umráðandi hjá teimum at finna lykilin til at lata verjuna hjá B68 upp. Dýpdarreninngarnar frá miðvøllinum verða umráðandi, og her eru leikarar sum Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal, Kristin Mouritsen, Levi Hanssen, Símun Samuelsen og René Shaki Joensen týdningarmiklir – alt eftir hvør teirra byrjar a vøllinum. Harafturat haldi eg, at HB skal leggja nógv fyri í royndunum at fáa eitt skjótt mál, tí hetta kann lætta nógv um teirra uppgávu, tí á pappírinum skulu teir vinna hesa hálvfinaluna. Eg tippi, at HB vinnur 2-0. Myndir: Álvur Haraldsen B68 Skaddir: Evrard Ble (knæ), Niklas Poulsen (liðband), Janus W. Mortensen (lærkrikin) og Emil Ronaldsson HB Skaddir: Andrew av Fløtum (fibur) og Gunnar Haraldsen (lærkrikin)