leygardagur 19. juni 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 - 19. juni 2004
15
At áhugin fyri
kappróðrinum er sera
stórur man neyvan
vera nøkur loyna.
Men at áhugin eisini
er brennandi í
vikunum ímillum
stevnurnar, vita øll
kanska ikki av. Tað
merkja tey bæði
størstu kappróðrar-
feløgini tó væl. Tey
hava nevniliga hvør
sína heimasíðu, sum í
hesum døgum verða
sera nógv vitjaðar
KAPPRÓÐUR
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Nú kappróðurin er í hædd-
ini, eru mong ið spent
fylgja við kring alt landið.
Miðlarnir gera eisini nógv
burturúr FM-róðrunum, við
beinleiðis
sendingum,
nógvum
myndatilfarið,
greinum og flottum report-
asjum.
Tað er tó av góðum
grundum avmarkað hvussu
nógv pláss kappróðurin fær
í miðlunum, tá hesir jú
eisini skulu viðgera alt ann-
að, sum hendir í samfel-
agnum.
Men tað finnast aðrir
møguleikar enn miðlarnir,
tá tað kemur til at fregnast
um kappróðrarbátar og -
manningar. Fleiri og fleiri
eru, ið fáa eyguni upp fyri
heimasíðunum hjá størstu
kappróðrarfeløgunum
í
landinum, Havnar Róðrar-
felag og Klaksvíkar Róðr-
arfelag. Hesar síðurnar við-
gera kappróðrar relevant
evni, føra statistikk yvir
róðrarnar, hava tíðinda-
greinar, samrøður og ikki
minst nógvar og góðar
myndir. Báðar síðurnar vísa
myndir, sum verða tiknar
av Sosialinum og feløgini
taka eisini myndir sjálvi,
sum tey so leggja út.
Sera stórur áhugi
Magni Brøðraberg úr HR
og Christian Eli Zachari-
assen úr KRF siga, at áhug-
in fyri síðunum er sera stór-
ur og at hann er alsamt
vaksandi.
Magni sigur, at hjá HR
eru umleið 350 vitjandi um
dagin.
Sunnudagar
og
mánadagar eftir stevnu er
talið tó væl hægri, tá fólk
fara inn at hyggja at mynd-
unum og úrslitunum.
– Síðani vit byrjaðu við
heimasíðuni á summri í
2003, hevur áhugin verið
støðugt vaksandi. Í viku 23
vóru 1000 fólk inni á síð-
uni, meðan talið í viku 24
var tvífaldað og sostatt
komið upp á 2000 fólk um
vikuna. Hesa vikuna, viku
25, vænta vit, at eini 3000
fólk hava vitjað síðuna, sig-
ur hann.
Hjá KRF, sum hevur havt
heimasíðuna síðani 2000,
er áhugin somuleiðis vaks-
in allatíðina.
– Vit hava eini 2000 fólk
inni um dagin, og eg vænti,
at vit eru ímillum tíggju tær
mest vitjaðu heimasíður í
landinum. Metið, sum kom
á Noroyðastevnu, er 2384
vitjandi innan eitt døgn.
Tað er jú eitt rímuliga høgt
tal, so tað má sigast, at
áhugin fyri kappróðri er
sera stórur, sigur Christian
Eli.
Báðar síðurnar verða
dagførdar hvønn dag við
greinum og øðrum viðkom-
andi tilfarið. Báðir leggja
teir eisini dent á, at teir alla-
tíðina royna at bøta um síð-
unar, so tey vitjandi skulu
fáa sum mest burturúr.
Eitt, sum kanska ser-
merkir hesar síðurnar, í
mun til aðrar ítróttarsíður,
er, at tær ikki bert skriva
um viðurskifti í egnum fel-
ag, men tær hava báðar
rættiliga nógv tilfar um
manningar og bátar úr øðr-
um feløgum eisini. Og tað
má jú sigast at vera eitt
stórt pluss.
