hósdagur 5. juni 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 6. juni 2014 · Nr. 64
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
um, hvat stendur eftir í dag
frá túrinum, er hann ikki í
iva um, at Merkið á heimsins
hægsta tindi var tað besta.
– Tú stendur har, og alt
er undir tær. Tú sært fjøll og
dalar og merkir veruliga, at
tú ert ovast í verðini, sigur
Arne.
Hann er ógvuliga glaður
fyri tann stuðul, sum hann
hevur fingið frá føroyingum
seinastu mánaðirnar.
– Eg hevði ikki væntað, at
so nógv fóru at stuðla mær,
men tað eri eg ótrúliga glaður
fyri, og í veruleikanum eisini
rørdur av, sigur Arne.
Eingin ivi er um, at Arne
Vatnhamar 25. mai fullførdi
ta ringastu uppgávuna, sum
hann fer at fullføra í sínum
lívi, og tað sæst eisini aftur
á honum. Hann hevur tikið
seg aftur við 15 kiloum og
hevur
seinastu
vikurnar
havt okkurt sum minnir um
sveisueygu, pínu í lungunum,
frostskaða í andlitinum og
kent seg í lívsvanda.
– Eitt er so sikkurt og vist,
og tað er, at eg fari ongantíð
upp á Mount Everest aftur,
sigur Arne Vatnhamar at
enda.
barbara@sosialurin
Mount Everest
sjálvan
Túrurin:
6. apríl
fer Arne úr Keypmannahavn til
Katmandu
10. apríl
fer Arne úr Katmandu til fyrsta
basan á Mount Everest
15. apríl
er Arne á basanum á 5.200 metra
hædd
15. – 23. apríl
skiftist millum basan á 5.200
metra hædd og 6.400 metra hædd
og svóvu á 7.000 metra hædd fyri
at venja seg við luftina
24. og 25. apríl
ganga Arne og ferðalagið niðan á
toppin
25. – 28 mai
eru Arne og hjálparin á basanum á
6.400 metra hædd
29. mai
ganga teir omanaftur
5. juni
kemur Arne aftur til
Keypmannahavnar
Mong ery tey, sum hava
latið lív í royndini at náa
heimsins hægstu tindum.
Á leiðini niðan á heim
sins hægsta fjall eru lík at
síggja nærum allan vegin.
Summi eru deyð orsakað
av omanlopi, onnur eru
dottin, meðan mong hava
mist týðandi kropsførleik
ar orsaka av tunnu iltini
og tískil deyð.
Orsøkin til, at líkini
enn liggja har er, at tyrlur
ikki kunnu flúgva í høgu
hæddini, og einki fólk
megnar at bera onnur
oman av fjallinum.
Summar frágreiðingar
eru um fólk, sum hava
brotið
seg
sundur
á
fjallinum, har ferðalag
teirra má lata tey vera
eftir, tí sannlíkt hevði alt
ferðalagið doyð av at hjál
pa tí særda.
Tað er serstakliga tann
tunna iltin í hæddini, sum
er vandamikil, og tískil
hava ferðandi iltmasku
við sær á Mount Everest.
Yvir 200
lík á Mount
Everest