Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juni 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 115 - 19. juni 2004 Nr. 115 - 19. juni 2004 11 Í hesum døgum verður hildið 25 ára hátíðarhald fyri grønlendsku heimastýrisskipanini. Grønland var sum kunnugt eitt danskt hjáland heilt til 1953, tá landið varð innlimað í danska kongsríkið. Tað eru sum vera man ymsar meiningar um hesa avgerð. Hóast ST góð- kendi avgerðina, so hava atfinningarsamar røddir ver- ið frammi, tí hetta hendi júst í eini tíð, har hjálanda- veldini mistu síni hjálond. Endamálið við at avtaka hjálandastøðu Grønlands var javnstøða millum ríkis- partarnar og síðan við støði í hesum at menna Grøn- land, sum var tilafturskomið, til eitt nútímans sam- felag. Hesin politikkur eydnaðist ikki væl. Miðsavning, samfelagsbroytingar, miseydnaður útbúgvingarpolit- ikkur, miseydnaður vinnulívspolitikkur og miseydn- aður almanna- og heilsupolititkkur var úrslitið. Atfinningarnar trutu ikki og misnøgdin í Grønlandi var stór. Danskar stjórnir máttu tískil taka annað skinn um bak og í 1979 kom so ein heimastýrisskip- an, sum minnir nógv um ta føroysku skipanina. Nú hevur skipanin so virkað í fjórðingsøld og ymsar eru meiningarnar um hesa skipan. Semja er tó í Grøn- landi um, at skipanin skal broytast. Ein sjálvstýris- nevnd hevur tilevnað eitt sera áhugavert uppskot til eina nýggja stjórnarskipan við nógv meira sjálvsræði, enn talan er um í dag. Í Grønlandi er rættiliga breiða semja um uppskotið, eins og breið semja er um at varðveita blokkstuðulin í framtíðini. Sum nevnt eru metingarnar ymiskar, hvussu gingist hevur. Tey, sum finnast at, siga at danir framvegis ráða, tí teir sita við øllum teimum týðandi størvunum. Eisini verður funnist at valdi USA's í Grønlandi. Hin- vegin eiga vit at meta hesi 25 árini út frá byrjanarstøð- inum. Gera vit tað, er Grønland komið langt í fram- burði og menning. Grønlendsku politikkararnir eru við at fáa tamarhald á trupulleikunum. Eitt nýtt, ungt og vælútbúgvið ættarlið av grønlendingum tekur so líðandi yvir í leiðandi størvum innan fyrisiting og vinnulív. Tað gongur rætta vegin, og Grønland nýtir vaksandi virðing víða hvar serstakliga millum heimsins upprunatjóðir, har Grønland er á odda til tess at tryggja mannarættindini og sømilig kor. Tey næst 25 árini vera avgerandi fyri lagnu Grønlands. Alt bendir á, at nýggja ættarliðið fer at megnað at føra Grønland fram í fremstu røð millum heimsins tjóðir. Landið er ríkt, mentanin sterk og blómandi, fólkið er ungt og gerst alt betur útbúgvið til at menna land og fólk. Føroyingar og grønlendingar hava samstarvað væl í heila øld. Vit ynskja grønlendsku tjóðini til- lukku og ynska bjarta framtíð fyri hesa tjóð, sam- stundis sum vit vóna, at samstarvið millum brøðra- tjóðirnar fer at halda fram og mennast í framtíðini. DAGSINS MEINING Sosialurin Grønland á vegamóti VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Miðflokkurin avnoktar veruleikan og rennur undan ábyrgd!! Johan Petersen At avnokta fakta og siga seg ikki taka undir við at minka blokkin, er tað sama sum