Sakna eitt
kappróðrarblað
Bæði Magni og Christian
Eli halda tó, at tað við so
stórum áhugaskara átti at
verið meira tilfar um
kappróður á marknaðinum.
– Í øllum førum tær vik-
urnar ímeðan FM kapp-
inngin er í gongd, átti tað at
verið meiri av kappróðrar-
tilfari. Her í Klaksvík hava
vit prátað um at fara undir
at gera sjónvarp, sum so
kann síggjast á netinum.
T.d. kundi man gjørt stuttar
samrøður við rógvarar o.t..
Men eg veit ikki hvussu tað
verður við tí. Tað er so lætt
at práta. Men eitt blað
kundi avgjørt verið eitt
realistiskt boð uppá hvat
kundi verið, sigur Christian
Eli.
Magni er púra samdur
við hann. – Um summarið
er áhugin avgjørt nóg stórur
til, at eitt blað kundi komið
út, sum viðgjørdi kappróð-
ur burturav. Bløðini skriva
um stevnurnar, og tað er
gott, men tað hendir eisini
so nógv ímillum stevnurn-
ar, sum kundi verið áhuga-
vert at frætt um. T.d. kundi
tað verið skipað sum til fót-
bóltsdystirnar, har tú fært
eina leikskrá tá tú keypir
billett. Har eru samrøður
við leikarar og ymiskar
greinar. Tað skuldi ikki
verið so torført at gjørt í
samband við kappróðurin
eisini, sigur Magni at enda.
Heimasíðan hjá Havnar
Róðrarfelag er at finna á
www.drekin.fo. Tað eru
Magni Brøðraberg, Vagnur
Mikkelsen og Gunnar Han-
sen, sum gera síðuna. Síðan
hjá Klaksvíkar Róðrarfelag
eitur www.krf.fo. Tað eru
Christan Eli Zacariassen og
Fróði Waag, sum standa
aftanfyri hana.
Stórur áhugi fyri róðrarheimasíðunum
Manningin er send
heim, og fríggja-
kvøldið fóru reiðarin
og ein maskinsjefur
yvir til Ný Found-
lands at fáa í lag eina
skilagóða avtalu um
umvæling av skaðan-
um, sum skipið fekk,
tá tað í nógvari toku
sigldi á eitt stórt ís-
fjall í Ný Foundlandi
SIGLDI Á ÍSFJALL
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á veg inn til Bay Roberts í
Ný Foundlandi at landa
hósnáttina sigldi rækjutrol-
arin, Sólborg, á eitt stórt ís-
fjall. Tað var kjaftsvart í
toku, og teir høvdu einar
tveir tímar eftir til lands, tá
ið hendingin fór fram.
Ísfjallið var so stórt, at
fleiri tons av ísi komu inn á
dekkið. Skipið sigldi tó til
lands við egnari hjálp og
kundi byrja at landa hós-
dagin sum ætlað.
Petur Jacobsen, reiðari,
segði við Sosialin hósdag-
in, at ætlanin var at bøta um
skaðan, soleiðis at skipið
kundi fara útaftur, tá ið lið-
ugt var at landa tey 500
tonsini av rækjum, teir
høvdu inni.
Men soleiðis verður ikki.
Manningin heim
Manningarskifti skuldi vera
í Ný Foundlandi, har nakrir
mans fóru yvir og nakrir
komu heim, men eftir
óhappið, avgjørdi reiðaríið
ikki at senda menninar yvir,
fyrr enn greitt varð, hvussu
umfatandi skaðin á Sólborg
er.
Petur sigur, at eftir at
skaðin nú er kannaður
meira
gjølliga,
hevur
reiðaríið gjørt av at senda
allar menninar heim uttan
tann eina, sum verður eftir
har yviri.
– Ein inspektørur frá
Veritas kannaði skaðan
hósdagin, og líkt er ikki til,
at tað loysir seg at lappa
skipið aftur, tí tað verður ov
dýrt.
