Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juni 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- Eftirsum hetta er fyrri dysturin móti Esbjerg, ræður um hjá okkum at fáa eitt gott útgangsstøði undan seinna dystin- um. Tí eru vit meira varnir og fara at dúva upp á kontraspæl, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá NSÍ, sum seinnapart- in í dag spælir Inter- Toto Cup-dyst móti danska superligu- felagnum Esbjerg fB INTERTOTO CUP Hilmar Jan Hansen (Esbjerg) Hetta er bara aðru ferð, at NSÍ spælir europeiskan fótbólt. Í fjør var fyrstu ferð, tá liðið á heimavølli tapti 3-1 móti norska Lyn og á útivølli fekk ein 6-0 avsmurning. Tað var í UEFA Cup-kapp- ingini, nú er tað tann heldur minna InterToto Cup-kapp- ingin. Einki verður millum spælarar og leiðarar tosa um, at »vit eru við fyri at læra«, men tvørturímóti er hýrurin góður í hópinum og menn síggja fram til dystin í dag. – Eg haldi, at liðið er nógv meira búgvið til upp- gávuna nú. Í fjør høvdu flestu av spælarunum ong- antíð fyrr spælt ein altjóða dyst, men eru nú tær roynd- irnar ríkari, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá NSÍ. Hann heldur, at spælarar- nir fyrst og fremst duga betur nú at fokusera upp á næsta dystin, heldur enn at lata seg órógva av, at næstu tvær vikurnar eru í grund- ini fýra týðandi og strævnir dystir á skránni. Umframt InterToto Cup- dystirnar móti Esbjerg fB, skal NSÍ mikukvøldið í næstu viku spæla heima- dyst í landskappingini móti Skála og aftur annað miku- kvøld útidyst móti HB. – Nú vit eru komnir á staðið og beinleiðis fyri- reika okkum til henda dyst- in, er tað sjálvandi hann, sum er í tonkunum. Men eisini haldi eg, at spælarun- um dámar væl at sleppa at royna seg á ordiligum grasi, sigur Jógvan Martin. – Vit vita, at hetta er ein torførur og krevjandi dyst- ur, men samstundis trúgva vit upp á okkara møgu- leika. Undirmettir Hóast tíðin átti at verið far- in frá, at nakar undirmetir nakran í slíkum dystum, so kundu ábendingar verið um, at Esbjerg fB ikki tekur uppgávuna í størri álvara enn neyðugt. Á heimasíðuni hjá fel- agnum verður róð framund- ir, at liðið fyrireikar seg til komandi superligukapping- ina við fýra InterToto-dyst- um, umframt at spælararnir ikki komu aftur úr summar- frí fyrr enn í fyrradagin. – Eg vænti, at Esberg heilt klárt undirmetir okk- um, og so mugu vit bara vóna, at tað kann gerast okkara fyrimunur í hesum fyrra dystinum. Nú ræður ið hvussu er um hjá okkum at fáa eitt so gott útgangs- støði sum gjørligt, sigur NSÍ-venjarin. – Tá vit í fjør spældu móti norska Lyn, skuldu vit tora at spæla fótbólt í seinna dystinum á útivølli, og tað tordu vit eisini. Prís- urin gjørdist bara nakað høgur, so hesa ferð fara vit at spæla heilt øðrvísi. Jógvan Martin Olsen ætl- ar at gera liðið so kompakt afturi á vøllinum sum gjør- ligt, fyri síðani at dúva upp á kontra. Eydnast tað, hev- ur hann vónir um, at seinni dysturin kann gerast áhuga- verdur, bæði hjá spælarum og áskoðarum. Undir venjingini fyrra- partin í gjár vóru ávísar ábendingar um, at upp- stillingin hjá NSÍ verður rættiliga lík henni í síðstu dystunum heima í Føroyum - í øllum førum í aftastu ketuni, har Jens Martin Knudsen verður í málinum og Brynjolvur Nielsen, Dánial Hansen, Óli Hansen og Sjúrður Jacobsen manna verjuna. Á miðvøllinum verða