Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-05, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2014síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 64 · 6. juni 2014 9 VIKUSKIFTI Í dag gevur argjamaðurin Jan Zachariassen út fløgu, sum hann kallast Shin. Jan er búsitandi við konuni Malin og synunum Elias og Jákupi í Malmø í Svøríki. Jan hevur áður verið nógv við í føroyskum tónleiki – serliga gospel- tónleiki. Seinastu tíðina hevur Jan arbeitt við at innspæla tónleik til sína egnu útgávu, og í dag er útgávan á gøtuni. Tónleikurin á Shine kann sigast at verða bleytur jazzur, funk og gospel. Fleiri av løgunum eru instrumental, men sangarar luttaka eisini á onkrum av skeringunum. Umframt Jan spæla eisini tónleikarar sum Jósva Debes, Regin Guttesen, Óli Poulsen og Hans Poulsen á nýggju útgávuni. Óli Poulsen hevur ljóð­blandað tónleikin. Jan hevur útgávukonsert í Malmø í kvøld. Konsertin verður hildin í Immanuel kirkjuni á Køpenhamnsvej, og 18 tónleikarar úr Føroyum, Danmark og Svøríki eru við til útgávukonsertina í kvøld. Forlagið Fannir hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyum. Viðmerkingar eru skrivaðar til leikirnar, og eru greinir skrivaðar um teir, eru tær prentaðar við. Fyrsti leikurin í røðini var »Gunnar Havreki« frá 1889, sum Rasmus C. Effersøe skrivaði. Nú kemur so tíggjunda leikritið, »Hin politiski kannustoyparin«, sum Ludvig Holberg skrivaði í 1722. Rikard Long týddi leikin, sum kom út á føroyskum í 1922. Leikurin er í fimm pørtum. Í stuttum snýr hann seg um ein kannustoypara, sum fer upp í politikk og vanrøkir arbeiði sítt. Fólk billa honum inn, at hann er valdur til borgmeistara í býnum, og tá gerst honum greitt, at hetta hevur við sær, at hann nú hevur ábyrgd og má taka tungar avgerðir. – Sjáldan man ein leikur hava havt meira at siga føroyingum enn júst í dag, heldur Árni Dahl, sum valdi tekstir, skrivaði við­ merkingar og legði til rættis. Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd. Jan við nýggjari fløgu Aktuellur politiskur kannustoypari One Direction Parken, Keypmannahavn, 16. og 17. juni Dreingjabólkurin yvir teir allar í løtuni spælir tvær konsertir í Parkini í Keypmannahavn. Serliga ungu genturnar eru púra burtur í teimum fimm ungu monnunum, sum hava havt nógv stór hitt seinastu árini. Teir skulu eitast at duga at syngja og framføra eisini, og so er væl grundarlag fyri einari góðari stadionkonsert við at vera har. Dolly Parton Forum, København, 8. juli 68 ára gamla countrylegendan úr USA líkist sær sjálvari. Tað kann verða, at vit tosa um plastikk og skurðviðgerðir, men Dolly Parton má nú einaferð síggja út sum Dolly Parton. Hon hevur skrivað nakrar av stóru countrysangunum, og hon er framvegis væl fyri at framføra teir fyri stórum áhoyrarafjøldum. Eminem Wembley Stadium, London, 11. og 12. juli Hvíti amerikanski rapparin Eminem hevur í nógv ár verið á frontinum innan sína tónleikasjangru. Hann vann veruliga fram seinna partin av nítiárunum, og eftir aldarsskiftið hevur hann verið ein tann mest seljandi tónleikarin í USA. Eminem er framvegis aktuellur við nýggjum tónleiki og feskum hittum, og tá ið hann setir útgerðina upp á Wembley leikvøllinum í London, hevur hann tvær konsertir í tveir dagar. Backstreet Boys Skovdalen, Aalborg, 9. juli og Ballerup Super Arena, 10. juli Tað eru liðin 20 ár, síðani amerikanski dreingjabólkurin fekk sítt gjøgnum­brot. Nógv halda, at Backstreet Boys vóru tann besti av teimum øllum, og teir hava í øllum førum skrivað nøkur framúr popphitt. Nú eru teir farnir á jubileums­ferð, og í juli framføra teir bæði í Aalborg og í høvuðs­staðar­økinum í Danmark. Eitt høvi hjá teimum, sum ikki eru ung longur, at verða ung aftur. Bleytur jazzur og funk eru at hoyra á nýggjari útgávu hjá argjamanni í Malmø – Sjáldan man ein leikur hava havt meira at siga føroyingum enn júst í dag, heldur útgevarin av leikritinum Hin politiski kannustoyparin Ongantíð áður hava so nógvir sjónvarpshyggjarar fylgt finaluni í Eurovision sangkappingini, sum tað gjørdu í ár. Danmark var vertur fyri Grand Prixið hesaferð, og nógv varð gjørt burtur úr kappingini – ikki minst sjónvarpsframleiðsluni, sum Per Zachariassen hevði ábyrgdina av at framleiða. Danmarks Radio kunngjørdi í vikuni at 195 milliónir hyggjarar vóru, tá ið finalan varð send út til alt Europa og longri enn tað. Hetta vóru 25 milliónir hyggjarar fleiri, enn tá ið finalan var í Malmø í fjør. – Hetta er størri enn okkara villastu vónir, sigur Pernille Gaardbo, sum var stjóri fyri Grand Prixið í Danmark, við DR. Kappingin hevði hyggjarar í teimum 37 londunum, sum eru við í Grand Prixnum, men eisini í Australia, New Zealandi og Kanada fylgdu fólk Grand Prix finaluni. Hyggjaratølini fyri Danmark vóru ikki met, men talið var høgt – 2,4 milliónir hyggjarar vóru. – Málið hjá DR var at skapa eitt minniligt kvøld við tónleiki, litum og veitslulagi, sum europearar kundu vera felags um. Tað mugu vit siga lukkaðist, sigur Maria Rørbye Rønn, stjóri í DR. Næsta ár skal Eysturríki vera vertur fyri Eurovision kappingini. Per Zachariassen framleiddi mest sæddu Grand Prix finaluna nakrantíð Per setti met við Eurovision