at renna undan rokningini fyri vøru, tú hevur keypt. Í aftursvari um blokknið- urskurðin upp á 366 mió. kr. viðgongur Bill Justinus- sen, at Miðflokkurin at- kvøddi fyri yvirtøkum, sum kostaðu 366 mió kr. í lækk- aðum blokktilskoti. Men hóast tað sigur hann, at Miðflokkurin var ímóti hesi lækkan. Rennur undan rokningini Hetta er sum at keypa eina vøru, men tá ið tú hevur fingið vøruna, sigur tú, at hon onki skal kosta. Tað stendur rimmar fast, at: 1. Heimastýrislógin § 2: Føroyska heimastýrið kann gera av at ... mál og máls- øki ... verða ... at flyta ... til heimastýrið við teirri fylgju, at heimastýrið tekur á seg tær útreiðslur, ið fylgja við teimum. (Hetta er prísurin fyri vøruna). 2. Miðflokkurin atkvøddi fyri yvirtøkunum, sum samb. viðmerkingunum til uppskotið kostaðu 366 mió. kr. (Miðflokkurin keypir vøruna). 3. Miðflokkurin leggur sítt egna uppskot fram um ríkislógartilmæli. (Mið- flokkurin roynir at lumpa sær undan at gjalda). 4. Miðflokkurin atkvøddi ímóti uppskoti táverandi landstýrisins um ríkislógar- tilmæli. (Miðflokkurin rennur undan rokningini). So einfalt er tað. Tú kanst ikki renna undan tínum egna skugga Hvør maður, hvør kona og hvørt barn veit, at hetta ber ikki til. Hevur tú keypt vøruna, skal hon gjaldast!! Ella sum Óli P. so beinrakið teknar: tú kanst ikki renna undan tínum egna skugga!! Undantaksloyvi til píkadekk!?! Norðurlandahúsið fær fleiri pengar Hví eru bilarnir knappliga nógv reinari nú?? Eyðun á Borg Argir So fór aftur ein píkavetur aftur um bak. Sum vanligt kunnu kavadagarnir teljast á aðrari hondini, kanska báðum. (Eitt sindur meir norðanfyri). Sera nógvir bilar hava koyrt við píkum í u. l. hálvt ár (180 dagar). Í u. l. 170 var ikki neyðugt at hava píkar, og teir dagarnar er trygdin minni hjá teimum, sum brúka píkar. Spyr bara tey kønu! Hevði tað ikki verið eitt gott hugskot, um bilførarar frá komandi vetri kundu søkt um undantaksloyvi til at brúka píkar. Tað mátti borið til at gjørt eina skip- an, soleiðis at tað bæði er lætt og einfalt at søkja um slíkt undantaksloyvi. Onkur, sum t. d. koyrir til Norðradals ella Vestmanna hvønn dag, ella kanska ein bussur, sjúkrabilur, løg- reglubilur ella lastbilur, søkir so kanska um hetta undantaksloyvið, meðan fjøldin helst ikki fer at gera tað. Sjálvur brúki eg heilárs- dekk, og eg skal gjøgnum eina sera bratta brekku fyri at koma til og frá húsum, og tað ber rættiliga væl til. Best er helst at brúka vetr- ardekk/heilársdekk um vet- urin og summardekk um summarið. Hvat heldur Ferðslutrygd? Við ferðslu- og umhvørv- iskvøðu Tað eru góð tíðindi at frætta hjá leiðsluni í Norðurlanda- húsinum. Á fundi í Keyp- mannahavn hevur Norð- urlandaráðið gjørt av at hækka játtanina til Norður- landahúsið í Føroyum. Á fíggjarætlanini hjá Norður- landaráðnum fyri 2005 játt- anin til Norðurlandahúsið í Føroyum hækkað við 640. 