í øllum førum Ian Højgaard og Jústinus R. Hansen og so annaðhvørt Kári Hansen ella Alexandar Jovevic. Og í álopinum verða Helgi L. Petersen og Jónstein Peter- sen í hvør sínari síðu og so annaðhvørt Andy Olsen ella Gert Langgaard mitt fyri. – Esbjerg spælir við rættiliga longum bóltum fram á vøllin og hóskar tí rættiliga væl til okkara, tí har er ikki so nógv smá- spæl, sigur Jógvan Martin Olsen. – Hinvegin eru teir gjarna vandamiklir í deyðbólts- støðum, og serliga skulu vit ansa okkum, tá teir hava hornaspørk. NSÍ fekk eitt mál í síni fyrstu europeisku kapping, og tað skjeyt tann tá bara 18 ára gamli Jústinus R. Hansen móti norska Lyn á Svangaskarði tann 14. august í fjør. Hann væntar minst líka nógva mótstøðu frá Esbjerg, sum NSÍ fekk frá Lyn tá INTERTOTO CUP Hilmar Jan Hansen (Esbjerg) Ein av teimum yngru spælarunum, ið tykist hava bitið seg fastan á liðnum hjá NSÍ, er 19 ára gamli Jústinus R. Hansen, sum í dag verður ein av teimum, sum á miðvøllin- um skal royna at sambinda spælið hjá runavíkingum. Tá NSÍ í fjør spældi sín fyrsta europeiska dyst í fjør, gjørdist hann høvuðs- persónur, tá hann skoraði einasta málið hjá felagnum. Tað var í 3-1 ósigrinum móti norska Lyn á Svanga- skarði. – Tað var ótrúliga lekkurt at skjóta tað málið, og sjálvandi vóni eg, at vit aftur fara at fáa okkurt mál hesa ferð. Tað hevur ikki so nógv at siga, hvør skorar, tí tað ræður fyrst og fremst um, at liðið fær mál, sigur Jústinus, ið tó ikki væntar, at tað verður lætt at fáa nakað mál móti Esbjerg fB. – Danska kappingin er so stutt síðani endað og tá vann Esbjerg bronsu. Tí rokni eg við, at teir eru minst líka sterkt lið sum Lyn. Hinvegin skulu vit sjálvandi trúgva uppá, at kjansurin er har, tí tað er hann altíð. Eins og Jógvan Martin Olsen, venjari hjá NSÍ, heldur Jústinus tað hava stóran týdning, at úrslitið í hesum fyrra dystinum verður so gott sum møgu- ligt, tí so verður í allar mátar hugaligari at skula spæla seinna dystin um eina viku. – Eg vænti, at teir undir- meta okkum eitt sindur, tí tað hevur neyvan tað stóra at siga fyri teir at skula spæla móti einum lítlum føroyskum felag. Men um vit ansa okkum og ikki fara ov langt fram á vøllin, kunnu vit kanska yvirraska, sigur hann. – Tað ræður um hjá okk- um ikki at hava ov langt millum keturnar og so vóna, at vit kunnu fáa onkr- an leysan kjansi, ið kanska gevur mál. Hetta verður sjálvandi trupult, men ikki ómøguligt. Nr. 115 • leygardagur • 19. juni 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo NSÍ ætlar at binda fyri Jógvan Martin Olsen, fremst í myndini, koyrir á spælararnar hjá NSÍ undir venjing í Veldtofte Idrætspark fyrrapartin í gjár Jústinus: Tað verður torført Jústinus R. Hansen skoraði málið, NSÍ í fjør fekk móti norska Lyn. Hann trýr upp á mál aftur hesa ferð, nú Esbjerg er á skránni, men sigur tað ikki hava so stóran týdning, hvør skorar - bara bólturin fæst inn 1. deild menn Dagf. Dystur Dómari 20.06 B36-ÍF Jens P. Brattalíð 20.06 GÍ-HB Eiler Rasmussen 20.06 EB/S-B68 Lassin Isaksen 20.06 KÍ-VB Suni Johansen 23.06 NSÍ-Skála Páll Augustinussen EM-kappingin Dagf. Kl. Bólkur Dystur 19.06 17.00 D Letland-Týskland 19.06 19.45 D Holland-Kekkia 20.06 19.45 A Russland-Grikkaland 20.06 19.45 A Spania-Portugal 21.06 19.45 B Sveis-Frakland 21.06 19.45 B Kroatia-Ongland 17 16 Nr. 115 - 