leygardagur 19. juni 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 115 - 19. juni 2004
Nr. 115 - 19. juni 2004
5
RÍÐISTEVNA
Í dag, leygardagin 19.
juni, verður árliga ríði-
stevnan hjá Vága Ríð-
ingafelag hildin Niðri við
Vatn.
Byrjað verður kl. 15
við kappríðing uppi á
kappríðingarbreytini, har
kappast verður í trav,
tvíspor ung, tvíspor 2.
flokkur og tvíspor 1.
flokkur.
Kl. 16.30 ella eftir
kappríðingina
verður
tøltkapping niðri á Ring-
breytini. Aftan á finaluna
verður ponyríðing.
Pylsuvognur letur upp
kl. 16.30 - felagssangur
við undirspæli byrjar kl.
22.00.
Dansur byrjar kl. 23.30
har »Villlmenn« spæla,
og er kostnaðurin 80 kr.
Nú er gjørligt hjá
ferðafólki, føroying-
um sum útlending-
um, at spáka sær ein
túr í Suðroynni undir
skipaðum viðurskift-
um
FERÐAVINNA
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin,fo
Í summar verður skipað
fyri gongutúrum í Suður-
oynni, har staðkend fólk
eru við. Lagt verður fyri
longu í dag - leygardagin.
Ferðavinnan í Suðuroy,
Kunningarstovurnar í Vági
og á Tvøroyri fara framyvir
at skipa fyri gongutúrum
millum bygdirnar í oynni
hvønn leygardag. Málið er
at fyriskipa ein túr hvønn
leygardag, og at tá avtornar
hevur tú møguleika at hava
gingið Suðuroynna úr suðri
og norðri og eystur og vest-
ur.
Staðkend heimildarfólk
eru við á hvørjari gongu-
ferð.
Gongutúrarnir
verða
lýstir í bløðunum og við
uppsløgum hvørja viku.
Bussur koyrir frá Kunn-
ingarstovunum til hvønn
túrin.
Uppmøtingin til gongu-
túrarnar verður ávikavist á
Kunningarstovunum í Vági
og á Tvøroyri og bussarnir
koyra til byrjunarstaðið fyri
gongutúrin. Tá túrurin er
liðugur, koyrur bussur aftur
til ávíkavist Kunningar-
stovuna í Vági og á Kunn-
ingarstovuna á Tvøroyri.
Byrjar gongutúrurin fyri
sunnan Hovsegg, fer buss-
urin kl. 10.00 av Kunning-
arstovuni á Tvøroyri og ein
hálvan tíma seinri (kl.
10.30) úr Vági til byrjun-
arstaðið á gongutúrinum.
Og hinvegin er gongu-
túrurin fyri norðan á oynni,
fer bussurin kl. 10.00 frá
Kunningarstovuni í Vági,
og koyrir av Kunningar-
stovuni á Tvøroyri kl 10.30
til byrjunarstaðið á gongu-
túrinum.
Eftirsum bussur koyrir, er
ikki neyðugt at hava egnan
bil til gongutúrarnar.
Vágur - Famjin longu
komandi leygardag
Fyrsti túrurin verður kom-
andi leygardag 19. juni og
gingið verður úr Vági til
Famjin. Túrurin er lættur at
ganga og tekur umleið
hálvan annan tíma. Á túrin-
um er framúrskarandi út-
sýni vestantil á Suðuroynni.
Bussur koyrir frá Kunn-
ingarstovuni á Tvøroyri kl.
10.00 suðureftir og frá
Kunningarstovuni í Vági kl.
10.30 niðan til Ryskivatn
har túrurin byrjar. Tá
túrurin er liðugur stendur
bussur fyri gongufólkunum
í Famjin og koyrir tey til
ávikavist til Kunningar-
stovuna á Tvøroyri og í
Vági.