000 krónum. Sum skilst er høvuðsor- søkin til hækkaðu játtanina, at Norðurlandaráðið metir tað er av stórum týdningi, at Norðurlandahúsið verður væl viðlíkahildið. Tá fíggjarlógin fyri 2005 hjá landsstýrinum verður viðgjørd til heystar, verður hækkaða játtanin til Norð- urlandahúsið á fíggjarlóg- ini. Umframt hækkaða játtan til Norðurlandahúsið í Føroyum, gjørdi Norður- landaráðið eisini av at hækka játtanina til Norður- landahúsini í Grønlandi, Íslandi og Álandi. -páll VIÐMERKINGAR Upptakið verður uppaftur tyngri enn roknað varð við Edmund Joensen • Vit skulu rudda upp eftir hesar jassarnar ! • Vit hava gjørt tað fyrr ! Á fundi undan seinasta løg- tingsvali í stásiligu ítróttar- høllini á Eiði, boðaði eg frá, at Sambandsflokkurin var til reiðar at rudda upp eftir jassunum, og at vit høvdu gjørt tað fyrr. Her var sjálvandi sipað til upp- takið eftir loysingarlands- stýrini, sum hava sitið seks tey seinastu árini. Tíverri vísir tað seg nú, at støðan er álvarsligari enn flestu góvu sær far um. Núverandi samgonga fær úr at gera við at rudda upp eftir undanfarnu samgong- um. Seks ár er long tíð í politiskum høpi, og skað- arnir eru sum nevnt upp- aftur størri enn av fyrstan- tíð hildið. Á tí fíggjarliga økinum eru stórskaðar hendir, sum til dømis tað, at løgtings- fíggjarlógin er hækka við umleið 1200 milliónum, harav størsti parturturin eru almennar lønarhækkingar, sum sjálvandi hava negativ- ar avleiðingar fyri lønar- lagið í øllum landinum. Kappingarførið og kostn- aðarstøðið hjá vinnulívin- um, sum var rímiliga gott, er burtur eftir seks árum. Fiskavirkini klára seg illa, og ein størri og størri partur av fiskanøgdini fer óvirkað av landinum. Alivinnan er tódnað niður í lítið og einki, og rækjuvinnan syngur sín svanasong. Arbeiðsloysið er eisini vaksandi. Og sum rosinan í pylsu- endanum (og tað er tað ringasta av øllum), er at politiska umsitingin av fiskidagaskipanini hevur ikki livað upp til setningin at regulera veiðitrýsið. Skaðan á ríkisfelagsskap- in fara vit eisini at rudda upp í, so sum avtalað er í samgongu-skjalinum. Ongin skipan er betri enn fólkini sum umsita hana, gera hana til Fiskidagaskipanin var og er ein væl egnað skipan fyri Føroyar, men sum so ofta sagt fyrr, so er eingin skip- an betri enn fólkini sum umsita hana, gera hana til. Skipanin skuldi, fyri at kunna virka eftir ætlan, fylgjast upp við eini regul- eringsskipan, sum tryggj- aði at veiðutrýstið ikki økt- ist. Við ørðum orðum skuldu fiskidagarnir fækka, um skipini fingu størri veiðuorku, tað veri seg meira línu (fleiri húkar), størri trol, størri motor, ella á annan hátt fingu broyt- ingar gjørdar, sum øktu um veiðutrýstið. Seks ára loysingarsam- gongurnar hava ikki fylgt hesum upp. Tvørturímóti er veiðutrýstið sambært ser- frøðini økt tvífalt bara síðan ár 2001. Hetta er jú vanvit og slíkt kann eingin skipan halda til. Hevur ein eina skipan, so er sjálvandi neyðugt at hava rygg til at fylgja upp og stýra eftir ætlaðu skip- anini. Verða noydd at rudda upp Allar hesar trupulleikar, og nógvar afturat, hevur nýggja samgongan arvað eftir seks ára loysingar- landsstýrini. Hetta er ein heilt onnur mynd, enn føgru lyftini um fíggjar- og búskaparstýring, óavmark- aða uppsparing og fram- burð, sum loysingarlands- stýrini boðaðu frá. Eg ætli mær at royna at halda