Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-05, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 64 · 6. juni 2014 14 VIKUSKIFTI Siðsøga við Óla Jacobsen Menn fingu luft á grannastevnu Grannastevna er ein partur av fólkaræðinum í Føroyum, har fyrst og fremst jarðar­ viðurskifti vórðu avgreidd. Tað var sýslumaðurin sum stýrdi grannastevnunum E in stórur partur av virkseminum var at ferðast til bygdirnar í sýsluni. Eg plagdi eisini at koma til Víkarbyrgi, sum sigst at vera eldri enn grannabygdin Sumba. Søgnin sigur, at bygdin oyddist undir svarta deyðanum. Sagt verður, at ein kvinna, Sneppan í Hamrabyrgi, livdi einsamøll eftir. Hon var blivin so stygg, at hon fekst ikki millum fólk aftur. Ein toft er enn í Hamrabyrgi, sum kallast Snepputoftin eftir henni. Tað finnast eisini aðrar toftir, sum kunnu benda á, at hetta er rætt. Her gisti eg ongan­tíð men steðgaði kortini nóg leingi til, at fólkið á staðnum kundi siga mær frá sínum trupul­ leikum. Málini vóru ógvuliga ymisk. Í eini lítlari bygd var ein týfus smittuberari, sum varð goldin av tí almenna fyri ikki at seta seg í eina støðu at kunna smitta onnur. Men viðkomandi helt ikki hesar treytir millum við at selja kaffi og annað til fremmand sjófólk. Í slíkum førum mátti eg so fara at kanna viðurskiftini. Grannastevnur Eftir galdandi lóg skuldi hvørt ár innan 1. november gerast eitt yvirlit yvir tær sakir, sum skuldi viðgerast á komandi grannastevnum. Málini vóru mong um jarðarviðurskifti. Eg sá, at her kom eg at hava nógvar avbjóðingar. Tað var ikki bara ein spurningur um, hvussu eg skuldi leiða grannastevnuna og skipa fyri atkvøðu­greiðslum. Men eg skuldi eisini rokna við einum hópi av fyrispurningum av øllum møguligum slagi. Tí mátti eg vera væl fyri­ reikaður. Sambært lógini skuldi sýslumaðurin innan árslok kunngera í svørtutalvu í teimum ymisku bygdunum nær grannastevnur skuldu haldast og málini, sum skuldu viðgerast. Eg valdi at hava mína fyrstu granna- ­stevnu í Hvalba, og hon var ásett at vera 20. januar. Margretha riggaði meg væl til, eisini við heitum klæðum, tí tað skuldi jú gangast um fjøll. Dála Mikkjal hevði seymað mínar húðar­skógvar, hann var eisini »skómakari« hjá lækna­num Effersøe. Frá pápa hevði eg fingið ein ferðaleyp, og Margretha hevði gjørt ein vakran fetil. Hesin leypur helt alla mína tíð sum sýslu­maður, hóast hann ofta fekk eina harðliga viðferð. Hann stendur nú á báta­savn­inum í Havn, har eisini mín tvá­leypur, land­ leypur, stendur. Kalsmenn høvdu serliga tign Til hjálpar fyri sýslumannin vóru tveir kals­menn. Teir, ið eg hevði, vóru útnevndir av mínum undanmanni, Oliver Effersøe. Teirra uppgáva var millum annað at kanna vrakgóðs, rekagóðs, og at meta um virðið á tí. Skilt var millum smávrak og stórvrak. Smá­ vrak við virði upp til 2 krónur skuldi seljast á granna­stevnu. Stórvrakið skuldi metast og fráboðast til fútan. Tað skuldi so seljast innan »ár og dag«, t.v.s. eitt ár og seks vikur, vóru liðin. Tá skuldi tað seljast við frádrátti av 1/3 í finningar­løn. Fólk vóru tá ógvuliga erlig at uppgeva vrakgóðs. Kalsmenn høvdu nógvar aðrar upp­gávur. Teir vóru vitni við avhoyringum, metingar­ menn við almenn skifti og hjálparmenn í sam­bandi við grindadráp. Lønin var sera vánalig. Hon var fast 25 krónur árliga umframt gjøld fyri tær ymisku tænasturnar. Men teir høvdu eina serliga tign. Tað taldi meira, at »kalsmaðurin segði tað«, enn um tað var Per ella Pól. Henda tignin taldi meira enn