Vinn eitt gávukort
kr. 2000,-
Tey sum tá avtornar hava
gingið allar teir fyriskipaðu
gongutúrarnar frá leygar-
degnum 19. juni til seinasta
túrin tann 18. september
millum Øravík og Vág (sí
skránna) eru við í lutakasti
uppá eitt gávukort við virði
kr. 2000,-.
Vit vóna at vísa norð-
ingum og útlend-
ingum Suðuroynna
Tey sum hava vitjað í
Suðuroynni vita, at hon er
nakað fyri seg. Og millum
gongufólk er hon søgd at
verða nakað heilt serligt.
Vit kunnu nevna vestur-
síðuna av Suðuroynni við
bjørgunum. Fuglameingi er
sjálvandi heilt serstakt,
eftirsum flytifuglurin fyrst
nemur Føroyaland í Akra-
bergi. Jarðfrøðisliga er
Suðuroyggin serstøk. Og
hvør veit um ikki norðingar
halda suðuroyingar verða
serstakar.
Nú verður høvið hjá
teimum, sum ikki hava
gingið í Suðuroynni, at
koma suður eitt vikuskifti í
júst hesum ørindum. Fleiri
hús eru til leigu bæði í
teimum smærru og størri
bygdunum í oynni. Til ber
sjálvandi eisini at gista á
teimum ymisku gistingar-
húsunum í oynni. Ring til
Kunningarstovurnar í Vági
ella á Tvøroyri fyri nærri
kunning og kanska bílegg-
ing.
Havi heit og góð klæði,
góðar skógvar ella styvlar,
matpakka og ein drekka-
munn við. Hevur tú kikara
og eitt eitt kort yvir økið,
har gingið verður við tær,
gerst túrurin óivað meiri
áhugaverdur.
Kostnaður fyri gongu-
túrin og busskoyring er kr.
100,- fyri hvønn.
Bindandi tilmelding til
túrarnar skal gerast á Kunn-
ingarstovuni í Vági á tlf.
374342 ella á 284342 ella
á Kunningarstovuni á Tvør-
oyri tlf. 372480 ella á
284480 í seinasta lagi
hvønn fríggjadag 16.00.
Gongutúrar í Suðuroy
hvønn leygardag út á heystið
Ríðistevna hjá Vága
Ríðingafelag
Arbeiðsloysið er
vaksið so nógv í ár, at
nú er tað neyðugt at
hækkað inngjaldið til
ALS
ARBEIÐSLOYSI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Arbeiðsloysið í føroyum
veksur alsamt. Og í ár
hevur tað tikið rættiligt dik
á seg.
Tað vísa tey nýggjastu
hagtølini hjá ALS.
Tølini frá ALS vísa at
higartil í ár, er arbeiðsloys-
ið vaksið støðugt, aftur-
ímóti í fjør
Og nú tølini fyri mai
mánaða í ár eisini eru tøk,
sæst, at fyrstu fimm mán-
aðirnar í ár, er vanliga út-
gjaldið úr ALS tilsamans
10,7 milliónir hægri, enn
tað var í sama tíðarskeiðið í
fjør.
Hetta er ein øking upp á
heili 49,7%.
Men teir fyrstu fimm
mánaðirnar í ár, er útgjaldið
av arbeiðsloysisstuðli í
fiskavirkisskipanini
5,2
milliónir hægri enn tað var
í sama tíðarskeiði í fjør.
– Tað er ein øking uppá
heili 119,6% og sostatt er
arbeiðsloysið í fiskivinn-
una meiri enn tvífaldað
higartil í ár, afturímóti í
fjør.
Fyri ALS hevur hetta við
sær, at skipanin hevur havt
eitt undirskot uppá 5,9
milliónir.
Stýrið fyri ALS hevur
mett um støðuna fyri tað,
sum eftir er av árinum og á
fundi hósdagin, varð sam-
tykt at hækkað inngjaldið í
ALS.
Gjaldið er í løtuni 0,75%
av lønini, men tann 1. juli
hækkar tað upp í 1%.
