hósdagur 5. juni 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. juni 2014 · Nr. 64
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hendan tíðin á árinum verður knýtt at einari
fantastiskari kenslu av lívi, áræði, gleði og vón.
Óansæð hvussu veturin hevur verið, kemur fyrst
várið við sínum brellbitum um, at nú er summarið á
veg.
Hendan fantastiska kenslan er torfør at lýsa, men
hon hevur vælveru við sær. Alt lýsnar, bøurin
grønkast og sjálvt lukturin í náttúruni boðar frá, at
hendan tíðin má njótast. Alt skal fáast við. Gleðina
yvir lív, vøkstur og vælveru geva vit burtur av frá
hvørjum øðrum. Hetta er tíðin, har vit barnafamiljur
royna at vaska klæðir undan børnunum, sum halda,
at tað er super at spæla vatnkríggj og svimja í ánni.
Sjálvt um tað viðhvørt er eitt sindur troyttandi at
hava nakrar karmar liggjandi á gólvinum, tá man
kemur frá arbeiði, ja so smílist eg, sum oftast og
minnist hvussu fantastiskt tað var at koma dýggjvát
inn til ommu at skifta fyri at fara beina kós út aftur
og uttan iva enda í ánni lítla løtu aftaná.
Men best, sum alt stendur í blóma, verða vit mint
á, at aftan á hesa fantastisku kenslu av lívi er ein
onnur kensla, sum kennist sum ein stór kontrast
til árstíðina. Lívið hevur eina baksíðu, og tað hevur
fingið meg teir seinastu dagarnar at hugsa nógv um,
hvat vit menniskju renna eftir. Hvat er tað, sum ger
at vit skunda okkum so nógv, at vit ikki sansa og
njóta tað, sum er beint framman fyri okkum? Hvat er
tað, sum ger, at vit ikki steðga á, hugsa okkum um, og
siga, ja her er alt, sum mær tørvar, og eg njóti og hvíli í
tí, sum eg havi og geri?
Tað er nokkso torført allíkavæl, tí at tað er okkurt
í okkum menniskju, sum ger, at vit hava tørv á, at
finna okkum eitt pláss í tilveruni ella í hesum heimi,
áðrenn vit duga og kanska hava møguleikan fyri, at
kunna seta okkum eitt sindur aftur á og njóta lívið.
Ofta hava vit eydnuna, og alt tað, sum okkum tørvar
beint framman fyri nøsina uttan at vit hava sansað
tað. Tað eru tey tíðarbil, har man er noyddur at steðga
á og spyrja seg sjálva: “eri eg á rættari kós og eru míni
virði, tey eg ynski at hava og leggja í míni børn?”
Hesi tíðspunktini kunnu hava samband við sjúku
ella deyða, tey tíðspunktini tá vit menniskju verða
tvungin at steðga á eina løtu fyri at minna okkum á
ella fyri at læra okkum, at her er ein heilur heimur,
vit kunnu njóta, bara vit loyva okkum at síggja tað.
Øll fólkini, sum eru rundan um okkum, tey hava
vit lyndi til at halda fara at verða her hjá okkum í
allar ævir. Tað er alt ov trupult at fyrihalda seg til,
at hugsa sær, at man brádliga má liva uttan ein man
elskar.
Lív og deyð verða vit mint á av og á, og fyri meg ger
tað, at eg verið noydd til at fyrihalda meg til, um eg
havi nátt tað eg vil, um tað vildi verið so, at eg ikki
eri her í morgin. Tað er ofta torført, men eg haldi
eisini, at tað hevur nógv gott við sær. Tað ringasta
er, at man verður noyddur at fyrihalda seg til lívið
og njóta tað, so gott sum man kann , sjálvt um vit
ofta verða mint á, at onkur manglar. Tískil er tað
umráðandi, at minnast tey, vit sakna, tá vit vakna til
ein fantastiskan dag við nógvari sól og nógvum lívi.
Minnast tey við einum smíli.
Eyðgerð Mørkøre
Kruse
málsviðgeri
EYGA
MÁLIÐ
Summarið
boðar frá lívi
kjak
kjak
Appendix til Decorum Officiale
Hans Pauli Strøm
fyrrv. landsstýrismaður
Bjørn á Heygum hevur eina
áhugaverda og góða grein við
heitinum Decorum Officiale:
Siðastandurin í Føroyum.
Í greinini er tíverri ein
faktuel upplýsing, sum er
skeiv: í einum broti skrivar
Bjørn, at eg varð noyddur frá
sum landsstýrismaður vegna
ein meirnýtslu á 270 mió. kr.
Rætti
samanhangurin
er hesin, sum er uppsettur
í talvuni niðanfyri, og eru
tølini
roknskapartøl
frá
Gjaldstovuni fyri árini 2005-
08, sum var tíðarskeiðið, ið
landsstýrismálanevndin
kannaði:
Meirnýtslan í almanna- og
heilsumálum fór í høvuðs
heitum til sjúkrahúsviðgerðir,
fólka- og fyritíðarpensjónir
og almenna forsorg, serstak
liga breka-økið
Sum talvan vísir var meir
nýtslan á øllum málsøkjum,
umleið líka stór í almanna-
og heilsumálum sum fyri øll
hini málsøkini samanlagt.
