Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 6. juni 2014 · Nr. 64 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Marjun Dalsgaard Tað er nú ella ongantíð. So­ leiðis segði leiðandi yvir­ lækn­in á Psykiatriska Depl­ i­num, Tormóður Stórá, við Sosial­in 13. mars í ár, tá tað gjørd­ist greitt, at tey 15, sum hava fastan bústað á Psyki­ atriska Deplinum, ikki fingu framí­hjárætt til sambýlið, Eystan Heyg. Í hesum sambandi stað­ festu bæði Karsten Hansen, heilsumálaráðharri, og Tor­ móður Stórá, leiðandi yvir­ lækni á Psykiatriska Deplin­ um, at sambýlið Eystan Heyg upprunaliga skuldi byggjast til búfólkið á Psykiatriska Deplinum. Karsten Hansen segði í hesum sambandi, at Heilsumálaráðið hevði lat­ið Almannamálaráðnum grund­ økið, so tey kundu byggja sambýlið til fólkini á Psyki­ atriska Deplinum. Polit­isk semja var tó um, at tað ikki er ein haldgóð loysn at skriva í eina lóg, hvør skal búgva í einum sambýli. So­statt varð upprunaliga lógin broytt, og búfólkini á Psyki­atr­iska Deplinum mistu fram­í­hjá­ rætt­in til íbúðirnar. Annika Olsen, lands­stýr­ iskvinna í almanna­mál­um sigur, at hon sum politik­ ari kann ikki leggja seg út í, hvør sleppur inn í eitt sam­ býli, og ein samd visita­tións­ nevnd hevur nú við­gjørt um­sóknirnar til sam­býlið. Tað er greitt, at fleiri av teim­um, sum búgva á Psyki­ atriska Deplin­um, ikki hava fing­ið bjóðað pláss og polit­ iska útmeldingin um, at øll, sum búgva á Psykiatriska Deplinum skulu hava bústað uttan fyri hospitalsumráðið, er sostatt kollsilgd. Ov gomul til hems Hermann Mortensen, deildar­ leiðari í Trivnaðardeplinum, umboðar Almannaverkið i visitatiónsmevndini saman við Halli Thomsen, stjóra í Menningardeplinum og Ing­ un Mohr Jacobsen, stjóra í Trivnaðardeplinum. Hann sigur, at ein orsøk til at fleiri av búfólkunum á Psykiatriska Deplinum ikki hava fingið bjóðað pláss í sambýlinum er, at tey er ov gomul, og tí ikki eru egnað at búgva í íbúðunum. – Hetta eru íbúðir, sum krevja, at tú ert rættiliga sjálv­bjargin. Haraftrat hava nakrar av teimum hems, og tær eru ikki egnaðar til eldri fólk, sigur hann. Fleiri av teim­um, sum hava fingið pláss í sambýlinum eru ung fólk, og atlit verða eisini tikin til, hvør passar saman í ein­um slíkum føri, sigur Hermann Mortensen. Hann veit ikki, hví man hevur valt at inn­ rætta íbúðirnar soleiðis, at búfólkini skulu vera sjálv­ bjargin og kroppsliga for­ holds­vís væl fyri. Tað er byggiharrin, sum hevur av­ gjørt tað, sigur Hermann Mort­en­sen. Annika Olsen, lands­stýris­ kvinna í almannamálum sig­ ur, at innrættingin var av­ gjørd áðrenn hennara tíð. – Hetta er eitt so gamalt mál, sum hevur ligið leingi, og hatta er áðrenn mína tíð, sigur hon. Hallur Thomsen sigur, at avgerðin um hvør skal búgva í sambýlinum, byggir á eina saml­aða meting av tørvi hjá teim­um, sum hava søkt og um tey eru egnað at búgva í sam­býlinum. Seks fingið pláss Av tí at tað enn eru nøkur, sum ikki hava givið játtandi svar, er ikki endaliga greitt, hvør flytur inn í sambýlið Eystan Heyg. – Tað eru í øllum førum trý pláss eftir Eystan Heyg og av tí at fimm av teimum, sum flyta inn Eystan Heyg, koma frá øðr­um sambýlum, verður pláss aðrastaðni í skipanini, og tað er møguligt, at búfólk frá Psykiatriska Deplinum eru egnað at búgva har, sig­ ur Hallur Thomsen. Tað er tískil møguligt, at fleiri av Psykiatriska Deplinum fáa bjóðað eitt pláss uttan fyri depilin. Enn hava sjey av teim­um 15 búfólkunum á Psyki­atriska Deplinum fing­ ið bjóðað pláss í sam­býlinum