leygardagur 19. juni 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 115 - 19. juni 2004
Nr. 115 - 19. juni 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Føðingar
4. juni fingu Kristvør og Piddi Jacobsen, Klaksvík,
eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3550 gr.
7. juni fingu Karin S. Tausen og Oliver Debes, Vági,
eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3670 gr.
11. juni fingu Gudrun Christiansen og Óli Jøkladal,
Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði
3730 gr.
11. juni fingu Heidi Simonsen, Tórshavn, og Jan
Gardar, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og
vigaði 3350 gr.
11. juni fingu Erna og Asbjørn Østerø, Eiði, ein son.
Hann var 58 cm langur og vigaði 4300 gr.
12. juni fingu Signe Skaaning og Hans Jóhann
Sørensen, Leynum, ein son. Hann var 56 cm langur
og vigaði 3600 gr.
12. juni fingu Lív Fjallsbak og Ivan Niclasen,
Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði
3200 gr.
13. juni fingu Elin Sigvardsen og Jákup Petur
Bærentsen, Keypmannahavn, tveir synir. Teir vigaðu
2500 og 2800 gr, og vóru 48 cm langir.
13. juni fingu Marna Zachariasen og Hans Terji
Joensen, Miðvági, ein son. Hann var 55 cm langur og
vigaði 4300 gr.
13. juni fingu Magna S. Juul og Hjalti Lundsbjerg,
Fuglafirði, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði
3400 gr.
14. juni fingu Heidi Zachariasen og Marcel Felicia,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm lang og vigaði
3825 gr.
14. juni fingu Barbara J. Hansen og Finnbogi Berg,
Saltangará, eina dóttur. Hon var 51 cm long og
vigaði 3150 gr.
15. juni fingu Martha Simonsen og Eyðfinn Sigur-
stein, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm langur og
vigaði 3200 gr.
16. juni fingu Elisabeth Myrdal Hentze og Ingi
Vestergaard, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm
long og vigaði 3200 gr.
Andlát
10. juni
Katrina Johansen, inni í Gerði Strendur, 84 ár.
Ata Knudsen av Glyvrum, 91 ár.
11. juni
Gunnhild Samuelsen, Eiði, 83 ár.
Olivar Vang, ættaður úr Havn, búsitandi í Silkeborg,
55 ár.
Ásmund Petersen, fyrr búsitandi eitt skifti á Landa-
vegnum í Havn, andaðist í Haderslev, 77 ár.
12. juni
Marita Poulsen, Havn, 49 ár.
13. juni
Kristina Madsen, Skálavík, 93 ár.
15. juni
Frederik Eidesgaard, Eiði, Frederik hjá Lorentzu, 93
ár.
Erling Poulsen 80 ár!
80 ár og vit teg heiðra
kundi ynskt tær meira
Omman í huganum er
hon tær eisini alla lukku ber
Eg tykkum vil siga frá
um hvussu tað var tá
Vit sum abbabørn smá
tú okkum nógv var hjá
Tú okkum søgur fortelur
ja, tú tær eisini selur
Mangt í millum himmal og jørð
ongantíð hettar tó okkum ger ør
Bert tygor hava tað flott
svevur abbon gott
Soleiðis tú altíð sigur
títt motto her skriva niður
Tú okkum nógva gleði ber
bert tíðin alt ov skjótt frá okkum fer
Abba- og langabbabørn eru fleir
kærleika vit tær bera meir
Tú nógv meg hevur lært
í hjartanum eg havi kært
Tað langt meg hevur ført
sum takk eg tær hettar havi gjørt
Hjartaliga tillukku abbon
ynskir
Toppan
Nú tú rundan dag hevur
vilja vit takka fyri alt tú gevur
Kærleika og umsorgan nógva
so alt í okkum kann grógva
Tú eina søgu altíð eigur
og okkum gjøgnum hulduheim
leiður
Sum børn vit mangan hoyrdi
tá vit biltúr um oynna koyrdi
Um slekt og ættarbond
her heima og á sløttu strond
Títt minnið er klárt og reint
um farnu tíð tú rakar beint
Ein tanka til okkum tú altíð hevur
men ikki tað stóra tú krevur
Bara vit hava tað gott og eru glað
so er abbon í góðum lag
Tú tína góðu konu saknar
har hjálptu ongir læknar
Lagnan vildi tað so
og Jesuspápin sendi boð
Hann í himli hana skuldi læna
okkara ommu so væna
Hon tikin bleiv frá tær
sum hon hevði so kær
Tú veit tú aftur møta henni skal
tín sakn hann kenna vit so væl
Men teg vit hava enn
og glað vit kunna siga øll ísenn
Takk fyri abba so góðan
vit elska síggja hann fróðan
So saman vit sita øll
og hyggja útyvir fjøll
Á Viðareiði eru samla
og práta um alt tað gamla
Tillukku vit ynskja tær
nú barnaeyga okkar sær
At abbi okkara eldri er
og tíðin gongur við ferð
Tó abbi okkar tann sami er
Tillukku frá
Jóngerð og Rúna
Góði abbon
Á tekniska skúlanum í
Ålborg hava Malja Dan-
ielsen og Joan Jørgensen úr
Sørvági fingið prógv sum
kokkar.
