hósdagur 5. juni 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. juni 2014 · Nr. 64
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
23. mai fingu John og Alisa Joensen eina dóttur. Hon vigaði
3900 gr og var 53 cm long.
5. mai fingu Elin Djurhuus Joensen, Tórshavn, og Finn Bjarni
Hentze Samuelsen, Tórshavn, búsitandi í Keypmannahavn,
ein son. Hann vigaði 4250 gr og var 52 cm langur. Á myndini
eru stórubeiggjarnir Tóki og Hákun, og lítli Jónas.
26. mai fingu Maria Luihn og Håvard Luihn eina dóttur. Hon
vigaði 4250 gr og var 53 cm long.
6. mai fekk Rúni ein lítlabeiggja og eina lítla systur.
Drongurin vigaði 2565 gr og var 47 cm langur. Gentan
vigaði 2690 gr og var 48 cm long. Foreldrini eru Hansa
Amy Hammer og Kent Jensen, Klarup.
Føðingar
10. mai fingu Elinborg Osvaldsdóttir og Sámal Olsen, Syðru
gøta, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4020 gr.
14. mai fingu Erla Kallsoy Róin og Hanus Jacobsen, eina
dóttur. Hon vigaði 3600 gr og var 53 cm long.
Í farna mánaða andaðist
Signhild 88 ára gomul.
Hon var úr Kollafirði,
yngst av nógvum systkjum.
Pápin doyði av tuberklum, og
Signhild var sum reivabarn
sjóvegis førd til góðar kenn
ingar í Hvalvík at vaksa upp.
Tað vóru Egholm-, seinri Eik
holmfólkini, sum hon síðani
kendi sum sítt í tilveruni
mesta upphav og helt nógv
av.
Har uppvaksin fór hon út
at tæna í skyldskapshøpi,
hagani á sjúkrasystraskúla,
var gift Símuni, einum av
Bakkadreingjunum í Lorvík
og fingu tey saman einkar
barnið Torgerð og av henni
ommubørnini Barbaru og
Símun Johan og 5 lang
ommubørn.
Áðrenn skipað psykiatri
fór at virka í Føroyum frá
1969 við m.a. spildurnýggjum
og eftir tátíðarmeti nútímans
Statshospitali fóru Signhild
og onnur, m.a. sjálvur Árni
Olsen, niður at nema sær ser
kunnleika og royndir innan
hetta økið.
Sjálv var Signhild á Skt.
Hans og SNS, har eisini nógv
ir sálarsjúkir føroyingar vóru,
mangan varandi, fram til at
viðgerðarumstøður fingust í
Føroyum við tí nýggja Stats
hospitalinum. Tað var eitt
væla lið av undangongufólki
,sum frá fyrsta degi mannaðu
Statshospitalið í 1969.
Sjálvur var Árni Olsen
serlæknaútbúgvin
innan
bæði psykiatri og neurologi,
undirvísti javnan , og øll síni
mongu virkisár dugdi hann
so frágera væl at fáa tað besta
burtur úr síni manning.
Signhild gjørdist fyrst
deildarsjúkrasystir og síðani
í mong harrans ár yvirsjúkra
systir, eftir at ein útlænt slík
(frú Brandt) var farin niður
aftur.
Signhild lá ikki á sínum
royndum frá stórum sinnis
sjúkrahúsum niðri, og tá
fjøld av sálarsjúkum føroy
ingum vóru fingin heim
í 1972 og allar 5 deildir og
meira aftrurat fyltar, mundu
tað vera yvir 100 sjkl., sum
Signhild fekk ovastu røktar
ábyrgdina av.
Av lyndi var Signhild
spøk, stillfør og lítillátin, tó
hon fekk so mangt í lag, sum
kundi økja lívsdygdina hjá
varandi sálarsjúkum fólk
um, har sjúkrahúsdeildin í
førum gjørdist teirra heim
fyri lívið.
Hon
fekk
saman
við
øðrum t.d. í lag uttandura
ítriv,
innanhýsis
biograf,
bingokvøld á staðnum, sjúk
lingaútferðir innan- sovæl
sum uttanlanda, sjúklinga
ársveitslu og jólaveitslu við
øllum góðum eins og annan
hugna. Málið var heilt greitt
mest møguligt at fara við
sálarsjúkum sum við øðrum
fólkum at veita teimum inni
hald í gerandistilveruna. Slík
tiltøk dámdu sjúklingum og
avvarðandi avbera væl, og
sjálvur ivist eg ikki í, at tað
lætti og bøtti um sjúkutil
veruna.
Sum yvirsjúkrasystir var
aði hon eisini av starvsfólkum
og gjørdi í sínum spakføri sítt
til, at starvsfólk kendu seg
væl, sýndi teimum vinsemi
og blíðskap og dugnaði, har
hon kundi.
Væl var hon av lyndi varin
og spøk, tó hon eisini væl
kundi traðka í karakter.
Minnist sjálvur, stutt und
an at hon fór frá fyri aldur í
teimum truplu nítiárunum,
og sjúkrahúsið stóð fyri
falli av peninganeyð, og so
mong tessvegna vóru søgd
úr starvi, at hon ein dagin í
allari armóðini troppaði upp
á míni skrivstovu við eini
váttan (rekvisión) og bæð
meg sjúgva mær í býin at
keypa mær ein góðan stól,
tí nú hevði eg nóg leingi og í
so mong ár sitið og beklað á
einum elligomlum skinkli.
Nýggjar tíðir volda nýggj
ar skikkir, og nú á døgum
verða nógv færri sjúklingar
lagdir inn eins og í styttri
tíð. Økispsykiatri og sambýli
hava tikið yvir, har tann
gamla psykiatriin slepti.
Signhild var av tí gamla
skúlanum og útinti sítt starv
væl ta tíð, gamla psykiatriin
við nógvum og drúgvum
innleggingum var í hásæti.
Signhild var ein týðandi
pionerur innan psyiatriska
sjúkrarøkt í Føroyum.
Friður veri við minni
hennara.
Eyðun Joensen
fyrrv. sálarfrøðingur
á Statshospitalinum
Signhild Johannesen
fyrrv. yvirsjúkrasystir til minnis