Men hóast inngjaldið
hækkar, fer ALS kortini at
hava eitt undirskot upp á
nakrar milliónir í ár.
Tølini hjá ALS vísa at í
mai mánaða í ár var 884
fólk arbeiðsleys og tað eru
næstan 300 fólk fleiri enn í
sama tíðarskeiði í fjør. Í
apríl í ár fingu 977 fólk
vanligan arbeiðsloysisstuð-
ul og tað eru 350 fólk meiri
enn í apríl í fjør. Og hetta
hevur verið støðan í alt ár,
at arbeiðsloysið er vaksið
nógv, mánað fyri mánað.
Men sum sagt er tað ser-
liga galið í fiskavirkisskip-
anini
Ì mai í ár fingu 518 fólk
útgjald úr fiskavirkisskip-
anini. Tað eru 211 fleiri enn
í mei í fjør og næstan
tríggjar ferðir so nógv sum
í mai í 2002. Hetta er sama
gongdin hinar mánaðirnar í
ár, samanborið við undan-
farin ár.
Nú er stundin komin
til at politiski
myndugleikin mál
eggja uppí fyri at
forða fyri, at so
nógvur fiskur fer
óvirkaður av land-
inum, sigur
forkvinnan í Føroya
Arbeiðarafelag
ARBEIðÐLOYSI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Nú mugu politikararnir
vakna.
IngeborgVinther,
for-
kvinna í landsins størsta
fakfelag, sigur, at nú er
stundin komin, at politiski
myndugleikin má leggja
uppí fyri at fáa arbeiðsloys-
ið niður.
Sum tað sæst í hinari
greinini her á síðuni, er ar-
beiðsloysð munandi økt
higartil í ár, afturímóti und-
anfarnu árum.
Serliga er arbeiðsloysið
stórt hjá teimum, sum ar-
beiða í fiskivinnuni.
Og tað skerst ikki burtur,
at ein stórur partur av ar-
beiðsloysinum rakar lim-
irnar í Føroya Arbeiðara-
felag.
Og Ingeborg Vinther, for-
kvinna í Føroya Arbeiðara-
felag váttar, at nógvir limir
í felagnum ganga arbeiðs-
leysir.
Og hon sigur, at sum
utlitini eru nú, stúrir hon
fyri gongdini.
– Støðan er óhugnalig.
Og nú mugu politikararnir
taka sær um reiggj og seta
tiltøk í verk, fyri at fáa ar-
beiðsloysið niður.
Eitt nú heldur hon, at
hendan gongdin, har so
nógvur fiskur fer óvirkaður
av landinum, má steðgast.
– Fiskurin fer óvirkaður
av landinum og fólkið í
Føroyum gongur arbeiðs-
leyst og tað mugu politikar-
arnir steðga!.
Hon fýlist eisini á, Fram-
ferðina hjá Fiskavirking.
– Fiskavirking er ein fyri-
tøka, sum alt Føroya fólk
eigur og sum alt Føroya
Fólk hevur betalt skuldina
hjá. Men ístaðin fyri at
skapa arbeiðið í Føroyum,
frættist nú, at Fiskavirking
fer at skapa arbeiði í
Hetlandi.
Kunnu ikki góðtaka
støðuna
Ingeborg Vinther sigur, at
hon skilir ikki, at politik-
arnir góðtaka støðuna.
– Politikararnir eru valdir
at stýra. Tað er ein manna-
rættir at hava arbeiðið og
tað er ein mannarættur at
kunna liva eitt sømiligt lív.
Politikararnir eru valdir at
leggja so til rættis, at fólk
hava liva eitt sámuligt lív.
Og tá ið støðan er so vána-
lig, sum nú, er tað greitt, at
tíðin er komin, at politik-
arar taka stig til at skapa
betri umstøður.
– Tað er upp á tíðina, at
politikarar taka sær um
reiggj, tí nú má okkurt
henda. Tá ið støðan er so
vánalig, mugu politisk stig
takast.
