hósdagur 5. juni 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. juni 2014 · Nr. 64
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
ítróttur
Jóannes Hansen
Mánadagin verður 12. umfar í
Effodeildini. At tað ikki verð
ur spælt sunnudagin, men
heldur mánadagin kemst av,
at tað er hvítusunna.
Síðsta
vikuskifti
var
staðfesting av, at tað ikki er
heilt ómøguligt at tiltuska
sær stig ímóti B36 og HB,
sum eru suveren oddalið, og
sum framvegis ikki eru farin
av vøllinum uttan at hava
vunnið stig.
Soleiðis
sum
gongdin
hevur verið higartil í ár, so
mundi tað vera eitt tað mest
óvæntaða úrslitið, tá ið AB
megnaði 1-1 í Gundadali ímóti
toppliðnum B36. At tað ikki
varð roknað við, at argja
menn høvdu møguleika at
vinna stig komst partvís
av, at AB avrikið umfarið
frammanundan var óvan
liga vánaligt, tá ið NSÍ vann
7-0 á Argjum. Hetta er størsti
lúsingur, sum er givin higar
til í ár. Og úrslitið var eisini
óvæntað, tí B36 vikuskiftið
frammanundan vann søtan
2-1 sigur í torføra útidyst
inum í Sarpugerði.
Úrslitini hjá B36 og AB
tvær tær seinastu ferðirnar
er millum annað staðfesting
av, hvussu stóran týdning
fyri avrikini og úrslitini lykla
spælarar hava. Hjá B36 er tað
smeitur, at Jákup á Borg er
skaddur, og hjá AB kemur
tað væl við, at Jóan Símun
Edmundsson eftir langan
skaðasteðg er við aftur og
sunnudagin
í
Gundadali
vísti, at venjingarstøðan er,
sum hon eigur at vera, og
at Jóan Símun harvið tykist
vera sjálvsagt val til fremsta
plássið á landsliðnum.
At tað er stórur saknur
í lyklaspælarum sást eisini,
tá ið favorittarnir í HB ikki
megnaðu meiri enn 2-2 í
Fuglafirði. Einki er at ivast
í, at ÍF eftir seks dystir á rað
uttan at hava vunnið fulla úr
tøku – fýra javnleikir og tvey
tap – er á veg rætta vegin.
HB avrikið í Fuglafirði
var ikki so hugflogsríkt í
framrættaða
partinum,
sum tað ofta hevur verið
fyrr í ár. Høvuðsorsøkin til
tað var eftir øllum at døma,
at Andrew av Fløtum er
skaddur. Higartil er Andrew
skrásettur fyri fýra mál í
landskappingini. Tað er ikki
so nógv, tá ið havt verður
í huga, at veteranurin er
fremsti álopsspælarin hjá
næstfremsta liðnum, sum
higartil hevur skorað 24 mál.
Eygnavitni til HB dystirnar
hava heft seg við, at Andrew
av Fløtum hevur verið sen
tralur í uppspælinum. Fróði
Benjaminsen er HB topp
skjútti
við
sjey
málum,
Kristin R. Mouritsen hevur
skorað fýra, og Chritian R.
Mouritsen
hevur
skorað
trý mál. Fyri hesar og HB
málskjótingina sum heild
hevur tað stóran týdning,
at Andrew skjótt kemur fyri
seg aftur.
Hyggja niður eftir
Skála við 5 stigum, AB við 7
stigum og B68 við 9 stigum
eru trý tey niðastu. Gongdin
seinastu umførini hevur tó
givið ábendingar um, at tað
skjótt kunnu verða onnur,
sum fara at kenna tað
brenna undir sær.
AB avrikið í Gundadali
bendir á, at argjamenn skjótt
kunnu koma í sama slag av
stima, sum eftir vónleysan
fyrsta part av síðsta kapp
ingarári bar við sær, at liðið
aftur í ár er í fremstu deild
ini.
Tey bæði liðini, sum eru
næst teimum báðum niðastu,
eru ÍF og KÍ. Tey hittast í
Klaksvík 2. hvítusunnudag.
KÍ er illa spert
Uppgerðin í Klaksvík er
serliga fyri heimaliðið lykla
uppgerð. KÍ hevur einki sitg
fingið burturúr fýra tær
seinastu ferðirnar. Serliga
í 1. hálvleiki í 4-2 tapinum á
norðoyastevnu ímóti Víkingi
var heilt galið. At gongdin
og avrikið eru soleiðis legg
ur trýst á bæði venjara
og spælarar. Jonas Flindt
Rasmussen
er
framvegis
skaddur, og Hjalgrím Elttør
er leikbannaður. Hóast teir
næstseinast taptu 2-1 ímóti
HB, so vístu yngru menninir
ta ferðina so nógvar ferðir
betri
hugburð,
enn
teir
gjørdu síðsta leygarkvøld.
Fyrr í ár vann KÍ 3-1 í
Fuglafirði.
Eftir fleiri minni góð avrik
er tað vorðið ljósari í Fugla
firði. Clayton Soares og Bogi
R. Petersen eru tøkir aftur,
og Jan Ó. Ellingsgaard, sum
undanfarnu
árini
hevur
2. hvítusunnudag
Kl. 15:00
Tað brennur
undir fleiri
liðum
fótbóltur
Sannlíkið er ikki so lítið fyri, at uppaftur fleiri enn tey trý, sum higartil hava verið roknað sum bestu
boðini upp á at kappast fyri at sleppa undan niðurflyting, skjótt kunnu verða í trongum skóm
Fylg føroyska fótbóltinum á www.in.fo ...fyrst og fremst!
LIÐ TÍÐINDI
AB
Skaddir: Karstin Højgaard
(fóturin, 1-3 vikur)
Ivasamur: Jógvan Skeel Nolsøe (fóturin)
B36
Skaddir:
Símun Joensen (knæskaði, óvist)
Tórður Thomsen (fótskaði, 4-6 vikur)
Ivasamur: Jákup á Borg (búkvøddin)
B68
Skaddur: Evrard Blé (knæskaði)
Niklas Poulsen (liðbandið)
Janus W. Mortesen (lærkrikin)
Emil Ronaldsson (skaddur)
EB/Streymur
Skaddir:
Jóhannes Hansen (fóturin, 1 vika),
Arnbjørn Hansen (lyskan, sera ivasamur),
Arnar Dam (spælir ikki,
manglar dystarvenjing)
HB
Skaddir:
Andrew av Fløtum (fipurskaði)
Gunnar Haraldsen (lærkrikin)