hósdagur 5. juni 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 64 · 6. juni 2014
8
VIKUSKIFTI
LURTA LES & UPPLIV
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Her eru nakrar av stóru kon
sertunum í okkara granna
lagi komandi tíðina
Føroyingar smæðast ikki við
at ferðast til stóra konsertir
uttanlands. Í vikuni hava nógvir
føroyingar verið til Metallica og
Aerosmith í Danmark, og fyri
framman bíða ivaleyst nógvar
konsertferðir hjá føroyingum.
Vit hava kagað í konsert
kalendarar í býum, hagar tað
er lætt at ferðast úr Føroyum,
og her eru nakrar av stóru
konsertunum, vit funnu.
Iron Maiden
Copenhell, Keypmannahavn, 11. juni
Legendariski bretski rockbólkurin
Iron Maiden skal vera orsøkin
til, at festivalurin Copenhell í ár
verður hildin mitt í viku og ikki
um vikuskifti. Iron Maiden eru á
pallinum mikukvøld, og tað verður
roknað sum størst konsertin á
rockfestivalinum hesaferð.
Pearl Jam
San Siro, Milano, 20. juni
Teir vóru partur av grungebylgjuni
í 90’unum, men teir hava yvirlivað
skiftandi rák og verða roknaðir sum
ein av mest týðandi bólkunum frá
grunge. Nú eru teir á konsertferð
aftur, og eitt høvi er at uppliva teir
á San Siro leikvøllinum í Milano.
Neil Young And Crazy Horse
Laugardalshølinn, Reykjavík, 7. juli
Fyri fyrstu ferð fer góði gamli Neil Young at framføra í Íslandi. Tað
verður í Laugardalshøllini í Reykjavík. Neil Young hevur skrivað nakrar
ordiliga perlur, og hann kann bæði framføra við stórari innliving og
nógvari rockorku. Nú verður so høvi at hoyra hann í okkara grannalagi.
Iggy Azalea hevur megnað
nakað, sum seinast hendi hjá
The Beatles fyri 50 árum síðani
Tað stendur einki til hjá Albert.
Hann er seyðamaður millum allar
kovboyararnar í villa vestri, og tað
er lítið at reypa sær. Hann missir
eisini unnustuna Louisu, tí hon
er troytt av Albert, sum ikki vil
taka stríðið upp við hinar hørðu
menninar, men heldur grenjar
um vánaligu umstøðurnar.
Tá ið ljóshærda Anna kemur
til býin, verður Albert skotin í
henni, og tey gerast væl – meira
enn væl. Men stóri trupulleikin
kemur so, tá ið maður Onnu, tann
ræðani Clinch Leatherwood, ríður
inn í býin. Nú er spurningurin,
hvussu Albert kann sleppa burtur
úr støðuni, og um hann er til
reiðar at stríðast fyri Onnu.
Nýggi filmurin A Million Ways
To Die In The West er ein øðrvísi
og skemtiligur kovyboyfilmur, sum
ger ræðuskítin í býnum til hetju.
Filmurin hevði frumsýning
hesa vikuna og kann komandi
tíðina síggjast í biohøllum
á okkara leiðum.
Tann fyrsti Jústi varð boriní heim
í Útistovu í Vági í Klaksvík í 1799,
og hann búsettist á Viðareiði.
Nýggja bókin hjá Líggjasi í Bø
er um hendan Jústa og hansara
eftirkomarar. Hendingarnar, sum
verða umrøddar, fara fram í fyrra
partin av 19. øld og eitt sindur
út um miðjuna av 20. øld. Hetta
tíðarskeiðið fór gamla bónda
samfelagið at rilla, og stórar
samfelagsbroytingar fóru fram.
Teir av Jústa-ættini høvdu ilt við
at góðtaka órættvísu samfelags-
og kirkjuskipanina, og teir gjørdust
við tíðini uppreistrarsinnaðir. Hóast
teir vóru fæloysingar allir sum ein,
mutaðu teir ímóti og høvdu tann
stoltleika, at teir vildu ráða fyri
sær sjálvum og bóru høvur hátt.
Nýggja bókin sigur søguna um
hesar litríku menn, sum settu sær
spor og gjørdu mun í føroyska
samfelagnum. Eisini viðger bókin
ymiskar tættir í Viðareiðis søgu.
Bókin »Jústa-ættin og aðrar
Viðareiðissøgur« er 350 blaðsíður
til støddar, og 2. Hvítusunnudag
kl. 16.00 verður hon løgd fram
á samkomu í Viðareiðis skúla.
23 ára gamla Iggy Azalea er
nýggja stjørnuskotið í altjóða
rapptónleiki. Hon vaks upp í
Australia, men flutti sum 16
ára gomul til USA at búgva.
Í farnu viku var hon ovast á
amerikanska Billboard hitlistanum
Hot 100 við sanginum Fancy,
sum er tikin av hennara fyrstu
útgávu, The New Classics. Iggy
Azalea var eisini nummar 2
á sama hitlista við sanginum
Problem, sum hon hevur spælt
inn saman við Adriana Grande.
At sami tónleikari er nummar
1 og 2 á Billboard Hot 100 er ikki
hent, síðani The Beatles megnaðu
bragdið fyri hálvari øld síðani.
Nýggja fløgan hjá Iggy
Azalea brýtur frá nógvum av
tí rapptónleikinum, sum hevur
verið frammi. Tónleikur tykist
øðrvísi, kanska enntá løgin
viðhvørt, men onkursvegna
riggar hann og fangar fólk.
Ummælarin hjá Rolling Stone
skrivar, at um hetta er framtíðin,
so er tað eitt løgið stað.
Men gev Iggy ein kjans og
lurta eftir hennara rappsangum,
sum nú eru tøkir á útgávuni
The New Classics.
LURTA!
Seyðamaður í villa vestri
Jústarnir vildu ráða
fyri sær sjálvum
23 ára gomul endur-
tekur Beatles-bragd
Konsertir
í granna-
lagnum
Kovboykomedia,
sum ger ræðu
skítin til hetju
Líggjas í Bø hevur skrivað bók
um Jústa-ættina á Viðareiði
Jústa-ættin
og aðrar Viðareiðissøgur
Líggjas í Bø 2014