hósdagur 5. juni 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. juni 2014 · Nr. 64
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
– Eg var ikki í iva um,
hvat eg skuldi gera, tá vit
hoyrdu neyðarkallið. Sam
bært sjóreglunum skal tú
gera títt ítasta fyri at bjar
ga mannalívum, sum eru í
vanda, og tí gav eg beinan
vegin boð um at seta kós
móti skipinum, sum var um
at søkka.
Orðini eigur Anton Olsen,
og eru tey tikin úr blaðnum
Eygað, sum kom út í 1975 og
umrøddi stóru bjargingina
í suðurkinesiska havinum.
Her greiðir tann tá 54 ára
gamli skiparin úr Rituvík
frá tí, sum skuldi vísa seg
at gerast ein av størstu
bjargingum til havs í heims
søguni.
Hann hevði siglt sum
skipari hjá Mærsk í 16 ár,
tá søguliga bjargingin fór
fram.
– Tað var eitt øgiligt
fólk at síggja á dekkinum
á søkkandi skipinum. Men
reiðiliga hylling á, hvussu
nógv fólk talan var um,
fingu vit ikki, fyrr enn
fólk í hópatali vóru komin
umborð til okkara. Har
bleiv við at koma fólk úr
mastrarhúsum, undan lúku
karmum og alla møguliga
staðni frá, har tey høvdu
ligið samanstúvað, greiðir
Anton Olsen frá í samrøðu
við Eygað afturi í 1975.
Tað var um morgunin,
hin 2. mai í 1975, at skiparin
á Claru Mærsk hoyrdi neyð
arkallið frá suðurvietnam
esiska skipinum. Við henda
túrin var Bergtóra, kona An
ton Olsen:
– Vit vóru hjá skipinum
umleið klokkan 11 fyrra
partin og løgdu beinanvegin
upp á síðuna á søkkandi
skipinum.
Beinanvegin
tustu fólk umborð úr øllum
ættum. Veðrið var av tí
allar fagrasta og tað gekk
sera væl at fáa øll umborð.
Ikki eitt fór niðurímillum,
greiddi Bergtóra Olsen frá í
samrøðu við Eygað.
Á ferðini inn til Hong
Kong við flóttafólkunum
virkaði
hon
som
jarðarmóðir umborð. Ikki
færri enn trý børn blivu
fødd
hesar
dagarnar.
Sambært
fjølmiðlunum
fekk eitt teirra navnið
Clara
eftir
skipinum,
meðan eitt annað fekk
navnið Anton, uppkallað
eftir skiparanum úr Rituvík.
Tá skipið kom inn til
Hong Kong varð skipað fyri
tíðindafundi, har Anton
Olsen greiddi frá stóru
bjargingini. Tíðindini fóru
um allan heimin.
Sera nógv er skrivað
um bjargingina, og mesta
av hesum er síðani lagt út
á internetið. Eisini sjón
bandabrot
frá
tíðinda
fundinum í Hong Kong,
har Anton Olsen greiddi frá
bjargingini.
Tað
er
hetta
nú
søguliga tilfar, ið familjan
hjá
Anton
Olsen
við
nýmótans tøkni vil knýta
at minnisvarðanum yvir
heimskenda skiparan úr
Rituvík, ið við bjargingini
skrivaði seg inn í heims
søguna.
Bjargingin fór um allan heim
Skiparin úr Rituvík gjørdist heimskendur, tá hann stóð á odda fyri at bjarga
túsundtals flóttafólkum úr Vietnam. Ikki færri enn trý børn blivu fødd umborð
á Claru Mærsk á veg inn til Hong Kong, og eitt teirra fekk navnið Anton
bjargingarbragd