leygardagur 19. juni 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 115 - 19. juni 2004
Nr. 115 - 19. juni 2004
7
Hittast aftur eftir 60 ár
Tann 3. juli í ár hittast
42 av teimum gott og
væl fimti næmingun-
um, sum byrjaðu í
fyrsta flokki í Klaks-
vík í 1944. Seks av
floksfeløgunum hava
arbeitt við at finna øll
aftur síðani áðrenn
nýggjár, og nú er so
gott sum alt klárt til
sameiningina
SAMEINING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Prátið hoyrist út í gongina,
og tað gongur lívliga fyri
seg. Inni í stovuni ella køk-
inum, sum eru í einum, sita
seks fólk. Hergerð, Eiler,
Ásbjørg, Liden, Katrin og
Ása. Tey hava øll tað til-
felags, at tey byrjaðu í
fyrsta flokki í 1944. Og nú
eru tey við at leggja sein-
astu hondina á eina sam-
eining, sum fevnir um allan
árgangin.
52 brøv vórðu send út
beint eftir nýggjár og av
teimum hava 42 boðað frá,
at tey vilja verða við. Og
tað fegnast fyrireikararnir
um.
Leygardagin tann 3. juli
hittast tey so øll. Fyrst
verður farið í skúlan, síðani
er ein gongutúrur út í Grøv
á skránni, um tað viðrar, og
um kvøldið verður so farið
norður á hotel Norð á
Viðareiði til ein døgurða.
Tað er ongin ivi um, at hesi
seks fólkini eru sera spent
til hendan stóra dagin.
Hetta er fyrstu ferð, at
árgangur 44 hittist aftur, so
tað er rættuliga langt síð-
ani, at summi av teimum
sóust seinast.
Tað hoyrist á teimum, at
tey hava lagt nógva orku í,
og ferð eftir ferð er tað
onkur, sum tekur til, hvussu
spentur hon ella hann er.
Endurminningar
Eisini gongur prátið dúg-
liga um gamlar tíðir. Hetta
eru jú gamlir floksfelagar,
og tey hava sum vera man
nógv at tosa um.
– Oys, minnast tit stovu
nummar 12. Hana sum vit
plagdu at fara niður í, tá teir
bombaðu, spyr Liden. Hini
nikka samtykkjandi, og tey
rista øll við høvdinum, tí
hesi minnini eru ikki so
góð. Men ein beiskur veru-
leiki sum partur av teirra
fyrsta skúlaári.
Tey greiða frá, at tey vóru
ikki so nógv úti aftaná
skúlatíð um ta tíðina.
– Aja, tað vóru aðrar
tíðir, sigur Ása seigliga,
men smílandi.
Aftur fara tey at práta um
tað, sum liggur fyri framm-
an. Eru nú sangirnir komnir
upp á pláss, kaffi keypt,
koppar og so framvegis. Alt
hetta, meðan tey njóta ein
góðan kaffi ella temunn frá
Hergerð og Eiler og køku
afturvið.
Men meira enn einaferð
dettur prátið inn aftur á
gamlar dagar í skúlanum.
Og enn ein "ræðusøga"
kemur fram. Ella í øllum
førum ein ræðusøga fyri
okkum, sum byrjaðu at
ganga í skúla, eftir at doyv-
ingin varð uppfunnin.
– Minnast tit, tá tann-
læknin plagdi at koma. Tey
komu bara inn eftir okkum
ein og ein, letur í Eiler.
– Ja, og eg minnist hand-
an sangin, sum vit plagdu
at syngja fyri, at vit ikki
skuldu hoyra, um tann, sum
var í stólinum, fór at gráta,
sigur Ásbjørg.
Eisini greiða tey frá,
hvussu tað var at fara undir
brúsu í ísakøldum vatni
eftir fimleik. Og ikki at
gloyma at fara út í Grøv at
svimja.
Norðmaður við
Ein teirra, sum verður við,
er ein norðmaður, sum
gekk í flokkinum í eina
stutta tíð. Tað eydnaðist
teimum at finna fram til
hansara, og hann var so
glaður, at hann boðaði frá,
at hann kom við einans
tríggjar tímar eftir, at hann
hevði fingið brævið.
Annars halda tey, at tað
gekk eitt sindur trekt at fáa
gongd á tilmeldingarnar,
men tær komu so líðandi.
Og í dag eru sum sagt bert
tíggju avboð.
– Vit fingu eitt avrit av
protokollini, tá vit byrjaðu.
