Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juni 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 115 - 19. juni 2004 Nr. 115 - 19. juni 2004 9 Ábyrgdarblaðstjórin á danska dagblaðnum Information, David Trads, finst hvassliga at vinnuligu og polit- isku áhugamálunum, sum føroysku fjøl- miðlarnir eru heftir at. – Vavsturin av vinnulívi, politikki og fjølmiðlum í Føroy- um minnir ikki sørt um støðuna í Italia, har mørkini millum fjølmiðlar einumegin og vinnulív/politikk hinumegin eru alt annað enn sjónlig, sigur David Trads FØROYSKI FJØL- MIÐLAHEIMURIN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Mutur. mafia. valdsmis- nýtsla. Hesi trý hugtøkini verða vanliga í speisemi nevnd sum hornasteinurin undir fólkaræðinum í Italia. Sam- bært ábyrgdarblaðstjóran- um á danska dagblaðnum Information, David Trads, skulu føroyingar ikki langt út um føroysku landoddar- nar at síggja somu sjúku- tekin í føroyska fólkaræð- inum. – Vavsturin av vinnulívi, politikki og fjølmiðlum í Føroyum minnir ikki sørt um støðuna í Italia, har mørkini millum fjølmiðlar einumegin og vinnulív/pol- itikk hinumegin eru alt annað enn sjónlig. Hesin vavstur er ómetaliga skaði- ligur fyri føroyska fólka- ræðið, greiðir David Trads frá. Italski fjølmiðlaheimurin hevur leingi verið umrødd- ur sum ringasta dømi um góðan fjølmiðlasið. Silvio Berlusconi er fyrst og fremst maðurin, ið ger sítt til, at mørkini millum polit- ikk, vinnulív og fjølmiðlar eru ósjónlig. Hann er bæði italskur forsætisráðharri, vinnulívs- maður, umframt at sita á øllum teimum italsku fjøl- miðlunum. Áðrenn hann tók við forsætisráðharra- sessinum átti Berlusconi fleiri týdningarmiklar priv- atar sjónvarpsrásir, og eftir at hann tók við sum italskur forsætisráðharri, hevur hann lagt fleiri almennar fjølmiðlar undir seg. – Tað er ein dreymur fyri hvønn politikkara ella vinnulívsmann at hava tamarhald á fjølmiðlunum, men tað er blóðskeivt út frá grundhugsanini hjá fjøl- miðlunum. Uppgávan hjá fjølmiðlunum er at vera varðhundur og hava eftirlit við millum annað politikar- unum og vinnulívsfólki, og tí skal sjálvsagt einki sam- band vera til hesar bólkar. Tað sum hendir í Italia, er ein stór skomm fyri jour- nalistiska fakið, sigur ein avgjørdur David Trads. Ein vavgreytur Fyri góðum mánaði síðan varpaði Sosialurin ljós á vantandi trúvirðið í før- oyska fjølmiðlaheiminum. Við støði í partapolitiskum og vinnuligum áhugamál- um millum leiðslur og eigarar var niðurstøðan, at føroyski tíðindamóttakarin hevur avgjørt orsøk til at seta spurning við trúvirðið á føroyska tíðindaflutning- inum. Í stuttum varð víst á, at ognarviðurskiftini á privatu miðlunum Dimmalætting, Fregnum og Sosialinum seta trúvirðið hjá miðlun- um í ringt ljós. Við gald- andi ognarviðurskiftum kann føroyski borgarin altíð freistast at seta spurnar- tekin við, um bløðini verja áhugamálini hjá eigarunum ella hjá borgaranum. Tíðindafólkini Uni Arge og Brynhild Thomsen funn- ust eisini hvassliga at leiðsluni í Útvarpi Føroya. Tað varð róð fram undir, at tað avgjørt ikki var nøktandi fyri trúvirðið hjá stovninum, at leiðslan í Sortudíki hevði bæði politiskar og vinnu- ligar bindingar. Tað varð mett at vera stak óheppið, at stjórin í ÚF, Jógvan Jesper- sen, og programmleiðarin, Jógvan Arge, ávíkavist røkja nevndarsess í Føroya Banka og eru virkin politikari fyri Tjóðveldisflokkin. Føroyar serliga varnar – Tað gongur snøgt sagt ikki at grundgeva fyri, at Føroyar eru so smáar, og tí er tað í lagi, at fjølmiðlar, politikkur og vinnulív eru samantvunnin. Júst tað, at Føroyar eru so smáar er fremsta orsøkin til at vera serliga varin við vina- og kenningapolitikki, vísir David Trads á. Ábyrgdarblaðstjórin á Information hevur fleiri ferðir verið í Føroyum í ar- beiðsørindum, og hann fylgir væl við í føroyskum viðurskiftum. David Trads sigur, at føroyingar áður hava havt stórar trupul- leikar í sjeyti- og áttatiárun- um við vina- og kenninga- politikki