Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juni 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 115 - 19. juni 2004 Nr. 115 - 19. juni 2004 3 Enn hava bert trið- ingurin av teimum spurdu svarað spurn- arkanningini, sum send varð valevnum til kommunuvalið. Fyrireikararnir vilja fegin hava fleiri svar SPURNARKANNING Eirikur Lindenskov Fyri trimum vikum síðan fingu øll tey, sum vóru upp- stillað til kommunuvalið í 2000, eitt spurnablað í postinum. Kanningin skal lýsa, hvørji gjørdust val- evni, og hvørjar hugsanir hesi hava um kommunu- politikk. Higartil hava 30% av teimum 951 valevnunum svarað. – Tilfarið er sera áhuga- vert. Vit vilja fegin takka øllum, sum hava sent okk- um svar. Tey hava gjørt sær ómak at geva eina holla lýsing av sínari støðu, eisini við egnum orðum. Tilfarið fer at vera eitt gott grund- arlag til lýsingar av før- oyskum kommunupolitikki, sigur Beinta í Jákupsstovu, sum tendur fyri kanningini Hon heldur kortini, at gott hevði verið, um fleiri høvdu svarað. Tey eru nú farin undir telduarbeiðið, og vildu helst havt øll svar- brøvini innan 1. juli. – Bert fá brøv eru komin aftur, tí adressan hevur verið skeiv, fólk eru flutt, ella menn eru til skips. Um allar Føroyar liggja spurna- brøv, sum vit sera fegin vilja hava aftur, útfylt, sigur hon. Talvan vísir, hvussu stór- ur partur av valevnunum frá 2000, sum hava svarað. Klaksvíkingar og havnar- fólk liggja á odda í so máta, men eisini hagani vilja vit fegin hava fleiri svar. Um tygum hava spurn- ingar viðvíkjandi spurna- blaðnum ella kanningini, vendið tygum til Beintu í Jákupsstovu, Høgskolen i Molde, tlf 0047 712 14208, ella sendi teldupost til Beinta@himolde.no Vilja hava fleiri at svara Limir í bygda- Uppstillaði í 2000 Svarbrøv 15. juni 04 Prosent svar ráðnum/býráðnum 3 87 19 21,8 5 255 74 29,0 7 347 98 28,2 9 119 30 25,2 11 (Klaksvík) 57 24 42,1 13 (Tórshavn) 86 33 38,4 C M Y K 3 2