Petur og ein maskinsjefur
fóru tí yvir til Ný Found-
lands fríggjakvøldið, har
teir skulu finna út av, hvar
frægast er at umvæla skip-
ið.
– Vit fara at royna at fáa í
lag eina skilagóða avtalu,
sigur hann.
Plátur og bond
Reiðarin veit at siga, at ein
smiðja er í St. Johns, sum
kann umvæla skaðan, og
ein er eisini í onkrum øðr-
um býi nærindis, sum
reiðaríið fer at tosa við.
Hann sigur, at trygging-
arfelagið metir tað vera
skilabest at skera alt, sum
farið er, burtur og byggja
hendan partin av gronini
uppaftur av nýggjum.
– Buglan røkkur frá
skipsdekkinum og einar
tveir metrar niður. Kavari
hevur verið niðri, og kann-
ingarnar vísa, at skipið ikki
hevur fingið nakran skaða
undir vatnlinjuni.
Petur sigur, at bondini í tí
partinum av gronini á skip-
inum, sum kroyst er inn,
eru boygnaði, og tí er skað-
in nokso umfatandi.
Spurdur, hvat er innan-
fyri, har gronin er kroyst,
sigur hann, at her er opið
rúm, og tí hevur innara
skipið sum so ikki fingið
annan skaða enn, at bondini
eru boygnaði.
Fjúrtan dagar
Umvælingararbeiði
fer
helst at taka einar fjúrtan
dagar ella so.
Petur sigur, at tá ið skipið
er klárt at fara til fiskiskap
aftur,
fara
17
mans
yviraftur
til
Ný
Foundlands, harav seks fara
yviraftur, sum nú eru á veg
heim.
Skipari hendan túrin var
Páll Jóhan Poulsen av
Strondum, og komandi túr
verður Jónfríður Poulsen av
Skála skipari.
Sólborg fer aftur at royna
á Ný Foundlands-leiðini.
Ísfjall seinkar Sólborg í tvær vikur
:Eingin av manningini fekk mein, tá ið Sólborg hósnáttina
rendi á eitt stórt ísfjall í Ný Foundlandi, og fleiri tons av ísi
komu inn á dekkið. Her er skipið komið í havn í øllum góðum
15
14
Nr. 115 - 19. juni 2004
Sunnudagin 20. juni
fyllir Jóhan Hendrik
Winther Poulsen í
Kirkjubø 70 ár.
Føðingardagin verður
hann staddur í
Reykjavík tá bókin
Mál í Mæti, sum er
útgivin í sambandi
við føðingardagin,
verður handað
honum
Mikudagin 9. juni fór
Jóhan Hendrik Winther
Poulsen við Norrönu Seyð-
isfjarðar. Síðan súkklaði
hann eftir Suðulandinum til
Reykjavíkar og var hann
frammi hósdagin 17. juni.
Hann verður til Frænda-
fundin, sum er á Háskóla
Islands og í Norræna húsin-
um í Reykjavík dagarnar
19. og 20. juni. Fundurin er
triðja hvørt ár og skiftir
millum Havnina og Reykja-
vík.
Sunnudagin kl. 15.30
handar Anfinnur Johansen,
frá Føroyamálsdeildin á
Fróðskaparsetri
Føroya,
Jóhan Hendriki bókina Mál
í mæti, sum er givin út í
sambandi við sjeyti ára
føðingardag hansara.
Eftir fundin Frænda-
fundin er ætlanin hjá Jóhan
Hendriki at súkkla aftur til
Seyðisfjarðar.
Hesaferð
verður tað eftir Norður-
landinum. Hann kemur
heim aftur við Norrönu
mikudagin 30. juni.
Jóhan Hendrik er føddur
í Sumba 20. juni 1934. For-
eldur hansara vóru Niels
Winther Poulsen (1902-
1990), ættaður úr Skopun,
og Kristianna, f. Mikkelsen
(1904-1985), av Tvøroyri.