Eitt nú heldur hon ikki, at
tað kann góðtakast, at tað
fer so nógvur óvirkaður
fiskur av landinum. Fiskur-
in undir Føroyum er ogn
Føroya fólks. Ætlanin við tí
má vera, at hann skal koma
fólkinum, sum er býr, til
góðar. Tað merkir, at fisk-
urin skuldi verðið førdur til
lands, virkaður her fyri síð-
ani at skapt eitt útflutnings-
virðið til samfelagið.
– Men í løtuni fer hann
óvirkaður av landinum og
tað eiga politikararnir at
forða fyri, sigur hon.
Hon vísir eisini á tær
stuðulsskipanir, sum hava
verið settar í verk, bæði fyri
at bjarga vinnulívinum í
Norðoyggjum og í Sandoy.
Hon heldur, at ein sama
slag grunnur skuldi verðið
settur í verk fyri Suður-
oynna, sum kundi fingið
gongd á vinnulívið aftur
akkurát sum Føroya Grunn-
urin fekk gongd á vinnulív-
ið í Norðoyggjum og Sand-
oyargrunnurin fekk gongd
á vinnulívið í Sandoynni.
Men er ikki gongdin
tann, at tað skal vera vatn-
tætt skott ímillum vinnulív
og politikk?
– Jú, tað verður ført fram,
serliga frá vinnulívinum.
Men hendan støðan vísur,
at vinnulívið maktar ikki at
útvega fólkinum arbeiði.
Fiskurin, sum fer óvirkaður
av landinum, er eitt dømi
um tað og tí mugu politisk
stig takast.
Vinnulívið hevur ført
fram, at orsøkin til, at so
nógvur óvirkaður fiskur fer
av
landinum,
er,
at
kostnaðarstøðið í Føroyum
er so høgt, eitt nú tímaløn-
irnar.
– Hatta er ein bílig um-
bering. Eg haldi, at ístaðin
fyri bara at hugsa um løn-
irnar, eiga virkisleiðslur
heldur at miðsavna seg um
at hugsa nýtt. Tað, sum
krevst, er nýhugsan og
nýggir, nýmótans fram-
leiðsluhættir sigur Ingeborg
Vinther.
Hon heldur serliga, at
Fiskavirking hevur nakrar
serligar skyldur, tí fólkið
hevur sett so nógvan pening
í Fiskavirking og tí heldur
hon eisini, at politikararnir
serliga eiga at seta Fiska-
virking krøv.
Arbeiðsloysið í Føroyum
tikið rættiligt dik á seg í ár
Á jóansøku verður stór
ættarstevna í Suðuroy
fyri tey, sum eita Hjelm
til eftirnavn.
Í
hesum
sambandi
koma eini 80-100 eftir-
komarar hjá Jógvani við
Krossli heim úr Íslandi.
Hann var giftur við ísl-
endskari konu, men tá ið
hann gekk burtur, flutti
konan aftur til Íslands
við øllum børnunum.
Leygardagin á jóan-
søku er ætlanin at seta
upp eina minnisplátu
yvir Jógvan við Krossli
og sunnudagin er ætlanin
at fara eina rundferð í
Suðuroynni.
Sunnukvøldið verður
ættarveitsla
á
Hotel
Øravík.
Tey, sum ætlar sær við
á veitsluna, skulu siga frá
í seinasta lagið hóskvøldi
24.- juni á Hotel Øravík,
tlf. 371302 ella á
214823.
Arbeiðsloysið í fiskivinnuni er tvær ferðir so stórt í ár, sum tað
var í fjør
Ingeborg Vinther:
Nú mugu politikarar vakna
– Tá ið støðan er so ring, sum hon er nú, mugu politikararnir setatiltøk í verk fyri at útvega fólki
arbeiði, sigur Ingeborg Vinther
Hjelmar hittast í Vági
C
M
Y
K
5
4