Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juni 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 - 19. juni 2004 19 Verður hugt at hagtølunum, so tykis størsti ivin vera um, hvørt tað verða HB ella GÍ, sum skulu taka stigini í Gøtu sunnudagin. Her hev- ur HB eitt pinkalitið søgu- ligt yvirtak við fimm siguri móti teimum fýra hjá GÍ. Í hinu dystunu tykjast hagtølini benda hampuliga greitt annan vegin. Klárast í Havn, har ÍF ikki hevur fingið stig seinastu tíggju árini, og eisini í Runavík, har NSÍ hevur vunnið tær báðar ferðirnar, sum Skála hevur vitjað í bestu deildini. Hinvegin er tað tó ein sannroynd, at hagtøl ikki man vera tað, sum teir hjá Skála leggja mest í hetta kappingarárið. Á Eiði hevur B68 havt tað tungt, men enn hava teir so ikki tapt dyst har, og í Klaksvík plagar ofta at ganga sera javnt á, tó at KÍ helst hevur størru orsøkina til optimismu í hesi upp- gerðini. Talvan niðanfyri sýnir, hvussu tað hevur tørnað út, tá mótstøðuliðini sunnu- dagin hava hitst í tilsvar- andi uppgerðunum seinastu tíggju árini. Og so skal tað viðmerkj- ast, at dysturin, NSÍ-Skála, ikki verður leiktur fyrr enn mikudagin. -jm Tað verður spennandi í Gøtu Fyrireikingarnar hava alt at siga Í Róðrarsambandin- um verður ásannað, at kappróðurin síðsta leygardag hevur havt við sær, at fyrireik- ingarnar til róðurin í Hvalvík hava verið uppaftur neyvari, enn tær annars høvdu havt verið FM KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Triðja FM kappingin í kappróðri verður seinna- partin í dag. Kappast verð- ur í Hvalvík. Saman við Streymnesi er Hvalvík vert- ur fyri Sundalangsstevnuni og harvið FM kappróðrin- um triðja hvørt ár. Síðsta leygardag varð róð á Skálafjørðinum. Tað spældi einki serligt av. Róðurin var ikki liðugur fyrrenn klokkan var knapt sjey. Í Róðrarsambandinum og í Hvalvík/Streymnesi vóna teir, at tað ikki fer at verða soleiðis seinnapartin í dag. – Vit royna altíð at fyri- reika okkum so væl, sum tað ber til. Men tað skerst ikki burtur, at óhepna gongdin í róðrinum síðsta leygardag hevur havt við sær, at vit í RSF saman við lokalu fyrireikarunum har norðuri hava verið uppaftur meiri tilvitaðir um, at alt skal klappa, enn vit kanska høvdu havt verið, staðfestir Hannis Joensen, formaður í Róðrarsambandinum. Sigur tú harvið, at tit ikki fyrireika tykkum so væl, sum tað ber til, á øllum stevnunum? – Avgjørt ikki. Undan Norðoyastevnu hava vit fund við allar stevnufyri- reikararnar, allar dómarar- nar, og vit bjóða umboðum fyri allar manningarnar at vera við til kunnandi fund, har alt í sambandi við kapp- róðurin verður gjøgnum- gingið, og har tað er høvi at seta spurningar og tosa um tingini. Harafturat hava vit samband við lokalu fyri- reikararnar í vikuni undan róðrinum. Tað, sum eg sigi, er, at vit í hesi vikuni hava havt samband við og gjøgn- umgingið viðurskiftini og allar møguligar spurningar og støður uppaftur meiri gjølla, enn vit kanska høvdu havt gjørt, um tað hevði gingið soleiðis á Skálafjørðinum, sum vit høvdu roknað við. Bíða eftir frágreiðingum Fyrr í vikuni varð sagt, at Róðrarsambandið í hesi vikuni fór at viðgera róður- in á Eystanstevnuni. Tá ið vit fregnast hjá formannin- um í Róðrarsambandinum um, hvat teir eru komnir til, svarar hann, at teir eru ikki lidnir at viðgera spurn- ingin. – Vit hava tosað við teir, sum vóru við til at fyri- reika. Vit hava biðið teir um skrivliga frágreiðing um, hvussu teir upplivdu henda dagin. Tað er sera týdning- armikið fyri viðgerðina og