millum vinnulív og politikarar, og varðandi myndugleikar fyri før- oyskum fjølmiðlunum áttu at lært av ringu royndunum. – Trupulleikin við vina- og kenningapolitikki í Før- oyum er ikki endaliga loystur. Eg haldi tað er ein álvarsamur trupulleiki, at føroysku fjølmiðlarnir eru so heftir av politiskum og vinnuligum bindingum. Fyri meg at síggja ber til at siga, at fjórða statsvaldið er sett úr gildið í Føroyum. Tit mugu ongantíð ov skjótt rudda upp í føroysku fjøl- miðlunum, tí við núverandi støðu hevur tíðindamóttak- arin alla orsøk til at seta spurning við trúvirðið, heldur David Trads. Journalistar tryggja trúvirðið Í Danmark kjakast fólk innan fjølmiðlaheimin javnan um, hvørjar upp- gávur journalistar kunnu átaka sær og ikki. David Trads er kendur at vera rættiliga víðgongdur í hesum spurningi. Hann heldur, at ein journalistur við virðing fyri sær sjálvum og sínum starvi eigur ikki at luttaka í nøkrum sam- felagsligum áhugamálum. Ábyrgdarblaðstjórin á Information metir, at upp- gávan hjá journalistum at vera samfelagsins varð- hundur ikki kann sameinast við at vera limur í nøkrum felagsskapi, tí brádliga kann journalisturin koma í ta støðu, at hann er noyddur at viðgera sama felagsskap, og tá er skjótt, at mørkini kámast millum áhuga- málini. – Støðan í Føroyum er sjálvsagt ikki nøktandi. Við núverandi støðu má tað vera fyrst og fremst upp- gávan hjá einstaka journal- istinum at fremja kritiskan og óheftan journalistikk. Føroysku journalistarnir skulu sjálvsagt ikki taka lut í politiskum og vinnuligum áhugamálum, hóast ognar- og leiðsluviðurskiftini tala fyri tí. Eg ivist ikki í, at tað eru fleiri kritiskir og góðir føroyskir journalistar, sum lesarin og hyggjarin kann hava álit á, hóast arbeiðs- plássið hjá honum er heft politiskt ella vinnuliga, vísir David Trads á. Loysnin Ábyrgdarblaðstjórin á In- formation hevur eisini upp- skot um, hvussu føroyski fjølmiðlaheimurin kann koma burtur úr sínum bindingum til vinnulív og politisku flokkarnar. – Tit áttu at fylgt sama leisti, sum donsku bløðini nýttu fyri skjótt 30 árum síðan. Fáið flokkarnar og politikkarar at sleppa sær av við bløðini, og gerið tey burturav vinnulig. Verður hetta gjørt, ber aftur til at tosa um bløð, har trúvirðið verður sett í hásætið, heldur David Trads. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, hevur fleiri ferðir víst á, at hann heldur tað er stak óheppið, at eingin nevnd er ímillum politiska myndugleikan og almennu fjølmiðlararnar. David Trads er av somu áskoðan. – Bæði í Bretlandi og Danmark eru skipanir fyri almennar loftmiðlarnar, sum tykjast at rigga væl. Bæði fyri BBC og DR eru óheftar nevndir, sum eru ovasti myndugleiki hjá rás- unum. Nevndin er umboð- að av øllum politiskum flokkum, og á tann hátt ber til at tryggja eitt ávíst óheftni. Hesin leistur kundi eisini verið nýttur í Føroy- um, greiðir ábyrgdarblað- stjórin á Information frá, Tað óformella er ringast – Í minsta lagi eru lesarar og hyggjarar í Føroyum varir við, at fjølmiðlarnir hava ávísar bindingar til vinnulig og politisk áhuga- mál. Tað er nógv verri, tá lesarin og hyggjarin verður snýttur at halda, at talan er um óheftan journalistik, tá støðan er júst hin mótsatta. Í Danmark hava vit stórar trupulleikar av, at fjøl- miðlar fyrigykla borgaran- um at teir viðgera evnini óheft, tá teir hinvegin fram- leiða tíðindaflutning, ið er til frama fyri ávís áhuga- mál, greiðir ábyrgdarblað- stjórin á Information frá. Hann rør fram undir, at kappingarneytarnir hjá Information, Berlingske Tidende og Jyllands Posten, tilætlað viðgera evni til frama fyri stjórnina hjá Anders Fogh Rasmussen. – Tað er avgjørt talan um eitt óformelt net millum Berlingaran og Jyllands- Posten einumegin og donsku stjórnina hinumeg- in. Bæði dagbløð siga seg vera óheft, og lesaran dugir ikki á at skyna, um talan er um óheftan journalistikk ella ei, hóast tað er týðuligt at síggja, at hesi dagbløð samstarva við stjórnina. Eg vil kalla