Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 6. juni 2014 · Nr. 64 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur verið fastur maður á vinstra vong­verja, er komin úr Dan­ mark og aftur til Fuglafirðar, har hann venur í Fløtugerði. B68 skal steðga Klæminti Undan kappingarbyrjan varð spátt, at B68 fór at vera mill­ um tey niðastu, og at NSÍ fór at vera við í kappingini um at­gongumerkini til euro­ peisku kappingina. Í fyrsa umfari endaði granna­upp­ gerðin við Løkin við teprum 1-0 heimasigri. Klæmint A. Olsen umsetti brotsspark til mál. Hetta er einasta brots­ sparkið, sum NSÍ lið­for­ mað­urin hevur fingið mál burturúr higartil í ár. Hann er ovast á máltindinum við tíggju málum, og 13-1 í tveimum teimum sein­astu um­før­unum sigur tofta­ monn­um, at í løtuni er NSÍ væl fyri. Hjá Trygva Mortensen og hansara monnum snýr tað seg um at halda fram við hug­flogsríka vongspælinum og innleggunum við broddi í. Hjá Jógvan Martini Olsen og B68 snýr tað seg um at rætta skútuni aftur eftir 3-0 tapið við Margáir fyri viku síðani. Fullur føvningur hjá Skála Heimaliðið er botnlið, og gestirnir eru topplið. Skála hevur ikki roynt at vinna fulla úrtøku, og B36 er higar­ til ikki farið av vøllinum uttan úrtøku. Millum sigrar­ nar er tann í fyrsta umfari, tá ið Skála tapti 2-0 í Gundadali. Málmunurin hjá B36 er 25- 11, og hjá Skála er hann 6-18! Tí er einki at siga til, at hetta verður sera stór avbjóðing hjá heimaliðnum. Skálamenn halda seg hava lært av øllum dyst­ unum higartil. Undan vitjan­ ini í Runavík fyri viku síðani hildu teir, at størsti lær­ dómurin var í 5-1 heima­tap­ inum ímóti NSÍ. Fyri einari viku síðani taptu teir 6-1 í Runavík. Tað er vorðið sum avbjóðing hjá Eliesari Olsen at fáa sínar menn at reisa seg. Í tølum kann hann vísa teimum á, at tað var eftir uppaftur størri lúsing ímóti NSÍ, enn tann var, sum Skála fekk fyri viku síðani, at AB sunnudagin reisti seg júst ímóti B36. Sundalagið skal finna stevið Sunnudagin glapp tað hjá EB/Streymi. Heimatap ímóti Víkingi og javnleikur á Skála vóru vónbrot. Ímóti B68 við Margáir endaði tað við 3-0 sigri. Hans Pauli Samuelsen skoraði tvær ferðir og innskifti Leif Niclasen eina ferð. Tølini siga, at tað í ár ikki hevur verið so tætt millum sigrarnar. Tað er bara eina ferð komið fyri, at EB/ Streym­ur hevur vunnið tvær ferðir á rað. Tá ið HB í fyrsta um­fari vitjaði við Margáir, var úrslitið 1-1. Tá hevur tað gingið ólíka betri hjá HB, sum higartil í ár ongantíð er farið av vøllinum tvær ferðir á rað, uttan at hava vunnið í hvussu so er aðru ferð. EB/Streyma liðfor­mað­ ur­in Gert Hansen hevur fyri stutt­um ikki útilokað møgu­ leik­anum fyri, at tað skal fara at eydnast at geva feløg­ unum í Gundadali kapping. Um nakar hugsningur skal vera um tað, so er hetta lykla­ uppgerð, sum EB/Streymur skal vinna fulla úrtøku burtur­úr. Frammanundan vitjan­ini í Gundadali eru tað ellivu stig frá HB og aftur til EB/Streym. Væl upplagdir á Argjum Eftir tap í tveimum teimum fyrstu umførunum er Víkingur ongantíð farin av vøll­inum tvær ferðir á rað uttan at hava vunnið úrtøku. Einasta tapið síðani í 2. umfari á heimavølli var næstsíðst ímóti B36. Leygarkvøldið bar 4-2 sigurin í Klaksvík við sær, at Víkingur av álvara er uppi í kapp­ingini um bronsu­ plássið. Finnur Justinussen, sum skoraði tvey mál og legði upp til eitt, og Súni Olsen, sum skoraði eitt og var við í upp­spælinum til fleiri, eru væl upplagdir, og Oddbjørn Joensen og hans­ ara menn skulu byrgja upp fyri teimum. Við Sorin Anghel í mið­ verj­uni var tað mest sum tætt hjá AB ímóti B36. Saman við Jóan Símuni Edmunds­ son lyfti Sorin AB so langt upp og fram, at vónin spøkir á Argjum um, at tað skal eydnast at endurtaka bragd­ ið frá fyrsta umfari, tá ið AB í Sarpugerði við 2-0 sigri vann øll stigini ímóti Víkingi. joannes@sosialurin.fo ítróttur VIT TIPPA Tróndur Arge tippar... 1: Heimasigur X: Javnleikur 2: Útisigur Fótbóltsserfrøðingarnir hjá Miðlahúsinum tippa umførini í Effodeildini Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 11 8 3 0 26 12 +14 27 2 HB 11 7 4 0 26 9 +17 25 3 NSÍ 11 5 2 4 25 13 +12 17 4 EB/Streymur 11 4 4 3 20 13 +7 16 5 Víkingur 11 4 4 3 18 15 +3 16 6 KÍ 11 4 1 6 18 20 -2 13 7 ÍF 11 3 4 4 19 22 -3 13 8 B68 11 2 3 6 12 23 -11 9 9 AB 11 2 2 7 12 30 -18 8 10 Skála 11 0 5 6 7 24 -17 5 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 2. hvítusunudag Kl. 15:00 2. hvítusunudag Kl. 15:00 2. hvítusunudag Kl. 15:00 2. hvítusunnudag Kl. 15:00 fótbóltur Myndir: Álvur Haraldsen ÍF Ivasamur: Høgni Zachariassen KÍ Skaddur: Jonas Flindt Rasmussen (fibur, 4-6 vikur) Leikbann: Hjalgrím Elttør Við aftur: Tórur Justesen (tøkur aftur eftir leikbann) NSÍ Tøkur aftur: Jústinus R. Hansen (tó ivasom dystarvenjing) Skála Allir mans tøkir. Víkingur Skaddir: Dánial Pauli Lervig (liðband í fótinum, óvist) Hanus Jacobsen (skaddur) Burturstaddur: Bárður Hansen Ivasamur: Hans Jørgen Djurhuus