19. juni 2004 Fjaldi fanga Síðani í oktober í fjør hevur ein irakskur maður sitið fangi hjá amerikanarunum, uttan at hann er vorðin skrásettur, og uttan at Reyði Krossur hevur fingið boð um, at maðurin situr fangi, og tað er í stríð við reglur- nar í Geneve-sáttmálanum. New York Times skrivar, at CIA vildi ikki hava mannin skrásettan, ella at Reyði Krossur fekk nakað at vita um hann. Hetta váttaði talsmaðurin hjá verjumála- ráðnum Pentagon, Bryan Whitman, eisini í gjár. Hann segði, at tað var Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri, sum hevði givið boð um, at maðurin skuldi ikki skrá- setast. Tað hevði ráðharrin gjørt eftir áheitan frá CIA, segði Whitman. – Tað rætta hevði verið, at vit kunnaðu Reyða Kross um fangan, segði talsmaðurinm hjá Pentagon. Sambært New York Times mótmæltu fleiri amerikanskir her- leiðarar í Irak avgerðini at fjala mannin og at dylja, at hann var tikin. Húsini dýrka Skattalætti og minkandi arbeiðsloysi fara at hava við sær, at húsaprísirnir í Danmark fara at hækka næsta ár, heldur fíggingarfelagið Realkredit Danmark. Sune Mortensen, búskaparfrøðingur hjá Realkredit Danmark, sigur við Jyllandspostin, at rentan fer at hækka tað næsta árið, tí fleiri fólk fáa arbeiði, og sam- stundis fer skattatrýstið at minka. Tað fer at økja um virksemið í samfelagnum, fólk fáa meiri pengar um hendur, og tað fer at gera. at húsaprísirnir fara at hækka, sigur hann. Danir skylda umleið 1.000 milliardir krónur í húsa- lánum, men húsini eru 2.000 milliardir krónur verd. Realkredit Danmark roknar við, at frívirðið í húsunum fer at hækka umleið seks prosent tað næsta árið, og tað verða serliga húsaeigarar vestan fyri Stórabeltið, sum fáa ágóða av gongdini, sigur felagið. Sóu meteor í Sidney Avstralska løgreglan kannar, um nakað hald er í tíð- indunum um, at ein meteorur datt niður uttan fyri býin Sidney mikukvøldið. Klokkan var um níggju mikukvøldið, tá ein hýru- vognsførari boðaði løgregluni frá, at hann hevði sæð eina stóra eldkúlu koma niður ígjøgnum luftina. Mað- urin helt, at eldkúlan var til støddar sum eini vanlig set- hús, og at hon mundi vera dottin niður einastaðni uttan fyri býin. Síðani hevur løgreglan leitað allastaðni rund- an um Sidney, men hon hevur einki funnið, sum kann benda á, at ein metetorur er dottin niður har. Okkurt bendir kortini á, at hald er í tíðindunum, tí eftirlitið á flogvøllinum í Sidney hevur sagt løgregluni, at har sóu tey eisini ein meteor fara ígjøgnum luftina um níggjutíðina mikukvøldið. Tey halda kortini ikki, at hann var so stórur, sum hýruvognsførarin vil vera við. Ein dýr pannukøka Ein 25 ára gomul kvinna í norska býnum Straume var í vikuni farin ein túr til Bergen. Svongdin kom á hana, og tá hon ikki hevði nakrar pengar uppi á sær, gjørdi hon ikki mætari enn at stjala eina pannukøku í einum handli. Handilsmaðurin ringdi alt fyri eitt til løgregluna, sum tók kvinnuna stutt eftir. Sambært blaðnum Vest- Nytt hevur kvinnan greitt løgregluni frá, at hon vænt- aði ikki at verða revsa fyri at taka eina pannukøku, og harafturat var hetta heldur ikki tann fyrsta pannukøkan, sum hon hevði tikið. Men ákæruvaldið er eirindaleyst. Tað hevur gjørt av, at kvinnan skal gjalda 1.000 krónur í bót. Rindar hon ikki bótina til ta ásettu tíðina, skal hon sita í fongsli í tríggjar dagar. Vit kunnu skoyta