Jyllands-Posten og Berlingaran fyri »goodwill ambassadørar« hjá Fogh og hansara harkaliði, vísir David Trads á. Hann heldur, at tað er al- tíð uppgávan hjá fjølmiðl- um at vera í andstøðu til valdsharrarnar og sitandi stjórn, og tí eru raðfesting- arnar hjá áðurnevndu dag- bløðum undir alt lágmark. Øssur hevur rætt – Eg haldi, at bókin upp- graderaði meg til at vera vertur í valsendingunum. Nakað soleiðis tók Øssur Winthereig til á einum fyri- lestri á einum fjølmiðla- festivali herfyri. Undir val- stríðnum í desember vóru hvassar atfinningar vendar ímóti Sjónvarpi Føroya fyri at lova Øssuri fram at á skýggjanum, tá hann í kjalarvørrinum av bókini, Skjót Journalistin, gjørdi sítt til, at sjálvsstýrissam- gongan valdi at leggja kongin og skriva út nýval. Fleiri vóru á tí máli, at Øssur Winthereig á ein hátt var ógegniður, men høv- uðspersónurin vísti øllum atfinningunum aftur. David Trads fylgdi væl við kjak- inum, sum stóðst av bókini hjá Øssuri og Grækarisi, og hann tekur fult undir við sjónarmiðjunum hjá Øssuri Winthereig. – Sjálvandi vilja politikk- arar hava stóran áhugað í, at hann ikki var partur av valsstríðnum. Tað gevur púrt onga meining, at hann brádliga skal gevast við sínum arbeiði, bert tí hann hevur skrivað eina bók, sum koppar eini samgongu. Nixon ynskti sjálvsagt, at Bernstein og Woodward, sum avdúkaðu Watergate, góvust, men tað skuldu teir sjálvsagt ikki. Øssur hevur eftir øllum funnið gjørt eitt frálíkt journalistiskt ar- beiði, og tað kann aldrin niðurgradera hann til at arbeiða undir valdystinum, sigur David Trads at enda. »Det er overraskende og interessant, at så mange journalister er medlemmer af et parti, når det journalistiske ideal er polit- isk og økonomisk uafhængighed af speci- fikke interesser i samfundet,« Nete Nørgaard Kristensen, ph.d. ritgerð um sam- bandið hjá journalistum til teirra keldur ” »En journalist melder sig vel ind i et parti, fordi journalisten har en holdning og ønsker at fremme sit partis holdninger. Det kan blive et problem i forhold til seerne, læserne og lytterne,« Henning Olsson á DR, sum hevur arbeitt sum politiskur journalistur seinastu 30 árini. ” »Det er ude i hampen, at journalister er så berøringsangste over for at engagere sig politisk. En venstremand, der bliver journalist og melder sig ud af Venstre, har jo stadig de samme sympatier. Det bør han også have, for journalister skal være engageret i samfundet,« Søren Lippert, sum bæði var virkin limur í Danska Javnaðarflokkinum og journalistur á DR ” »Det er en borgerret – også for journalister – at være medlem af et parti. Vi går ud fra, at går journalister ind til et professi- onelt job hos os, så lever de også op til DRs værdier om upartiskhed og troværdighed,« Lisbeth Knudsen, chefredaktør á DR ” »Det er uforeneligt for en journalist på Jyllands-Posten at være medlem af et politiske parti, hvis vedkommende i avisen behandler politiske emner,« står der i en skrivelse, ledelsen udleverer til nye medarbejdere. Carsten Juste, Jyllands-Posten ” "Man skal passe på med at udråbe forfaldtendenser. Men journalistikken er et fag, der er omspundet af ord som autonomi, uafhængighed og selvstændighed. Det forventes, at man som journalist varetager offentlig- hedens interesser. Jeg er godt klar over, at det ikke ude- lukkende er sådan i virkelighedens verden. Men når knap halvdelen er i berøring med informationsar- bejde, så mener jeg, at der er noget, der bør tales om, Nete Nørregaard, ph.d. ritgerð um sambandið hjá journalistum til teirra keldur ” Føroyski fjølmiðlaheimurin minnir um støðuna í Italia Ábyrgdarblaðstjórin á dag- blaðnum Information, David Trads heldur ikki, at upp- gávan hjá journalistum at vera samfelagsins varðhund- ur kann sameinast við at vera limur í nøkrum felags- skapi, tí brádliga kann jour- nalisturin koma í ta støðu, at hann er noyddur at viðgera sama felagsskap, og tá er skjótt, at mørkini kámast millum áhugamálini. C M Y K 9 8