lyftini, sum vórðu givin í ítróttarhøllini á Eiði undan valinum. Vit verða noydd at rudda upp eftir hasar jassarnar eina ferð enn - eins og vit hava gjørt tað fyrr! Føroya Skúlabóka- grunnur gevur út kórsatsir eftir Karl Clausen BÓKAÚTGÁVA Tíðindaskriv Føroya Skúlabókagrunnur gevur kórsatsir eftir navn- frama tónlistamannin Karl Clausen út í bók. Í kórbók- linginum, sum Ólavur Há- tún hevur lagt til rættis, eru vælkendir føroyskir sangir og sálmar. Karl Clausen hevði í mong ár gott og regluligt samskifti við føroysk kórfólk. Hann gjørdi kórsatsir til føroysk løg til føroyingar í Keyp- mannahavn longu fyrst í 60-árunum. Á mongu vitjanum sínum her á landi savnaði hann tilfar um gamlan andaligan sang, tók sálmar og sangir upp á band og festi løgini síðani á blað. Nógv av hesum kórtil- fari hevur í avritum verið tøkt hjá føroyskum kór- um, er vorðið fólkaogn og hevur verið eitt álit við mong kórhøvi. Annað av tí kemur nústani fram í ljósið og man tí ikki hava minni áhuga. Vónin er, at hesin kórbóklingur við føroyskum sálmum og sangum í sínum frálíku kórbúnum kann gera sítt til at varðveita sambandið við okkara sangliga ættar- arv og enn í mong ár verður ein hornasteinur í kórsangi í Føroyum. Reproz hevur greitt til prentingar og Dimma- lætting hevur prentað. Føroysk kórbók er 72 síður og kostar 148,00 kr. Nýggj føroysk kórbók Niels Petersen Ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni Í »Fregnum« nr. 19 (4. - 10. juni 2004) hevur Arnbjørn Ó. Dalsgarð, bókavørður á Landsbókasavninum, eitt ummæli av bókini »Grót og steinar«, sum Føroya Skúlabókagrunnur beint nú hevur givið út. Vanliga geri eg ikki viðmerkingar til ummæli. Í hesum førinum tykist tað tó vera rætt, tí at í ummælinum er tíverri ov nógv, sum er skeivt, og eisini pástandir, ið einki hald hava í veruleikanum. Eg fari ikki at taka alt hetta fram, men vil bara gera viðmerkingar til sumt av hesum. Ummælarin setur spurnartekin við, um tað er rætta loysnin at samprenta við stór útlendsk forløg, tí at vansarnir eru so nógvir. Ummælarin sigur, at sam- prentsútgávurnar hjá grunninum eru upprunaliga skrivaðar á enskum til enskar lesarar. Tað er rætt, at nógvar av samprentsbók- unum upprunaliga eru skrivaðar á enskum, men tað er ikki rætt, at tær bara eru ætlaðar enskum lesar- um. Jú, tær ensku bøkurnar eru sjálvsagt ætlaðar ensk- um lesarum, men konseptið hjá forlagnum er júst at fáa útgávur á so nógvum mál- um sum gjørligt, og tí hava bøkurnar ikki útgangsstøði við denti á nærumhvørvin- um í einum ávísum landi ella máli. Og hetta er heilt greitt ein fyrimunur. »Grót og steinar« kom út í 2002, og hon er higartil komin út á 30-40 ymiskum málum og í einum upplagi upp á 2 milliónir eintøk. Bókin er skrivað av R.F. Symes doktara, serfrøðingi á øk- inum, og starvsfólkum í Natural History Museum í London, og eigur hetta at borga fyri dygdini, sjálv- sagt. Tá ið Skúlabóka- grunnurin gevur út slíkar samprentsbøkur, heitir grunnurin sjálvur á fakfólk um at eftirkanna fakliga støðið, og um bókin er hós- kandi til føroyska undirvís- ingarverkið. Í hesum førin- um hevur