Eystan Heyg. Seks av teimum hava takkað ja. So­statt er tað eisini nøkur, sum helst vilja búgva har, sum tey eru nú. – Vit skulu eisini hugsa um sjálvsavgerðarrættin hjá hesum fólkunum, og summi av teimum hava kanska ikki hug til at flyta, sigur Hallur Thomsen. Fleiri av teimum, sum hava sagt ja takk til pláss í sambýlinum hava royndir við at búgva á hendan hátt frá Psykiatriska Deplinum, har man hevur roynt at venja tey við umstøðurnar áðr­enn. Ikki nøktandi Annika Olsen, landsstýris­ kvinna í almannamálum, sig­ur, at tað ikki er nøktandi, at búfólkini á Psykiatriska Deplinum vera verandi har. – Umstøðurnar eru ikki nøkt­andi. Tað eru vit samd um, og heilsumálaráðharrin, Karsten Hansen og eg eru samd um, at okkurt skal ger­ast fyri, at tey fáa betri bústað, sigur Annika Olsen. Hon er ikki samd við Her­ manni Mortensen í, at ein loysn kundi verið, at Al­ manna­verkið yvirtekur rakst­urin av býlunum hjá bú­fólkunum á Psykiatriska Deplin­um. Umframt at meta um, hvør er egnaður til at flyta inn í sambýlið Eystan Heyg, skal visitatiónsnevnd­ in somuleiðis koma við ein­ u­m uppskoti um, hvat skal gerast fyri tey, sum ikki koma út av Psykiatriska Deplinum í hesum umfarinum. Hvørki Hall­ur Thomsen, stjóri á Menn­ingar­depl­in­um og Eldra­deplin­um ella lands­ stýris­kvinn­an í al­manna­mál­ um vilja siga, um hetta merkir, at fleiri pláss vera gjørd til fólk, sum hava sálarliga sjúku. Tað er ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Tór­ móði Stórá, áðrenn blað­ið fór til prent­ingar, men hann segði við Sosialin tann 13. mars, at hann óttast, at hetta er seinasti møgu­leiki at fáa búfólkini á Psyki­atr­iska depl­in­um út frá sjúkra­hús­ um­ráð­num. Tað er nú greitt, at ikki øll, sum hava fastan bústað á Psykiatriska Deplinum, sleppa út í hesum umfarinum. Tað ásannar Annika Olsen, landstýriskvinna í almannamálum, nú visitatiónsnevndin hevur viðgjørt allar umsóknirnar til sambýlið Eystan Heyg Í visitatiónsnevndini sita: Ingun Mohr Jacobsen, leiðari av Trivnaðardeplinum Hermann Mortensen, deildarleiðari í Trivnaðardeplinum Hallur Thomsen, leiðari av Menningardeplinum Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum Tað ikki er nøktandi, at búfólkini á Psykiatriska Deplinum vera verandi har, og vit skulu finna eina loysn, sigur Annika Olsen. Hon vil ikki siga, um ein loysn merkir fleiri búpláss Seks av 15 fólkum, sum eru fastbúgvandi á Psyki­atr­ iska Deplinum, hava fingið pláss í sam­býl­inum, Eystan Heyg. Um­framt at meta um, hvør skal bjóðast pláss í sambýlinum, skal visita­ tións­nevndin koma við einum uppskoti til eina loysn viðvíkjandi teim­um, sum ikki fáa nakað pláss uttanfyri hospitals­umráðið í hesum um­far­inum. Tað er ov tíðliga at siga nakað um, hvat tann loysnin verður, og hvørki Annika Olsen, lands­stýris­ kvinna í almanna­málum, ella Hallur Thomsen, leið­ari á menningar­depli­n­um, vilja siga, um loysn­in merkir, at fleiri pláss verða bygd innan psyki­atriska økið. Tey vilja heldur ikki siga nakað um, nær ein loysn væntandi verður funnin. Skulu finna eina loysn Øll sleppa ikki av Psykiatriska Deplinum Sambýlið Eystan Heyg fevnir bæði um sjálvstøðugar íbúðir og íbúðir, sum eru tættari knýttar at hvørjum øðrum, og tí eru meira sambýliskendar. Fyri at búgva í teimum, skalt tú vera rættiliga sjálvbjargin og ikki hava stóran tørv á hjálp. Eitt nú eru fleiri innrættaðar soleiðis, at tær hava hems, og tískil eru tær ikki egnaðar til eldri fólk, sigur Hermann Mortensen, deildarleiðari á Trivnaðardeplinum