hósdagur 5. juni 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 64 · 6. juni 2014
10
VIKUSKIFTI
flogvøllur
Um nakrar vikur stendur ein spildurnýggj farstøð klár í Vágum. Ein farstøð,
har nýmótans tøkni ger ferðina lættari og skjótari. Vága Floghavn fylgir í
hesum føri rákinum, ið er at ferðafólkini skulu gera meira og meira sjálvi
Flogvøllur
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Flog
havn, er spentur og errin yvir allar
broytingarnar, ið verða at síggja 17.
juni, tá ið nýggja farstøðin er liðug.
Vága Floghavn hevur nógvar góðar
fyrimyndir úti í heiminum og ein
teirra, sum mest hevur verið hugt at,
er Billund Lufthavn.
– Vit hava lært, at ein flogøllur sum
Billund er væl rikin og sera kundavinar
ligur, so hann er eitt slag av fyrimynd,
sigur Jákup Sverri Kass.
Systur Billund – Kastrup Lufthavn
hevur í fleiri ár havt heiðurin at verða
á listunum millum heimsins bestu
flogvøllir. Men tann flogvøllur, ið
oftast endar hægst á somu listunum,
er Changi flogvøllurin í Singapore.
Changi er kendur fyri at verða fyrst við
øllum innan tøkni, umframt at farstøðin
er fylt við flottum listaverkum, sum
saman við einari ørgrynnu av handlum
gera flogvøllin til eina sanna uppliving.
Innskriving
Um vit byrja við, tá vit koma til flog
vøllin og skulu skrivast inn, so kunnu
køirnar mangan verða langar, um
man vil hava hava persónliga hjálp.
Á nýggju farstøðini í Vágum eru tey
nýggjastu kekk-in tólini á marknað
inum sett upp saman við bagagedrop og
møguleika at printa bagagutagg. Longri
frammi í tíðini eru tað fleiri, sum spáa,
at tað verður tøknin í telefonini, sum
lesur okkum av, tá vit koma inn á
flogvøllin – og tá verður ikki neyðugt
við manuellari innskriving. Viðføris
merkini fara neyvan at hava langa
livitíð afturat. Frameftir verða tey helst
skift um við eitt fast frámerki, ið lesur
ferða- og ferðafólkaupplýsingarnar
inn og ber til at nýta, hvørju ferð vit
ferðast. Hetta verður roynt í Avstralia
og Onglandi í løtuni.
Trygdareftirlit
Ein annar fløskuhálsur á flogvøllum er
trygdareftirlitið. Bæði ferðafólk og tey,
ið hava handlar inni á flogvøllinum,
vilja, at hetta skal gerast skjótari. Í
Vágum er størsti trupulleikin, at fólk
koma ov seint, og tí gerast køirnar so
langar. Men stjórin á flogvøllinum
væntar, at hetta verður loyst, nú nógv
meira er at gera og fáa, tá ið vit eru
komin fram við trygdareftirlitinum.
Trygdareftirlit er annars sera
reglurað og trupult at gera nakað við,
men ein skannari, ið skannar fólk og
viðføri á ein skjótari hátt, er nakað, sum
verður tosa um at innføra.
Handilsøkini
Tað skal verða ein uppliving at koma
til ein flogvøll. Nøgd og rólig ferðafólk
keypa nevnliga meira, hava handils
fólkini roknað út. List og tónleikur
saman við størri og størri handilsøkjum
er tað, ið verður at síggja á flogvøllum
frameftir. Í Vágum fáa tey ferðandi ein
stóran nýggjan taxfree-handil, matar
stað og barr.
Alt inn í telefonina
Longu nú ber til at kekka in frá telduni,
áðrenn farið verður til flogvøllin.
Framyvir verður møguligt at fáa tað
mesta av kunningini um ferðina inn
í telefonina, áðrenn tú kemur til flog
vøllin – til dømis hvar tú kann parkera
bilin, og hvar tú kann keypa ein kopp
av kaffi. Á hesum økinum er Kastrup
ein fyrimynd við sínum
interaktiva korti, ið vísur
hvar handlar og matarstøð
eru.
Tá vit so til endans skulu
umborð á flogfarið verður
tað nokk ikki serliga leingi
aftrat at fólk standa og lesa
boardingkortini av. Tað
verður eisini automati
sera, og eisini har verður
tað telefonin, ið skapar
nýggju møguleikarnar.
Framtíðar