Og tá vit so høvdu funnið
bústaðirnar
hjá
øllum,
skrivaðu vit eitt bræv og
koyrdu somuleiðis eitt avrit
av protokollini í, so at øll
kunnu síggja, hvørji koma
við, greiðir Katrin frá.
Og nú eru bert snøklar
eftir hjá teimum at fáa upp
á pláss, áðrenn stóra dagin.
– Vit eru so spent at
síggja øll aftur. Tað verður
spennandi at vita, hvussu
tað verður at tosa saman
aftur aftaná so mong ár,
sigur Hergerð. Fleiri av
teimum hava sjálvandi sást
upp gjøgnum tíðina, men
hetta er sum sagt fyrstu
ferð, at allur árgangurin
hittist aftur.
Meira og meira verð-
ur gjørt við gongu-
túrar innan føroysku
ferðavinnuna. Fyri
stuttum kom gongu-
faldarin hjá Ferða-
ráðnum út á føroysk-
um umframt donsk-
um og enskum. Og nú
er Ferðaráðið júst
farið í gongd við eina
lýsingarherferð, sum
skal fáa føroyingin
upp úr sofuni ella úr
bilinum og út í nátt-
úruna at ganga
FERÐAVINNA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Summar er, hóast veðurgud-
arnir ikki hava víst seg frá
síni bestu síðu higartil.
Mánadagin er longsti dagur,
og tað plagar at vera eyð-
kent, at skipað verður fyri
ymsum
útferðum
ella
gongutúrum í tí samband-
inum.
Í snotuliga gongufaldar-
anum hjá Ferðaráði Føroya,
sum fyri stuttum kom út á
føroyskum,
eru
nógvir
hentir upplýsingar til fólk,
sum hava hug at ganga túr-
ar í fjøllunum. Har stendur
millum annað, hvussu lang-
ir túrarnir eru, og hvussu
langa tíð tað tekur. Hvussu
ein gongur, og hvar ein skal
fara fyri at koma higar túr-
urin byrjar. Fyri mong
kanska púra óneyðugir
upplýsingar, men helst til
stóra nyttu fyri uppaftur
onnur.
14 ymiskar gøtur eru í
honum, og er tað upplagt til
tey, sum kanska ikki hava
so góðan hug at verða í
teimum fyriskipaðu túrun-
um. Men hesir eru sjálv-
andi eisini ein møguleiki.
Birita Nolsø, sum er sam-
skipari á innlendisdeildini á
Ferðaráðnum
sigur,
at
gongutúrarnir verða alsamt
betri og betri umtóktir –
eisini millum føroyingar.
Gongufeløgini
skipa
eisini fyri fleiri túrum, sam-
stundis sum tey eisini ger-
ast fleiri í tali. Og tað fegn-
ast Birita um.
Inntil í ár kom gongu-
faldarin bert út á donskum
og enskum. Men í ár varð
so gjørt av at geva hann út á
føroyskum eisini.
– Vit hava arbeitt so nógv
við at fáa útlendingar til
gongutúrar her í landinum,
men vit mugu ikki gloyma,
at føroyingar líkaso væl eru
ein upplagdur málbólkur,
sigur Birita.
Samstundis vónar hon, at
ferðsmiðir fara at nýta
hendan gongufaldaran í
teirra pakkaferðartilboðum.
Øllum veðri
Veðrið ræður fyri øllum í
Føroyum, men tá tað kemur
til gongutúrar heldur Birita
ikki, at tað hevur líka nógv
at siga.
– Sjálvandi er tað lekkurt
at ganga ein túr í fjøllunum í
fagrasta summarveðri, men
tað ber til at ganga í fjøll-
unum í nærum øllum veðri.
Upplivilsini
verða
bara
øðrvísi, alt eftir veðrinum,
greiðir hon frá og vísir
samstundis á, at fleiri av
gongufeløgunum skipa fyri
gongutúrum alt árið runt.
Hon heldur, at ein gongu-
faldari er sera kærkomin, tí
hann fær fólk at síggja
møguleikarnar, sum tey
hava.
– Her hevur tú jú tvey at
velja ímillum. Tú kanst fara
einsamallur, ella tú kanst
fara til ein fyriskipaðan
gongutúr,
sigur
Birita
Nolsø.
Gongufaldarin frá Ferða-
ráðnum fæst á øllum kunn-
ingarstovum kring landið
og kostar tíggju krónur.