uppí, at í handlinum kostaði pannukøkan 16,50 krónur. UTTAN ÚR HEIMI Flóttafólkastreymuri n til Vesturheimin er minkaður orsakað av stongdum markna- liðum og minkandi vælvild FLÓTTAFÓLK Árni Joensen fartekst@mail.dk Talið á flóttafólki í útlegd minkaði eina millión í fjør. Samstundis vísa tølini, at tey útlagnu flóttafólkini vóru fýra milliónir færri í tali í fjør enn fyri tíggju ár- um síðani, og at umleið fimm milliónir flóttafólk eru farin aftur til heim- landið ella hava funnið sær annað land at búgva í. – Hetta er at fegnast um, sigur ST-hákommiserurin í flóttafólkamálum, niður- lendingurin Ruud Lubbers, við Reuters. Hann sigur, at broytingin kemst av, at tað var friðarligari í heiminum í fjør enn árið fyri, men ein stór orsøk er eisini, at nógv lond eru farin at sýta fyri at taka ímóti flóttafólki. Tey ríku ídnaðarlondini vestan- fyri hava táttað sínar reglur um flóttafólk, og lond sum Jordan og Iran stongdu síni landamørk, tá kríggið í Irak byrjaði. Ruud Lubbers sigur, at hóast hagtølini bera á tað rætta borðið, er vandi fyri, at tann harði flóttafólkapol- itikkurin hjá ES-londunum kann hava við sær, at minni verður gjørt fyri at hjálpa flóttafólki í øðrum pørtum av heiminum. – Onnur lond fara at hyggja at ES, og tey fara at siga sum so, at kunnu tey evropeisku londini herða sín politikk, so kunnu tey gera tað sama, sigur Lubbers. Tølini vísa týðiliga, at flóttafólkini hava skilt boð- skapin frá teimum evrope- isku londunum. Í fjør søktu 288.000 flóttafólk um frið- skjól í ES-londunum, og so fáar hava umsóknirnar ikki verið síðani 1997. Færri flýggja vestureftir Amerikanska flog- vápnið fekk boð um at skjóta tey rændu flogførini niður. Men boðini komu ov seint 11. SEPTEMBER Árni Joensen fartekst@mail.dk Ovastin fyri teirri norðaru deildini av amerikanska flogvápninum, generalurin Ralph E. Eberhart, var ikki í iva, tá hann hósdagin bleiv spurdur, um flogvápnið kundi havt forðað tí, sum hendi tann 11. september í 2001. – Ja, vit kundu havt skotið tey rændu flogførini niður, svaraði hann. Í frágreiðingini, sum ein serlig kanningarnevnd al- mannakunngjørdi fyrr í vikuni, sæst, at flogvápnið fekk boð um at skjóta flogførini niður, men at boðini komu ov seint. Frá- greiðingin endurgevur eina telefonsamrøðu ímillum Dick Cheney, varaforseta og Donald Rumsfeld, verjumálaráðharra. Cheney: »Minst trý flog- før eru á veg ímóti Wash- ington, og í hvussu er tvey teirra eru rænd. Eftir boð- um frá forsetanum havi eg givið boð um, at tey skulu skjótast niður.« Rumsfeld: »Í lagi. Men hvør fekk boðini frá tær?« Cheney: »Boðini fóru hiðani úr tí varda rúminum í Hvítu Húsunum«. Rumsfeld: »OK. Men lat meg spyrja teg: Hevur flogfarið fingið boðini?« Cheney: »Ja«. Rumsfeld: »Tað vil siga, at vit hava nøkur flogfør á flogi, sum hava fingið boð- ini?» Chenry: »Ja, so er. Og so vítt eg havi skilt, hava vit longu skotið tvey av flog- førunum niður". Rumsfeld: »Vit kunnu ikki vátta tað. Vit hava skilt, at eitt flogfar er skotið niður, men eingin flogskip- ari hevur boðað frá tí«. Flogfarið, sum verju- málaráðharrin her sipar til, er tað, sum datt niður í Pennsylvania. Men tá hevði flogvápnið framvegis ikki fingið boð um at skjóta eftir teimum rændu flogfør- unum, og tvey teirra høvdu longu rakt World Trade Center. –Vit kundu skotið flogførini niður C M Y K 16