Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 6. juni 2014 · Nr. 64 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðargrein Jógvan við Keldu fyrrverandi borgarstjóri, løgtings- og landsstýrismaður Tórbjørn Jacobsen Karin Kjølbro Hans Pauli Strøm Sámal Petur í Grund Jógvan Sundstein Edmund Joensen Jógvan við Keldu O kkara búskaparfrøðingar hava holla og viðkomandi útbúgving. Teir halda seg í tølum neyvt grundgeva fyri, at megin­parturin av tí, ið fiski- og ali­ vinnan gevur, eigur at enda bein­ leiðis í landskassanum. Hetta tykist jú so tiltalandi, “hetta er jú fólksins ogn”! T.v.s. at størsti parturin skal fara beinleiðis til almennan rakst­ ur. Útbúgving í sær sjálvum sigur ikki alt um tað, ein sum heild hev­ur lært, at tað fer í dýpdina í praksis. Hinvegin vísir útbúgvingin áhuga, eitt gott minni, dugnalig inn­lær­ ingar­evnir, uttan at hetta júst gerst gjøg­num­brot samfelagsliga í praksis. Í okkara lítla og fólkafátæka landi er løgið, at frá geografiskum øki til annað, frá útbúgvingarumhvørvi til annað, ja, enntá millum familj­ur kunnu vera so víðfevndar mein­ing­ ar um, hvussu landið rættast kann rekast og hvussu ymist inntøkur, íløgur, satsningar og útreiðslur skulu metast. - Men er tað nú so løgið? Skriviborðið og vinnuligu satsningarnar Tá teoriina umræður, so verður í øllum førum ofta hildið innan tón­ leik, at hóast neyðugt við hollari teoret­iskari útbúgving, er tað í seina­sta enda, “hvønn musikk ein sum heild fær burtur úr nótunum”! – Her hava onnur kanska okkurt at læra. Flestu føroysku búskapar- og samfelagsfrøðingar hava útbúgving frá donskum universitetum, og eru sjávsagt merktir av tí umhvørvi, teir hava ferðast í hesi árini. Hesum koma teir heimaftur við. At hesir síggja øðrvísi uppá, hvussu samfelagið kann rekast, sam­mett við føroyskar íverksetarar, sum hava útbúgvingar í heim­land­ in­um og burturi og síðani ognað sær hópin av praktiskum royndum burturi, verið saman við sínum lík­ um í ymiskum umhvørvum, síðani hava satsað á egnum kroppi í vinnu­ lív­inum, er sjálvsagt. Mangan er langt ímillum teori og praksis, frá rokniarkinum til vinnu­ ligar satsningar og aftur til politisk krøv, tí “vinnan hevur ov mikið”. Hetta er altíð gott forsíðutilfar. Hví frávelja útlendskar íløgur Danmark Í hesum døgum kom órógvandi donsk kanning av serfrøðinginum Martin Kyed, í danska Tænketank – kanska“Grunagrunninum” – Cepos, sum breitt vísir fyrimunir og vans­ ar í lítla landinum Danmark, sum hóast alt liggur geografiskt sera væl fyri: “Udlandet fravælger Dan­ mark som investeringsland”. Her er nakað at læra. Donsku fyrimunirnir eru m.a., at landið hevur gott undirstøðukervi, víðfevndar kompetansur, gott út­ búgvingarstøði og flexiblan ar­ beiðs­marknað. Hetta røkkur tó stutt, tí m.a. kostnaðarstøðið, skatt­ ir og avgjøld eru ov høg, avkast á framleiðslu er ov lágt. Hetta køv­ir møguleikarnar fyri arbeiðs­pláss­ um. Víðari verður m.a. sagt: “ikki ein­ ans danska kostnaðar- og skatta­ støðið eru ov tyngjandi fyri at til­ trekkja útlendskar íløgur. Eisini aein óstøðug skattaskipan og ein óvinarligur retorikkur og umtala mótvegis altjóða fyritøkum, er ein forðing. Tí verður mælt til betri og støðugari karmar og tryggari fram­ tíðar skattareglur, og at politik­ arar góðtaka viðurskiftir inn­an lóg­arinnar karmar”. M.a. sigur Ameri­can Chamber of Co­merce í Danmark m.a. “When con­side­ ring Denmark, companies will ask them­selves whether they really want to deal with a hostile environ­ ment when they don’t have to”. – Er hetta ikki júst søtur tónleikur hjá ov mongum í Føroy­um? Hvussu við retorikkinum móti okkara egnu Hetta er átøkt føroyska gerandis­ deg­num, men hjá okkum er tað long­ur av leið við ólátaða reto­ rikk­inum frá politiskari síðu og frá búskaparfrøðingum ímóti okk­ara egnu, sum í veruleikanum hava lagt lunnar