ikki minst fyri eftirtíðina og tí, sum kann lærast av so- vornum, at tað fyriliggur skrivligt tilfar. Men vit hava ikki fingið skrivligar frágreiðingar frá startdóm- aranum og frá lokalu fyri- reikarunum. Í eru vit ikki lidnir at viðgera málið, sig- ur Hannis Joensen. Hann var ikki sjálvur á Skála- fjørðinum síðsta leygardag. Hann var í Danmark og róði kapp við einum goml- um Havnarbáti. Tá ið formaðurin í RSF sigur, at tað er týdningar- mikið fyri allar partar, at málið verður væl og nágreiniliga lýst, so er neyvan nakar ósamdur við honum í hesum. Og tað man eisini vera sjálvfylgja, at lærdómurin verður lýstur alment. Tað vil siga í miðl- unum, sum nýta tíð og orku til at fylgja við. – Vit hava aftur og aftur undirstrika, at tað skal ansast væl eftir, at tíðin verður hildin. Tað vil siga, at startdómarin fer undir fyrireikingarnar til næsta róðurin, tá ið startskotið er farið. Tað skal helst vera soleiðis, at tað bara verður bíðað eftir høvuðsdómar- anum og útvarpsbátinum. Sjálvandi kann tað orsaka av veðri og vindi verða neyðugt at nýta fimm minuttir eyka at leggja bát- arnar. So skulu teir minutt- irnir brúkast. Men tað skulu ikki vera aðrar orsøkir til, at róðurin verður seinkaður, er tað, sum Hannis Joensen sum heild vil siga um róður og róðrarfyrireiking. FM í eygsjón Hóast tað í dag er triðja av sjey FM kappingum, sum er á skránni, so kann tað skjótt koma har til, at onkrir bátar við sigri í dag fara at hóma FM heitið í havsbrúnni. Tríggir bátar hava vunnið bæði á Norðoyastevnu og á Eystanstevnu. Talan er um kvinnurnar umborð á Jarn- bardi, Argjabátin og so Havnarbátini. Hóast fjar- støðan ikki í øllum kapping- unum hevur verið so stór til teir næstu í røðini, so hava sigrarnir hjá øllum hesum trimum í báðum kapp- ingunum verið sannførandi. Í hinum trimum kapping- unum var annar vinnari á Skálafjørðinum, enn tað var í Klaksvík. Í dreingjaróðrin- um vann Spógvin í Klaks- vík og Blikur á Skálafjørð- inum. Í genturóðrinum vann Sílið í Klaksvík og Blikur í Runavík, og í kappingini millum 6-mannafør við monnum vann Sundabátur- in í Klaksvík og Jarnbardur í Runavík. 1000 startmetra málið í Hvalvík er sunnanfyri Toftadalsoyra. 1500 metra startmálið er út fyri Stóru- møl, og 2000 metra start- málið er út fyri Skarvsoyra. Teir, sum kenna til við- urskiftini og umstøðurnar í Hvalvík, siga, at hóast tað norðuri við brúnna um Streymin kann tykjast sum um, at streymurin er harður og ger nógv um seg, so er hetta eingin trupulleiki í Hvalvík. Har verður sagt, at tað er streymloysi. Fram fekk einki og er niðanfyri strikuna, og ÍA misti triðja pláss- ið, tá ið teir spældu javnt ÍSLAND Jóannes Hansen Tað gekk einki serligt hjá feløgunum við føroyskum spælarum, tá ið sætta umfarið í Landsbankadeildini varð avgreitt mikukvøldið. Størst var vónbrotið hjá Fram, sum Fróði Benjamin- sen og Hans Fróði Hansen spæla við, og sum Ion Geolgau er venjari hjá. Hesa ferð høvdu teir á Laugardalsvøllinum vitjan av KA av Akureyri, sum undan uppgerðini við Fram var næstniðast á talvuni. KA vann 1-0. Málið fingu teir, tá ið eitt korter var eftir. Talan var um fínt langskot. Fram hevði bóltin mesta partin av tíðini, og sambært heimasíðuni hjá felagnum høvdu teir nógv fleiri møguleikar, men tað eydnaðist teimum ikki at skjóta mál. Eftir at KA hevði fingið mál, skifti Fram tríggjar spælarar út. Ein teirra var Fróði Benjaminsen, sum heimasíðan ikki heldur hava verið so eyðsýndan seinastu ferðirnar, sum hann var í fyrstu umførunum. Eftir