Báðar arbeiða tær á
Hotel Vágum, og kundu
tær fyrr í ár halda sín 25 ára
starvsdag har.
Joan
Jørgensen
fekk
"Horesta meistarakrússið"
sum bert verður givið fyri
sera gott avrik. Hon stóð
royndina við rós. Malja
Danielsen
fekk
"flids-
diplom" fyri gott avrik.
Malja Danielsen og Joan Jørgensen, Sørvágur:
Prógv sum kokkar
á tekniska skúlanum
í Ålborg
Malja Danielsen og Joan Jørgensen.
Myndin er tikin á Poul Michelsen
heilsølu í Havn. Frá 20. juni verður
framleiðslan av teimum væl umtóktu
Sandwich`unum flutt til Hotel Vágar.
Mynd: Jens Kristian Vang
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
19. juni. Gervasius, deyður umleið ár 300. Gervas-
ius og bróðurin Protasius vórðu tiknir av døgum í
Milano.
20. juni. Sylverius, deyður ár 537. Hann var sonur
pávans Hormisades og gjørdist seinni sjálvur pávi,
men av politiskum grundum varð hann skjótt frá-
koyrdur.
Navnið merkir skógarbúgvi.
21. juni. Longsti dagur. Sólstøður, tá ið sólin
stendur hægst á luftini um miðdagin. Tað kann vera
21. ella 22. juni.
Dagurin eitur eisini Albanus. Hann var úr Ong-
landi, og gjørdist biskupur í Mainz, har hann varð
hálshøgdur, tá ið vandalar um ár 400 søktu at
býnum.
Peter A. Jacobsen, eisini kallaður Pedda í Sørvági,
fyllur 75 ár í dag. Pedda varð føddur í árinum 1929.
Hann er sonur til Jesar og Dagmar Jacobsen. Pedda er
pápi okkara, so herfrá skriva vit pápi.
Øll ið kenna pápa hava mangan hoyrt hann siga frá
tíðini tá eingilskir hermenn vóru í Sørvági. Pápi var
smádrongur tá og lærdi hann seg tá bæði at dáma
eingilska sjokulátu og at tosa enskt. Enn í dag er pápi
stak glaður fyri alt enskt og rósar eingilsmonnum so
skjótt høvi bíðst.
Pápi fór til skips fyri fyrstu ferð í 1946 við sluppini
"Thor". Hann hevur síðani siglt við m.a. rækjutrolar-
um, ísfiskatrolarum og farmaskipum. Hann var eisini
nógv ár í Grønlandi, har hann róði út saman við páp-
anum Jesari, og beiggjum sínum.
1960 giftist pápi vid mammu okkara– Lulu Jacobsen.
Saman fingu tey fýra børn, Jan 1960, Wenningsted
1964, Innu 1971 og Andreu 1976. Eivind Jacobsen,
sonur Innu og Evald búði eisini í heiminum í nógv ár.
Pápi misti mammu sína tá hann var 11 ár. Louisa
Rubeksen sum var systkinabarn og gomul genta, hevði
búð í heiminum í nógv ár tá, og hon tók sær av pápa og
systkum hansara.
Pápi hevur búð í Sørvági alt sítt lív, men siglt runt
allan knøttin við ymiskum skipum. Báðir synirnir hava
gingið í fótasporunum hjá pápanum, men báðir hava
teir fingið sær útbúgving sum yvirmenn. Døturnar hava
nomið sær útbúgving sum blaðkvinna og ergoterapeut.
Í frítíðini dámar pápa væl at fáast við havan og at
velta bæði eplir, gularøtur, røtur og annað.
Honum hevur eisini altíð duga og dámt stak væl at
tosa, so ikki eru tað mong ferðafólkini ið ganga á
Stengravegnum, sum ikki verða steðgaði fyri at práta
eina løtu. Á onkran løgnan hátt eydnast tað altíð pápa
at gera seg forstaddan. Hann fortelur mangan frá, at í
dag havi eg tosað við ein fransmann, og spyr tú hann
hvat mál teir tosaðu verður svarið ofta "jaaaa...tað var
ein blandingur av enskum og fronskum" og sama ger
um tað eru italiumenn ella spaniólar.
Síðan pápi bleiv pensioneraður hevur hann m.a. siglt
við ferðafólki út á Sørvágsfjørð og út til Tindhólm.