lønin. Mínir kalsmenn vóru Ellendur Ellendersen, kongsbóndi í Hvalba, og traðarmaðurin Joen Pauli Albinus. Ellendur var ógiftur, og sá gott út. Hann dugdi væl at greiða frá og at skipa føroyskan dans. Hann var eisini ein góður skrøgg­ ari. Hetta vistu hvalbing­ar, men ikki øll onnur. Tað hendi eina ferð eitt óhapp í Hvalba við einum skipi, sum skuldi fáa ein dampketil til kolaminurnar uppá land. Her hendi okkurt óhapp, sum gjørdi at ketilin datt úr lossingar­ tross­anum niður á dekkið og brotnaði. Skipið fekk somuleiðis ein slíkan skaða, at tað sakk. Ellendersen skuldi tá hava eftirlit við vrakinum. Skiparin og Ellendersen blivu góðir vinir. Hann greiddi skiparanum frá sínum upplivingum, eisini um, tá ið hann »sigldi á Kinastrondini.« Skiparin var seinni komin á tal við prestin Gulak Jacobsen, og hevði sagt honum, at hann var ovfarin um alt, sum Ellendersen hevði greitt frá, og hvussu væl hann kendi viður­skiftini í Kina. Tá kundi prestur ikki bara sær og flenti í kíki. Hann kundi greiða skiparanum frá, at Ellendersen hevði ongantíð verið uttan fyri land­oddarnar. Tá sat skiparin bara og gapaði og segði, at ein slíkan skrøggara hevði hann ikki upplivað í sínum lívi. Men eg hevði kortini kent ein slíkan skrøgg­ara fyrr. Tað var abbabeiggi mín Hans Andreas á Vertshúsinum í Havn. Tá var hans­ ara skrøgg, eisini frá Kina strondini, eitt tað fremsta undirhaldið í Havn, sum eg longu havi greitt frá. Hin kalsmaðurin, Joen Pauli Albinus, var tá úti ímóti 80 ár og hann segði mær, at hann ætlaði at leggja frá sær, tí hann var ikki so raskur at ganga fjøllini longur. Skjútsskipanin Til grannastevnuna í Hvalba vendi eg mær til skjútsskaffaran Poul Bech, Poul á Rananum, og segði hon frá, at eg vildi hava skjúts um fjallið til Hvalbiar. Hann spurdi meg, hvussu nógvar mans, eg skuldi hava. Eg segði, at tað var nóg mikið við einum. Tá kom hann sjálvur við mær, tí hann vildi ikki órógva nakran annan. Skjútsskipanin var gomul og so illa umtókt, at løgtingið hevði fingið fleiri áheitanir um at av­taka hana. At skjútsa var eitt borgarlig umboð fyri menn upp til 60 ára aldur. Allir aðrir menn høvdu skyldu at geva seg undir skjútsboð, og teir skuldi møta upp hjá tí, sum hevði brúk fyri skjúts. Hann skuldu fara við viðkomandi til nærm­astu bygd, og tá skuldi ein annar taka yvir, um tað var neyðugt. Tað vóru reglur fyri gjald­inum, og tað valdaðist talið av mílum, sum leiðin var. Gjaldið var lágt, og hjá tí, sum mátti fara úr øðrum arbeiði var tað undirskot. Gjaldið fyri skjúts við byrðu til Hvalbiar var kr. 1,50. Fyri at sleppa undan mátti fáast lækna­váttan ella aðra váttan fyri lógligt forfall. Noktaði viðkomandi kortini fekk hann bót 3-5 kr. Og vildi hann ikki gjalda hesa kom sakin fyri Suðuroya ting, har viðkomandi fekk dóm at gjalda. Skuldi skjútsast við báti, skuldi skjúts­ skaffarin eisini útvega manning. Hann skuldi boða tí bátseigara frá, sum átti fyrsta tørn at lata bát. Skjútskaffarin fekk so nøkur oyru fyri sín ómak. Tað var heldur ikki stuttligt at vera skjútsskaffari, tí hann varð ofta skeldaður út. Teir, sum fingu skjútsboð, vildu altíð vera við, at tað var ikki aftur nú teirra tørn. Poul Bech tók alt hetta við tolni. Hann hevði heldur ikki so nógv ímóti at taka skjúts­ ferðir sjálvur, so slapp hann undan nevndu trupul­leikum. Honum dámdi eisini væl at hitta fólk har leiðin gekk, og tey vóru øll sera blíð bæði so og so. Kristian Djurhuus 23. partur Kristian Djurhuus í sýslumansbúna