heimatapið miku- kvøldið er Fram næstaftast. Harvið eru teir komnir í ta støðuna, sum teir hava verið á nógvu tey seinastu árini. Fram legði annars sera bragdliga fyri í hesum kappingarárinum. Julian Johnsson og ÍA høvdu mikukvøldið vitjan av FH. Gestirnir vóru á odda 1-0 og 2-1, men heimaliðið megnaði báðu ferðirnar at koma afturí- aftur. ÍA er nú á fjórða plássinum. Teir mistu triðja plássið til ÍBV. ÍBV vann ikki minni enn 4-0, tá ið Keflavík vitjaði í oyggjun- um. Keflavík er annars næstfremst. Fylkir vardi oddasessin, tá ið teir á heimavølli vunnu 2-1 á botnliðnum Víkingi. Albert Sævarsson helt tætt í málinum hjá Grindavík, men tað spurdist bara eitt stig burturúr, tí liðfelagarnir hjá honum megnaðu ikki at skora ímóti meistaraliðnum KR. Mánakvøldið skal Fram spæla á útivølli ímóti KR, og mikukvøldið skal ÍA spæla á útivølli ímóti Keflavík. Lítil føroysk úrtøka Íslendska Landsbankadeildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Fylkir 6 4 - 2 - 0 9 3 6 14 2 Keflavík 6 3 - 1 - 2 7 9 -2 10 3 ÍBV 6 2 - 3 - 1 10 6 4 9 4 ÍA 6 2 - 3 - 1 7 5 2 9 5 FH 6 2 - 3 - 1 7 6 1 9 6 KR 6 2 - 2 - 2 6 7 -1 8 7 Grindavík 6 1 - 4 - 1 5 6 -1 7 8 KA 6 2 - 1 - 3 5 6 -1 7 9 Fram 6 1 - 2 - 3 7 8 -1 5 10 Víkingur R 6 0 - 1 - 5 3 10 -7 1 Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (ÍA), Fróði Benja- minsen og Hans Fróði Hansen (Fram) Manningin á Argjabáinum skal royna at halda fram við sigursrøðini hjá sær á Sundalagsstevnuni Savnsmynd 19 18 Nr. 115 - 19. juni 2004 Pól Thorsteinsson er skaddur Í B36 rokna teir dyst- irnir ímóti botnlið- unum vera góðar møguleikar at lyfta seg aftur móti topp- inum B36-ÍF Jóannes Hansen 1-1 í Vági verður hildið ikki at vera so galið. Men í B36 ásanna teir, at tað kostar nógv bara at fáa javnleik. Úrtøkan hevur ikki verið nakað at reypa av nógvu tær seinastu ferðir- nar. B36 hevur ikki vunnið, síðani teir í triðja um- farinum, sum var á skránni 16. mai, vunnu 3-0 í Gøtu. Tað eru tvey umfør eftir undan summarsteðginum. Um støðutalvan verður nýtt sum barometur, so áttu møguleikarnir at verið góðir fyri at fingið fult báðu ferðirnar. Í morgin skal ÍF vitja í Gundadali. Teir eru næstaftastir. Næsta sunnudag skal B36 vitja á Svangaskarði. B68 er niðast. Fyritreytirnar hjá B36 versnaðu eitt sindur í Vági. Tá noyddist Pól Thorsteins- son at taka seg av vøllinum. Hann hevur trupulleikar við lærkrikanum. Pól hevur ikki vant í vikuni, hann verður ikki við í morgin, og tað er ivasamt, um hann verður við aftur hesu megin summarsteðgin. Klæmint Matras, sum hevur verið skaddur, kom á vøllin í Vági fyri Pól. Burtursæð frá Pól eru allir hinir í B36 tøkir. Bartal og Rúni við aftur Hjá ÍF er tað eitt sindur ivasamt, um Bárður á Lakj- uni verður førur fyri at spæla. Møguliga skuldi hann venja í gjárkvøldið. Hann hevur annars ikki vant í hesi vikuni. Bartal Eliasen og Rúni Elttør vóru leik- bannaðir, tá ið ÍF síðsta sunnudag spældi ímóti B68. Teir eru báðir tøkir aftur. ÍF hevur bara vunnið eina ferð í ár. Tað var í øðrum umfari, tá ið teir vunnu 4-2 á NSÍ. Eftir javnleikin ímóti B68 varð ásannað, at tað var neyðugt at spæla meiri og sparka minni. Í morgin fæst at síggja, um Sigfríður Clementsen hevur megnað at fingið sítt lið at minnast til hetta, tá ið hann fer í Gundadal at spæla ímóti B36, sum hann hevur nógv góð minni frá. Í meistaraliðnum halda teir tað vera al- neyðugt at fáa fulla úrtøku, tá ið teir í morgin skulu spæla í Gøtu, har heimaliðið støðugt er dottið nærri niðurflytingar strikuni GÍ-HB