Hetta hevur dámt honum stak væl og nógv eru brøvini
og postkortini frá nøgdum ferðafólki, sum koma um
jóltíðir og takka fyri blíðsemi.
Vit vilja við hesum orðum ynskja pápa, verpápa og
abba okkara hjartaliga tillukku á 75- ára degnum og
ynskja honum Harrans signing framyvir.
Dagurin verður hildin saman við familjuni á Álandi.
Familjan
Pedda Jacobsen í Sørvági fyllir 75 ár
80 ár
Judith P. J. Petersen, á Steig, Sandavági, fyllir 80 ár
mánadagin 21. juni. Hon verður burturstødd.
Í morgin, 20. juni, fyllir Erling Poulsen, fyrrverandi
lærari, 80 ár. Móttøka verður á Hotel Hafnia
sunnudagin kl. 15–18.00.
Prógv
Maria Kristiansdóttir úr Kollafirði hevur tann 11.
juni lokið endaligt prógv sum klæðskeri og
formgevi innan damu- og harraklæði á Iónskóla
Íslands í Reykjavík.
Brúdleyp
Í dag, 19. juni, kl. 14.30 giftast í Christianskirkjuni,
Daniella Justesen, Hvannasund, og Hans Kristian
Johannesen, Skáli. Veitslan verður fyri innbodnum í
Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00.
Brúðarhús verður 20. juni í heiminum hjá
Sigbjørg og Kenneth Justesen, Hvannasund, har øll
eru hjartaliga vælkomin.
Í dag, 19. juni, giftast á Nesi, Mildrið Eivindsdóttir
úr Norðragøtu og Emil Ludvig av Tvøroyri. Opið
hús verður í Kvinnuhúsunum á Glyvrum frá kl.
19.30, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Í dag, 19. juni, giftast Atchara Noiweng og Ólavur
Emil Olsen, Vági. Dagurin verður hildin fyri
innbodnum í Bygdarhúsinum í Lopra.
Erling Poulsen
80 ár
Sunnudagin 20. juni fyllur
Erling Poulsen í Havn fyrr-
vererandi lærari 80 ár.
Erling
er
vágbingur,
sonur
Josefinu,
fødd
Thomassen úr Vági og
Mortan Poulsen úr Víka-
byrgi.
Erling tók 1. stig á Jonst-
rup Seminarium í 1951 og
tók 2. stig og fekk lærara-
prógv á Føroya Lærara-
skúla í 1952.
Eftir lokna útbúgving fór
hann aftur til Vágs at undir-
vísa.
Hann var lærari í Vági í
36 ár, frá 1952 til 1988, tá
hann fór úr starvi. Hann var
deknur í Vágs Kirkju frá
1967-78.
Erling hevur búð í Havn
síðan 1989.
Í Havnini hevur hann
verið aktivur pensiónistur.
Hann hevur millum annað
hjálpt til á Handilsskúlan-
um og Maskinskúlanum,
har hann hevur sitið vakt.
Eisini hevur hann verið
glaður fyri at gingið á Forn-
minnisavninum og sagt frá
um gamlar fornlutir.
Sum rithøvundur hevur
hann verið ágrítin, og hevur
hann fyri stuttum givið út
bók nr. 12.
Erling hevur eisini skriv-
að søgur og frásagnir til
"Mína jólabók" og "Varð-
an" . Hann hevur eisini týtt
barnabøkur og týtt frásøgu-
myndir til Útvarp Føroya.
Erling var giftur við
Lydiu, fødd Langgaard úr
Leirvík. Hon doyði fyri
tveimum árum síðani eftir
stutta sjúkralegu.
Tey eiga børnini Bjørg-
hild, ið er gift við Martin,
og Mortan ið er giftur við
Sólgerð. Erling eigur 6
abbabørn og 3 langabba-
børn.
Føðingardagurin verður
hildin við móttøku á Hotel
Hafnia sunnudagin frá kl.
15.00 til 18.00
Vibeke Larsen
60 ár
Sunnudagin 20. juni fyllir
Vibeke Larsen, fyrrverandi
ríkisumboðsmaður, 60 ár.
Vibeke er fødd í Tønder
20. juni 1944, hon varð út-
búgvin løgfrøðingur í 1972.
Hon var skrivari í danska
sosialmálaráðnum
frá
1972-73, og skrivari og
fulltrúi í Den sociale Anke-
styrelse frá 1973-76.
Hon var fulltrúi í sosialu
umsitingini í Vestsjællands
Amtskommune frá 1976-
78 og varaskrivstovustjóri
frá 1978-89.
Frá 1989 til 1995 var hon
skrivstovustjóri
í Vest-
sjællands Amt.
Í 1995 kom hon til Før-
oya sum ríkisumboðsmað-
ur. Hetta starv røkti hon til
2001, tá hon fór til Dan-
markar aftur.
C
M
Y
K
13
12