hósdagur 5. juni 2014síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 64 · 6. juni 2014
15
VIKUSKIFTI
Eg helt hesa skipan vera óvirðuliga at
skula áleggja fólki eina slíka skyldu fyri so
vánaligum gjaldi. Tað var ein lætti tá skipanin
varð avtikin nøkur ár seinni.
Eftir hetta gjørdist Poul fastur berari hjá
mær, tá eg skuldi hava viðføri borið um
fjøllini.
Poul var sera trúfastur móti mær og okk
um, og vit gjørdu eisini hvørjum øðrum
beinar. Hann hevði eisini eitt annað álitisstarv,
og tað var at vera gásaumsjónarmaður. Hetta
var eitt arbeiði, sum hann var valdur til á
grannastevnu. Hann skuldi í hesum starvi
ansa eftir, at eingin hevði fleiri gæs enn hann
hevði rætt til í sínum øki.
Fyri henda ómakin hevði Poul rætt til at
hava eitt gásapar. Hetta var ikki tað stóra,
men Poul var tilfriðs.
Umframt hetta hevði hann í hondum
gæs hjá teimum stóru jarðareigarunum á
Tvøroyri.
Grannastevna í prestagarðinum
Aftur til grannastevnuna. Vit komu í øllum
góðum fram til prestagarðin í Leirum, har
eg skuldi búgva, og grannastevnan skuldi
haldast.
Tað var gamal skikkur, at jarðareigararnir
skuldu syrgja fyri at útvega høli til granna
stevnuna, men hetta hevði verið ein trupul
leiki hjá mínum undanmanni.
Eg var nú spentur uppá, hvussu hetta fór at
eydnast við míni fyrstu grannastevnu. Eg setti
meg í samband við kalsmannin Ellendersen,
men hann visti einki um nakað høli. Hann
helt, at jarðareigararnir saboteraðu granna
stevnuna. Eg bað hann siga frá, at fekk eg
ikki høli, fór eg framyvir at avlýsa granna
stevnurnar í Hvalba.
Men tað endaði við, at presturin Gulak
Jacobsen bjóðaði sína stovu fram, eisini tí
hann hevði okkurt mál at viðgera. Har kom
eisini fult av fólki.
Gulak Jacobsen kendi eg sera væl. Her kann
vera endurtikið brot úr grein í Dimmalætting
í 1939, tá ið hjúnini høvdu silvurbrúdleyp.
»Et besøg i Ægteparrets gæstfri Hjem
i Lejre Præstegaard, hvor alt aander af
Harmoni, er gerne en uforglemmelig
Oplevelse. Husmoderens stille, men samtidig
elskværdige Optræden, parret med Præstens
utømmelige og – og i god Forstand – under
holdende gengivelse af Episoder og Oplevelser
virker altid oplivende paa Gæsten.
Præstens fænemonale Hukommelse er
vel kendt, og naar han samtidig formaar at
give sin Fortælling sin rette Kolorit, virker
det aldeles uimodstaaeligt – aldrig kedeligt.«
Tey eru fleiri sum harmast um, at einki
varð niðurskrivað av søgunum hjá Gulaki.
Men eg segði teimum, sum vóru á granna
stevnuni, at skuldu tær haldast í framtíðini
máttu teir útvega høli. Tað gjørdu teir eisini,
og aftaná tað vóru grannastevnurnar hildnar
í dansistovuni.
Grannastevnan byrjaði við, at eg las upp
tey pláss, har fuglur var friðaður. Síðan blivu
grindapartarnir skrásettir. So var tað vrak
góðsið, tað sum var bjargað síðani seinastu
grannastevnu. Hetta varð so selt, oftast til
tann sum hevði funnið hetta og til láturligar
prísir sum 30-40 oyru ella eitt sindur meira.
Av hesum fekk hann sjálvur ein triðing í
bjargingarløn. Sjálvt tað minsta sprekið kundi
koma til nyttu sum t.d. eina rim í einum leypi.
Gamalt agg
Á eini grannastevnu var tað eisini vanligt, at
gamalt agg kom til sjóndar, og menn kundu
brigsla hvørjum øðrum grovastu »uhyrlig
heder«, uttan at hetta fekk nakrar rættarligar
avleiðingar. Á grannastevnu kundu menn
tískil fáa luft fyri hesum gamla aggi og sleppa
frá tí ósunna blóðinum, sum var savnað í
farna árinum.
Alt hetta kundi ikki greiðast við at lesa
upp lógarparagraffir, men eg royndi so at fáa
sissað menn, so tað aftur kundi gerast meira
sámiligt.
Men eitt skump frá einum av kalsmonn
unum fekk meg at síggja, at tað var ikki væl
satt at steðga skeldarínum, og so kom aftur
lív í.
Eitt øki, sum eisini varð avgreitt á granna
stevnu var árliga sølan av felagsøkjum í
bygdini, sum kundu nýtast til seyð. Her var
eisini talan um feitilendir. Tað sama var við
rættinum til haruskjóting.
Eisini kundi tað vera rætturin til tara.
Ofta vóru kærur um hetta, tá fólk sníktu
seg um náttina at stjala tara. Men hetta
við tarastuldur er ein farin tíð. Tað er nógv
lættari at fara til handils og keypa ein sekk
av kunsttøðum.
Á eini grannastevnu í Hvalba varð sam
tykt, at tað ikki var loyvi at hava gæs. Hildið
var, at gæsnar ótu ov nógv av grasinum frá
seyðinum, og hetta gjørdi at seyðurin fekk
orm. Tað var tó onkur sum ikki vildi akta hesa
samtykt, men sum tó gavst seinni, tá ið tað
ikki gekk so væl í hond við gæsnum.
Gandaðir steinar
Dagin eftir gekk leiðin til Fámjins. Á leiðini
komu vit framvið tveimum túgvum við stein
um omaná, tað varð sagt, at eitt systkinapar,
sum hevði framt blóðskomm, var jarðað. Tað
mátti ansast eftir ikki at ganga millum hesar
steinar, so livdi ein ikki árið út. Tað varð sagt,
at ein ungur prestur í Hvalba, hann æt Müller,
á síni fyrstu ferð framvið hesar túgvur fyri at
royna hesa yvirtrúgv hevði rent stavin niður
í svørðin millum túgvurnar. Tá ið hann tók
stavin upp aftur hekk ein ringur í píkinum.
Tá ið presturin kom heim aftur, gjørdist hann
sjúkur og doyði eina viku seinni. Helst hevur
hann fingið krím og lungnabruna, men fólk
ivaðust ikki í, at hann varð raktur av hesum
forbannilsi.
Eg minnist frá mínum barnaárum, at við
Hoyvíkstjørn var eisini ein tvíburasteinur, har
tað sama var sagt, at var gingið millum teirra
gekk ein ikki av árinum. Tey gomlu søgdu, at
hetta vóru tvær systrar, sum høvdu klandrast
og vóru blivnar til stein.
Komandi partur:
Í komandi parti verður millum annað
greitt, hvussu ósemjur á grannastevnu
kundu avgerast við glíming.
Kristian vitjaði eisini í Víkarbyrgi
Skjútstakstir 1920-25
Fyrsta grannastevnan hjá Kristian var í Hvalba
Grannastevnan var hildin í prestagarðinum í Leirum