Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. juni 2014 · Nr. 64 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Barbara Holm 25. mai eydnaðist tað Arne Vatnhamar at koma upp á heimsins hægsta punkt. Men tað var ikki nakar lættur túrur hjá Arna. Í fleiri førum ivaðist hann í, um hann fór at síggja síni kæru aftur, og á vegnum oman aftur kláraði hann bert nøkur fet á gangin. Arne fekk 23. mai boð um, at veðrið fór at vera til vildar 24. og 25. mai, og sostatt var níggju daga langa bíðitíðin av. Hann og ferðalagið fara til gongu ímóti toppinum. Ávegis niðan merkir Arne, at hann hevur fær ilt í høgru síðu. Fyri hvørt fet gerst pínan verri, og Arne verður greiður um, at hann helst hevur vatn á lungunum. Tað eydnast honum at koma niðan á tann sokallaða falska toppin, men hann varnast, at hann enn hevur nakrar metrar eftir, og gerst ivingarsamur. – Eg eri ikki errin av tí avgerð, eg tók tá. Eg visti hasir seinastu metrarnir kundu vera munurin millum lív og deyða, men eg var so nær við, at eg mátti halda fram, sigur Arne. Hann gongur víðari og klárar upp á toppin. Men gleðin var stokkut. Arne verður bert á toppinum ta løtuna, tað tekur at taka tríggjar myndir av Merkinum, og síðani fara hann og hjálparin oman aftur. – Tað var ein løgin kensla at vera á toppinum. Eg var glaður og errin, men samstundis bangin fyri at doyggja, greiður Arne frá. Stutt frá ovastu tindunum fer Arne at hosta illa – og hostar blóð og slím úr lungunum. Tá gerst hann greiður yvir, at støðan var hættislig. »Um tú setur teg niður á Everest, kemur tú ikki upp aftur«. Eitt orðatak sigur, at setur tú teg niður á Mount Everest, so kemur tú ongantíð upp aftur. Og tað vóru mongu líkini á leiðini prógv um. – Eg kláraði bert at ganga nøkur fá fet, og so mátti eg steðga. Túrurin oman var langur og strævin, og til tíðir kendi eg meg í lívsvanda. Men eg setti meg so ikki niður, greiður Arne frá. Spurdur í dag um Mount Everest var tað vert er Arne heldur ivasamur. – Ja, tá eg siti her, var túrurin tað verdur. Men um eg hevði sett meg niður har uppi, so hevði eg sitið har enn. Eg skilji ikki, eg fór upp, tá eg visti at heilsan var ring, sigur Arne, sum sjónliga er rørdur av at vera heima aftur millum familju og vinir. – Tá eg stóð har uppi og tók Merkið fram, tá gjørdist eg errin. Errin av at umboða mítt land, sigur Arne. Tá Arne verður spurdur Mount Everest Eg ræðist meg Hósmorgun klokkan 07.00 kom Arne Vatnhamar aftur til Keypmannahavnar, eftir at hava verið burturi frá familju og vinum í 9 vikur fyri at ganga tann harðasta túrin í lívi sínum. Hóast ivasama heilsu valdi Arne Vatnhamar at fara tann síðsta teinin niðan á toppin at veittra við tí føroyska flagginum, og hann mundi ikki komi oman aftur. – Eg fór langt yvirum tað, sum eg hevði lovað familjuni og mær sjálvum, tá ið eg valdi at fara upp, hóast eg hevði vatn á lungunum. Eg trúði ikki eg fór at klára oman aftur, sigur Arne Vatnhamar