Liden, Ása, Ásbjørg, Eiler,
Hergerð og Katrin eru øll
spent til tann 3. juli, tá tey
saman við sínum floksfel-
øgum í barnaskúlanum fara
at hittast aftur, nú tað eru 60
ár síðani, at tey fóru í skúla
Fáa føroyingar til gongu
Ferðaráð Føroya er nú farið
undir eina lýsingaherferð til
tess at fáa fleiri føroyingar
gongutúrar í okkara vøkru og
stórslignu náttúru
Mynd: Forsíða á gongufaldaranum
hjá Ferðaráðnum
Undir politijagstran-
ini týsdagin í Suður-
streymoy, tá løgreglan
fangaði 20 ára gamlan
motorsúkkluførara
við eini ferð á 193
km/t, kroysti løg-
reglan tveir aðrar
ósekar motorsúkklu-
førarar av vegnum.
Førararnir hava
meldað løgregluna
fyri tilburðin
FERÐSLA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Talan
var
um
sannan
dramatikk millum Havnina
og
Kollafjørð
týsdagin
seinnapart.
Løgreglan
jagstraði ein 20 ára gamlan
motorsúkkluførara,
sum
varð máldur at náa eini ferð
á 193 km/t, og hesin varð
fangaður við Mjáuvøtn í
Kollfjarðadali, eftir at ein
annar
motorsúkkluførari
eisini varð tikin fyrr um
dagin.
Kløkkir og østir
Men jagstranin fekk eisini
avleiðingar fyri tveir aðrar
ósekar motorsúkkluførarar,
sum vóru á veg suðureftir,
tá løgreglan jagstraði einu
motorsúkkluna norðureftir.
Sosialurin hevur tosað ann-
an teirra, sum vil vera
ónevndur, og hann greiðir
soleiðis frá.
– Vit eru á veg suðureftir
og koma út úr Kollfjarða-
tunnlinum Kaldbaksmegin,
tá ein løgreglubilur kemur
ímóti okkum. Hann heldur
helst, at annar okkara er
hann, sum verður jagstrað-
ur og hevur vent við, og so
stýrir hann yvir í okkara
bana og kroystir okkum út
av vegnum, greiðir við-
komandi motorsúkkluførari
frá. Hann sigur, at áðrenn
teir vórðu kroystir út í rab-
attina fram við vegnum,
rendu
motorsúkklurnar
saman, og materiellur skaði
stóðst av hesum, hóast
eingin teirra varð løstaður.
Hetta var tann aftasti av
tveimum løgreglubilum, og
hann var somikið langt
aftanfyri jagstraðu motor-
súkkluna og hin løgreglu-
bilin, at hann møguliga ikki
visti betri.
Motorsúkkluførarin
greiðir frá, at teir framm-
anundan møttu jagstraðu
motorsúkkluni við ýlandi
ferð við tunnilsmunnan
Kollfjarðamegin, og mið-
skeiðis í tunnlinum kom
fyrri løgreglubilurin við
sera høgari ferð eisini ímóti
teimum. Tá teir so komu út
úr tunnlinum í Kaldbaks-
botni, møttu teir løgregluni
í sivilbili, sum stýrdi ímóti
og kroysti teir av vegnum,
áðrenn hann fór víðari.
– Tað var ein einstakur
løgreglumaður í bilinum,
og tá hann fann útav, at vit
vóru skeivu motorsúkklu-
koyrararnir, koyrdi hann
víðari, og vit stóu sera
kløkkir og østir eftir, sigur
annar motorsúkklukoyrar-
in. Hann sigur, at teir vóru
hepnir at sleppa so lætt, tí
við meiri ferð kundi skaðin
saktans verið størri orsakað
av avgerðini, viðkomandi
politistur valdi at taka.
– Tá politisturin stýrdi
yvir í okkara bana beint
ímóti okkum, føldi eg, at nú
fór at enda galið, men tí-
betur sluppu vit, verður
greitt frá. Annar motor-
súkkluførarin heldur, at
vandamikla koyringin hjá
løgreglumanninum er átalu
vert, hóast hann sigur, at
hetta nokk var eitt menn-
iskjaligt mistak í eini hekt-
iskari politijagstran.
Meldaðu
Teir báðir motorsúkklu-
koyrararnir hava meldað
tilburðin í Kaldbaksbotni
týsdagin, og teir siga, at eitt
sakarmál væntandi verður
av tilburðinum.
– Nú veit eg ikki, hvat alt
endar við, men vit halda, at
tilburðurin ikki kann góð-
takast, og so fáa vit at
síggja, hvat hendir, sigur
motorsúkkluførarin
at
enda, sum saman við vin-
manni fekk ein veruligan
hvøkk týsdagin, tá løgregl-
an stýrdi ímóti og noyddi
teir av vegnum fyri síðani
at koyra víðari.