Faðirin var lærari í Sumba
til 30. januar 1940, tá ið
hann gjørdist lærari í heim-
bygdini Skopun.
Jóhan
Hendrik
gekk
barnaárini í skúla í Skopun.
Í 1948 fór hann til Havnar
at ganga í skúla og leyk
studentsprógv í 1952. Eftir
tað fór hann undir hægri
lestur á lærda háskúlanum í
Keypmannahavn, las fyrst
latín og enskt eitt skifti,
men skifti síðan yvir til at
lesa
norrøna
málfrøði.
Hann tók mag.art. prógv í
1966. Serritgerð hansara
nevndist Færøsk person-
navneskik i fortid og nutid.
Personnavneskikken
i
Sandoy syssel.
Í 1960-62 las hann á
lærda
háskúlanum
í
Reykjavík. Eftir próvtøk-
una arbeiddi hann eitt ár á
Árnasavni í Keypmanna-
havn við ta norrønu orða-
bókina. Í 1967-68 var hann
lærari í fornnorrønum og
norðurlendskum málum á
lærdum háskúla í Illinois í
USA.
1. januar í 1968 kom
hann sum leysløntur á Før-
oyamálsdeildina, og frá 1.
januar 1972 at rokna varð
hann settur í starv sum
deildarstjóri, seinni fekk
hann starvsheitið lektari. 7.
desember 1986 varð hann
av Føroya løgmanni til-
nevndur professari í norð-
urlendskum, serliga før-
oyskum máli á Fróðskap-
arsetri Føroya. 1. sep-
tember 1997 varð hann eftir
umsókn loystur úr starvi
við eftirløn.
Í
lestrartíðini
hjálpti
Jóhan Hendrik Chr. Matras
við útgávuni av Føroyskari
-danskari orðabók,
sum
kom út í 1961 í 2. útgávu.
Í 1968 leit Føroya Fróð-
skaparfelag honum upp í
hendur at greiða til útgávu
eykabind til hesa orðabók,
sum kom í 1974. Tá ið hann
fór ígjøgnum stóra orða-
savnið á Føroyamálsdeild-
ini, gjørdist honum greitt,
at tørvur var á at fáa svarað
ótaldum spurningum um
orð í savninum, skuldi tað
verða møguligt at geva
fullgóða lýsing av merking,
nýtslu,
framburði,
út-
breiðslu o.s.fr. Tá vóru
hyggjuráðini at taka til tað,
sum hann hevði lært av
íslendskum
orðabókar-
monnum, meðan hann las í
Íslandi: at nýta útvarp til at
koma í samband við fólk
við spurningum um orð, ið
lítið var vitað um.
Hann fór undir hesar
sendingar nevndar Orða-
bókin 23. oktober í 1969.
Tær vóru at hoyra 14.
hvønn dag um veturin, tó
lógu tær niðri einstakar
vetrar. Síðsta sending, sum
var nr. 198 í røðini, varð
send 26. apríl 1993.
Gjøgnum hesar send-
ingar er nógv málsligt tilfar
komið undan kavi, tilfar,
sum kanska annars ikki var
funnið fram á, umframt
nýggjar upplýsingar um
orð, ið orðasavnið hevði ov
lítla vitan um. Sumt av
hesum tilfari kom við í
Eykabindið frá 1974, með-
an alt hitt kom við í Før-
oysku orðabók, sum hann
var aðalritstjóri á og sum
kom út 24. juli 1998. Tað
var sjálv krúnan á orða-
bókarverki hansara.
Jóhan Hendrik er giftur
við Birnu Patursson úr
Kirkjubø. Tey kunnu skjótt
halda sín 40 ára brúdleyps-
dag. Børnini hjá teimum
eru: Hjørtur, Hjørdis, Teitur
og Ingibjørg.