undir okkara væl­ ferðar­samfelag. Sum fyrr nevnt, so haldi eg, at meginpartur av okk­ara fjøl­miðlum kenna seg so væl “og fyri so vítt heima” í hesum “álops­ selskap­inum”. Onkuntíð hevur Vinnuhúsið gjørt ein vørr, og so tá álopini sein­astu tíðirnar gjørdust eftir­ trykki­liga næsk frá okkara frøð­ ingum, at onkrir av kendu vinnu­ lívs­monnunum hildu, at nú var ov mikið. Eisini kom ein fín grein við greiðari rættleiðing frá upp­sjóvar­ flotanum: “Tá 1 milliard gjørdist til 5 mio. krónur”! Ja, hví sæst so ymist uppá tað í okkara 1399 ferkilometrum? – Er tað nú so løgið! Vælferðin hótt í longdini Í fjør kom út áhugaverd bók undir heitinum “Det gode samfund”, sum sammetir tvey av eydnuríkastu lond­unum í heiminum, nevniliga Danmark og Sveis. Bæði londini eru góð at liva í, men sum eru komin til hesa vælferðina á so ymiskan hátt. – Her finnast áhugaverdar saman­ líkningar og niðurstøður. Ímóti endanum av bókini kem­ ur høvundurin við eini álvarsligari ávaring um “lívið” í Danmark mót­ vegis Sveis, sum Føroyar eiga at fylgja væl við í: “Siden slutningen af 1940’erne er de offentlige ud­ gifters andel af BNP nemlig vok­set. Siden begyndelsen af 80’erne har teompoet i væksten været lavere, men der er alligevel tale om en vækst, og nu udgør den offent­lige sektor så stor en del af økonomien, at den nødvendige balance mellem den offentlige og den private sek­ tor har forskubbet sig. Det har blandt andet som konsekvens, at de fleste vælgere i dag enten er offentligt ansatte eller er på over­ førselsindkomst. Det inde­bærer i sig selv, at det er vanske­ligt at gen­ skabe balancen mell­em den offent­ lige og den private sektor, og det er en trussel mod vel­færds­statens fremtid”. Í hesum umhvørvinum hava okk­ara búskapar- og samfelags­ frøðingar havt sína dagligu gongd. – Er tað undarligt, at “so ymist sæst uppá tað”? So kunnu okkara politikarar, búskapar- og samfelagsfrøðingar og fyri alt tað føroyski borgarin spyrja okkum sjálvi sum føroyingar, er tað hetta vit vilja við at leggja tyngri byrðar á primeru vinnuna og á tey fólkini, ið har eru í vinnu, fyri at í seinna enda at veita “Føroyum eina álvarsliga hóttan ímóti væl­ ferðarsamfelagsins framtíð”? Hví sæst so ymist upp á tað Flestu føroysku búskapar- og samfelagsfrøðingar hava útbúgving frá donskum universitetum, og eru sjávsagt merktir av tí umhvørvi, teir hava ferðast í hesi árini. Hesum koma teir heimaftur við Danska kanningin hjá serfrøðinginum Martin Kyed, hjá Cepos, vísir m.a. “.. ikki einans danska kostnaðar- og skattastøðið eru ov tyngjandi fyri at tiltrekkja útlendskar íløgur. Eisini ein óstøðug skattaskipan og óvinarligur retorikkur og umtala mótvegis altjóða fyritøkum, er ein forðing” (Hesin ólátaði retorikkur kennist eisini aftur í føroyska gerandisdegnum frá politiskari síðu og frá búskaparfrøðingum ímóti okkara egnu, sum í veruleikanum hava lagt lunnar undir okkara vælferðarsamefelag.) Í fjør kom út bók undir heitinum “Det gode samfund”, sum sammetir tvey av eydnuríkastu londunum í heiminum, Danmark og Sveis. Í endanum av bókini verður m.a. sagt: “ ....den private sektor har forskubbet sig. Det har blandt andet som konsekvens, at de fleste vælgere idag enten er offentligt ansatte eller er på overførselsindkomst. Det indebærer i sig selv, at det er vanskeligt at genskabe balancen mellem den offentlige og den private sektor, og det er en trussel mod velfærdsstatens fremtid”. (Í hesum umhvørvinum hava okkara búskapar- og samfelagsfrøðingar havt sína dagligu gongd.) Í okkara lítla og fólkafátæka landi er løgið, at frá geografiskum øki til annað, frá útbúgvingarumhvørvi til annað, ja, enntá millum familj­ur kunnu vera so víðfevndar mein­ing­ar um, hvussu landið rættast kann rekast og hvussu ymist inntøkur, íløgur, satsningar og útreiðslur skulu metast. – Men er tað nú so løgið?