Av løgreglustøðini
sigur vakthavandi,
at løgreglan var
ábyrgdarfull og
gjørdi sítt arbeiði
undir tilburðunum í
Suðurstreymoy
týsdagin, og
sambært teimum
verður neyvan
nakað rættarmál av,
at tveir ósekir
motorsúkkluførarar
vórðu kroystir av
vegnum
FERÐSLA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Omanfyri á síðuni greiðir
motorsúkkluførari frá, at
hann saman við einum
øðrum varð av løgreglu-
bili kroystur av vegnum
týsdagin seinnapart í eini
politijagstran eftir einum
øðrum motorsúkklufør-
ara.
Av løgreglustøðini sig-
ur vakthavandi, at tey í
rapportini hava somu út-
gávu av tilburðinum, men
hinvegin verður av politi-
støðini sagt, at førarin í
politibilinum gjørdi sína
skyldu, tá hann helt, at
annar av motorsúkklufør-
arunum møguliga var
hann, løgreglan jagstraði.
– Tað hevði ikki verið
rætt at latið hesar sloppið
framvið, um møguleiki
var fyri, at annar av hes-
um var tann, vit jagstr-
aðu, sigur vakthavandi.
Ikki rættarmál
Vakthavandi á løgreglu-
støðini sigur, at nakað
rættarmál neyvan stendst
av hesum tilburðinum,
hóast báðir motorsúkklu-
førararnir hava meldað,
men hetta er so ein sak,
sum løgfrøðingarnir nú
skulu gjøgnumganga og
síðani meta um, eftir at
ferðsluóhappsrapport er
skrivað.
– Men eg kann ikki
ímynda mær, at nakað
rættarmál stendst av hes-
um, hóast sakin verður
viðgjørd, sigur løgreglan.
Ábyrgdarfull
løgregla
Spurd, um talan var um
ábyrgdarfullan atburð hjá
løgregluni á vegunum í
Suðurstreymoy týsdagin,
tá ein motorsúkkluførari
við máldari ferð á 193
km/t varð jagstraður og
fangaður, meðan tveir
aðrir vórðu kroystir av
vegnum, er løgreglan
greið.
– Løgreglan koyrdi týs-
dagin ikki eins skjótt og
jagstraða motorsúkklan,
og orsøkin til, at maðurin
varð tikin við Mjáuvøtn
var, at motorsúkkla hans-
ara brendi saman, greiðir
vakthavandi frá. Um hetta
ikki hevði hent, høvdu
løgreglubilarnir
ikki
vunnið fram á motor-
súkkluna,
sigur
løg-
reglan.
–
Førarar
okkara
koyrdu ikki eins skjótt og
motorsúkklan,
og
vit
høvdu helst latið motor-
súkkluna farið, um hon
ikki varð brend saman,
sigur vakthavandi. Lagt
verður afturat, at løg-
reglan bert metti seg gera
sína skyldu týsdagin, og
at politibilarnir ikki koyra
skjótari, enn trygt og
ábyrgdarfult er, sigur
vakthavandi á løgreglu-
støðini.
– Men sjálvandi skulu
vit koyra aftaná og royna
at taka slík, sum koyra so
skjótt, uttan at vit seta
onnur í vanda, sigur
løgreglan greið.
Fyrsta hálvár í 2003 vórðu 42 motorsúkklur
innfluttar til Føroya
Fyrsta hálvár í 2004 vórðu 48 motorsúkklur
innfluttar til Føroya
75 umsóknir til teori og 98 til koyring eru í løtuni á
bileftirlitinum til motorsúkklu
450 skrásettar motorsúkklur eru í Føroyum
FAKTA
Løgreglan kroysti
motorsúkklur av vegnum
– Vit vóru á veg suðureftir og komu út úr Kollfjarðatunnlinum Kaldbaksmegin, tá ein politibilur stýrir yvir í okkara bana og
kroystir okkum út av vegnum, greiðir ein motorsúkkluførari frá, sum vil vera ónevndur
Mynd: Jens Kristian Vang
Løgreglan:
Vit gjørdu
okkara skyldu
– Løgreglan koyrdi týsdagin ikki eins skjótt og jagstraða
motorsúkklan, og orsøkin til, at maðurin varð tikin við
Mjáuvøtn var, at motorsúkkla hansara brendi saman,
greiðir vakthavandi á løgreglustøðini frá
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6