Sitið í nógvum
nevndum
Jóhan Hendrik hevur sitið í
nógvum nevndum og rit-
stjórnum. Sum dømi kann
verða nevnt, at hann sat í
nevnd Fróðskaparfelagsins
frá des. 1977 til des. 1992,
og frá 23. til 39. bók av
Fróðskaparritum var hann
ein av ritstjórunum.
Hann var formaður fyri
megindeildarráðnum fyri
hugvísindi 1987-90 um-
framt limur í setursráðnum
sama tíðarskeið. Hann sat
sum formaður fyri Før-
oysku málnevndini frá tí
hon varð stovnað 24. sep-
tember 1985 til 1. oktober
1997. Í hesum starvi skriv-
aði hann øll bløðini, Orða-
far, sum málnevndin gav út.
Hann hevur eisini verið
limur í navnanevnd settari
av Føroya landsstýri, sum
legði fram álit í 1992,
málsligur ráðgevi hjá gøtu-
navnanevnd
Tórshavnar
býráðs, limur í uppgávu-
nevnd í føroyskum á Før-
oya læraraskúla umframt
próvdómari við sama skúla.
Formaður og nevndarlimur
í Orðabókagrunninum.
Limur í stjórn Málstovu
Norðurlanda
(Nordisk
språksekretariat), limur og
varalimur í NORNA (norð-
urlendsk samstarvsnevnd
um navnagransking), um-
boð fyri føroyskt mál í
verkætlanini Atlas Linguar-
um Europæ (ALE). Haraft-
urat limur í fleiri útlendsk-
um vísindafeløgum. Heið-
urslimur í Magistarafelag
Føroya. Í 1991 fekk hann
M.A. Jacobsens heiðursløn
og í 1999 sømdargávu úr
Grunni Kristjans á Brekku-
mørk.
Bókin »Mál í mæti«
Mál í mæti er savn av grein-
m hansara skrivaðum í eitt
fjøruti ára tíðarskeið. Bókin
er býtt sundur í tveir partar.
Í fyrra parti eru tiknar við
greinir, sum allar hava
staðið á prenti áður í før-
oyskum og útlendskum
bókum og tíðarritum. Mál-
búnin er føroyskur, ís-
lendskur, danskur og ensk-
ur.
Nevnast kann, at evni í
summum greinum ganga
aftur. Greinirnar standa í
tíðarrøð, tann fyrsta stóð í
Skírni 1963 og tann síðsta í
Med ‘bil’ i Norden i 100 år
frá 2003.
Seinni partur nevnist Orð
og yrði og fevnir um ymist
tilfar, sum ber 12 yvir-
skriftir, 5 teirra hava ong-
antíð verið á prenti áður.
Tað síðsta í hesum parti er
eitt úrval av nýggjyrðum
hansara, 500 í tali. Aftast í
bókini er ritskrá Jóhan
Hendriks, sum ritstjórarnir
hava savnað saman, men
sum tó ikki er fullfíggjað.
Mál í mæti er valt sum
heiti á hesi bók við tí í
huga, at Jóhan Hendrik
nýtir og viðger móðurmálið
við virðing og sóma - bæði
í talu og skrift - og hann
gongur á odda og stimbrar
onnur at fjálga um tað, tí
hjartamál hansara er av
sonnum málið.
Bókin er 534 síður. Út-
gevarar eru Føroya Fróð-
skaparfelag
og
Jóhan
Hendrik Winter Poulsen.
Ritstjórar eru Anfinnur
Johansen og Hans Joensen.
Kápumyndina hevur Trónd-
ur Patursson prýtt.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Jóhan Hendrik Winther Poulsen 70 ár
Mál í mæti er savn av greinum hjá Jóhan Hendriki Winther Poulsen. Í bókini eru t.d. 500 orð
og nøvn sum hann hevur gjørt. Kápumyndina hevur Tróndur Patursson prýtt. Bókin er 534
blaðsíður
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
14