Men av tí at almanna- og
heilsumál høvdu meir enn
helvtina av allari fíggjarlógini,
so var lutfalsliga meirnýtslan,
tvs. roknað í % av játtanini,
umleið tann sama ella enntá
eitt vet minni í almanna- og
heilsumálum enn fyri hini
málsøkini.
Meirnýtslan hesi árini var
sostatt ikki nakað serstakt
fyri almanna- og heilsumál,
ið var tað málsøkið, eg var
landsstýrismaður fyri – men
eitt fyribrigdi fyri øll máls-
øki, meir summastaðni og
minni aðrastaðni. Eisini var
hetta
eitt
afturvendandi
fyribrigdi tey nógvu árini
frammanundan hesum tíðar
skeiðnum.
Hetta verður ikki skrivað
fyri at bera í bøtuflaka fyri
tann ringa siðastandin, sum
Bjørn tekur til. Men fyri at
ávísa, í hvussu stóran mun
hetta var ein generellur
trupulleiki. Tí kendist tað
eisini ikki sørt undarligt, at
landsstýrismálanevndin
í
2009 gjørdi av at taka eitt
av landsstýrisfólkunum úr
rúgvuni í síni kanning og fell
andi niðurstøðu.
Rættleiðing frá grannskoðara
virkinum NUMO
Bjarni Arnason
stjóri
løggildur grannskoðari
www.numo.fo
Í oddagrein í kvøld við yvir
skriftini “Hava einki lært”
viðgerð Sosialurin útbjóð
ingina av grannskoðan í
sambandi við nýggja tunnils
felagið. Eirikur Lindenskov
sigur óbeinleiðis, at talan er
um dumpingprís og setur
spurnartekin við grannskoð
aragóðskuna.
Samstundis
verður Eik málið á marg
háttligan hátt drigið inn í
málið, og blaðið setir spurnar
tekin við at brúka grann
skoðarar, ið ikki hava danska
autorisatión, samstundis sum
spurnartekin verður sett við
bíligar
grannskoðararokn
ingar.
Oddagreinin nevnir tvey
tilboð uppá grannskoðan av
tunnilsfelagnum, sum vóru
uppá kr. 50.000 og kr. 17.000.
Men veruleikin er tann, at
trý tilboð komu inn, hóast øll
grannskoðaravirki í landinum,
eisini tey skrásettu, fingu høvi
at bjóða. Øll feløg arbeiða
eftir somu lóg og somu
góðskukrøvum.
Innkomnu
tilboðini vóru uppá:
Kr. 17.600 Kr. 25.000 Kr.
50.000
Tað eru sostatt kr. 7.400 frá
lægsta tilboði til næstlægsta.
Kr. 7.400 er sambært Sosialin
munurin á hellubotni og
sandi.
Síðani verður Eik rokn
skapurin drigin inn í odda
greinina
sum
ræðudømi.
Her kann viðmerkjast, at
roknskapurin hjá Eik grunn
inum og Eik bankunum í
Føroyum og Danmark vórðu
grannskoðaðir av grannskoð
ara við danskari autorisatión.
Sambært ársfrásøgnirnar var
grannskoðarasamsýningin
2,4 mió. kr.
Donsk autorisation og góð
grannskoðarasamsýnig
er
sostatt í sjálvum sær eingin
trygd ímóti misvísandi rokn
skapum.
Fremmandamál í skúlunum
Eyðun á Borg,
m.a. dansklærari
Tað er gott at duga fleiri mál,
og hent er at duga danskt,
men hugstoytt er at hoyra
fólk á okkara døgum siga,
at vit kundu havt meir av
donskum í miðnámsskúlan
um!?!
ÍSLENDINGAR: Onkur vil
vera við, at tað er so synd í
íslendingum, tí teir ikki duga
líka væl tað flótandi danska
sum
føroyingar
(rødgrød
med fløde o.s.fr.). Íslendingar
duga fyrst og fremst sítt
móðurmál, og tað er tað, sum
telur mest.
FØROYINGAR: Føroyingar
duga sera væl danskt. Teir
eru eisini rættiliga stinnir
í enskum, men sít egna
móðurmál duga teir ikki nóg
væl. Orsøkin er, at danskt
hevur alt ov stórt rásarúm í
hugaheimi føroyinga (skúli,
(skúla)bøkur, bløð, sjónvarps
tekstur o.s.fr.).
Tað er næstan sjáldsamt
at síggja føroyskar blaðgrein
ir, lýsingar, tekst í sjónvarps
tíðindum o.a., har alt er rætt
stavað. Og so telduteksturin!
Huff,huff!
Tað, sum nógvir føroyingar
fyrr dugdu at stava við 7 ára
skúlagongd, duga fleiri lærd
fólk og akademikarar ikki í
dag!? Hvat er hent? Hevur
hetta okkurt við hugburð,
málsliga líkasælu viðvíkjandi
føroyskum at gera?
Tað munnliga føroyska
er ofta ein vavgreytur av
donskum
og
føroyskum,
bæði í fjølmiðlum og millum
manna. Og so bendingin!
“Flótaði” og “hevur flótað”
var at hoyra í sjónvarpi og
útvarpi fyri ikki so langari
tíð síðani!?! Hvar enda vit?
Okkurt má gerast!
Við føroyamálskvøðu
á Borg á Argjum um
halvarðsøku 2014
Íslendingar duga íslendskt! Duga føroyingar føroyskt?