grunnurin fingið ein av okkara fremstu jarð- frøðingum at meta um bókina og síðan at týða bókina. Har týðarin hevur mett tað hóskiligt, vísir hann til føroysk viðurskifti. Ummælarin skrivar, at eitt av kendastu grótsløgun- um í Føroyum, stabbagrót, verður als ikki nevnt. Til hetta er at siga, at stabba- grót ikki gongur fyri at vera eitt grótslag. Grótslagið er basalt, og tað er sambært leitorðayvirlitinum nevnt á 10 síðum í bókini, og basaltsúlur og basaltstabbar verða nevnd á síðu 16 og síðu 69. Eisini fýlist um- mælarin á, at ógvuliga lítið verður skrivað um kola- lindir, einki um grótfláir, alt slíkt, sum er meira viðkomandi fyri føroyingar enn ávís fyribrigdi í Bret- landi og USA. Ummælarin nevnir, at bøkurnar eftir Jóannes Ra- smussen áttu at verið nevndar, so lesarin kann nema sær kunnleika og vitan um føroysk viður- skifti, og hann nevnir bøk- urnar »Øldir og upphav«, »Grót og grund«, og "Upp- hav Føroya í orðum". Hesum kann ummælarin hava rætt í. Men um- mælarin gloymir tíverri ella veit ikki at nevna bókina »Føroya jarðfrøði« eftir Jóannes Rasmussen, sum Skúlabókagrunnurin gav út í ár 2000. Hetta er spell, tí tann bókin er í ein mun fortreytin fyri bókini »Grót og steinar«, og so hevði ummælarin helst ikki skriv- að, sum hann ger. Ummæl- ið av bókini »Grót og steinar« dettur tí sundur. Í »Føroya jarðfrøði« verða teir tættir væl og virðiliga lýstir, sum um- mælarin saknar í »Grót og steinar«. Stabbagrótið í Føroyum verður lýst á 4 heilum síðum í orðum og við myndum. Kolalindin verður viðgjørd á trimum síðum, og basaltfláirnar - grótfláirnar - verða allar gjølliga lýstar á til samans einum 15 síðum. Skúla- bókagrunnurin hevur við »Føroya jarðfrøði« nettupp tikið støði í nærumhvørv- inum, áðrenn farið verður longur út í heim við bókini »Grót og steinar«, har ið føroyska grótið verður sett í ein globalan samanhang, tí Føroyar sum kunnugt ikki eru einsamallar á egnari klótu. »Grót og steinar« er í fyrsta lagi ætlað til skúla- brúks, og til lærarar, sum undirvísa í hesum evnum, og teir eru sjálvandi eisini kunnugir við teir undirvís- ingarmiðlar á føroyskum, ið eru til taks á hesum øki. Tað hevur ongantíð verið ætlan grunsins, at »Grót og steinar« skal standa einsa- møll, men vera ein liður í eini størri útgávuheild. Afturmeldingar, sum grunnurin fær frá lærarum úti í skúlunum, vísa heilt greitt, at hesar samprents- bøkur eru væl umtóktar millum næmingar, og bøk- urnar fáa næmingarnar at undrast. Somuleiðis eru bøkurnar við til at nøkta tørvin á nógvum evnum í lesiætlan fólkaskúlans og gera hetta á fakliga so høgum støði, sum hevði verið trupult og dýrt hjá einstøkum londum at út- givið hvørt sær. Tí er »Grót og steinar« týdd til nógv av heimsins málum, t.d. hava øll Norð- urlond samprentað bókina, og somuleiðis so stór lond sum Týskland, Frakland, Italia, Spania, Brasil, USA, Japan, Teiland, Russland, Kanada, arabisku londini og Baltalondini. Skuldi við hesum hildið, at bókin røkkur út um enska markn- aðin, sum ummælarin ikki metir. Viðmerkingar til "Enn lívir gamalt føroyskt stabbagrót" C M Y K 11 10