Jóannes Hansen Í HB hava teir iðrað seg í hesi vikuni. Teir kendu ikki sína vitjunartíð í 1. hálv- leiki, tá ið teir sunnudagin høvdu vitjan av klaksvík- ingum. Ta løtuna spældi HB stak væl, teir høvdu fleiri upplagdar málmøguleikar, men teir fingu bara eitt mál, og eftir steðgin vóru teir í longum løtum um ein háls. Skála fekk fult ímóti GÍ. Harvið fór Skála frá HB í oddastríðnum. Nú skal HB royna seg ímóti gøtu- monnum. Og tað er einki sum eitur. Í HB verður tað mett soleiðis, at um teir ikki fáa fult, so fara teir at missa tvey stig, heldur enn at teir fara at vinna eitt. Hagtølini eru við havnar- monnum. Gulltíðin hjá GÍ endaði í 1996. Síðani tá hevur HB vunnið í Gøtu hvørja ferð burtursæð frá í 2001, tá ið tað var rumbul í HB leguni. Hjá HB eru teir tøkir, sum spældu ímóti KÍ. Harafturat er venjarin Heine Fernandez komin fyri seg aftur. Hann hevur vant í hesi vikuni og verður við í morgin. Martin Christiansen hevur verið skaddur. Nú venur hann aftur. Málverjin Bárður Johannesen rokna teir við fer at venja aftur um eina góða viku, tá ið skinnarin, sum hann hevur havt um fótin, verður tikin av. Tað hevur ljóðað, at Jan C. Dam skuldi koma úr Danmark at hjálpa HB. Hann hevur ikki enn verið til venjingar, men teir rokna við, at nú fer hann at verða skjótur. Soltið hjá GÍ Tað hevur ikki hilnast nak- að serligt hjá gøtumonnum. Teir hava ikki fingið fult, síðani teir í øðrum umfari vunnu á Toftum. Tá høvdu teir eftir tvey tey fyrstu um- førini fulla úrtøku. Síðani hava ter í fimm umførum fingið tvey stig. Ímóti Skála varð Atli Gregersen vístur av vøllin- um. Hann er leikbannaður í morgin. Ivaleyst verður Kaj Ennigarð eitt evni til mið- verjuplássið. Áslakur R. Petersen var ikki við á Skála, tí hann hevði verið skaddur. Hann hevur vant alla vikuna. Vágbingar, sum vitja í Klaksvík í morgin, hava fingið tíggju stig burturúr fýra teimum seinastu royndunum KÍ-VB Jóannes Hansen Tað eru tvey lið, sum gongdin hevur verið púra ólík hjá, sum bresta saman í Klaksvík í morgin. Meðan KÍ ikki hevur fingið fulla úrtøku, síðani teir flagg- dagin vunnu 1-0 á B68 í Klaksvík, hevur tað hilnast væl betri hjá vágbingum. Burturúr fýra teimum sein- astu umførunum hevur VB fingið tíggju stig. VB telist millum teirra, sum royna at renna aftaná Skála, og VB er framvegis partur av steypakappingini, har teir um fjúrtan dagar skulu spæla seinnu hálvfin- aluna ímóti HB. Tvey tey seinastu árini hevur tað verið javnt, tá ið VB hevur vitjað í Klaksvík. Ikki minst í fjør, tá ið KÍ javnaði við brotssparki í evstu løtu, var tað rættuliga tætt og spennandi. Hóast VB hevur fingið nógv burturúr seinastu ár- ini, tá ið teir hava vitjað í Klaksvík, so hava teir ikki vunnið síðani í 1995, tá ið teir saman við sumbingum vunnu 2-1. Nógv fólk VB tykist vera betri fyri við fólki, enn teir hava verið undanfarnu árini. Ímóti B36 var Mindaugas leikbannað- ur. Hann er tøkur aftur, men nú er Dan Djurhuus leik- bannaður. Dalius hevur ikki verið við seinastu ferðirnar, tí hann hevur drigist við sjúku. Hann verður heldur ikki við hesa ferð. Hjá KÍ var Aleksandar Djordjevic ikki við seinast, tí hann hevði drigist við skaða í rygginum. Leygar- dagin spældi hann við 2. deildarliðnum í Sandavági, har hann skoraði eitt mál. Hann hevur vant í vikuni, og tað kann hugsast, at hann verður í hópinum, men tað er ivasamt, um hann verður við frá byrjan. Hóast tað leikliga gekk av skriðuni í 1. hálvleiki, so vóru klaksvíkingar sera væl nøgdir við 1-1 ímóti HB í Gundadali síðsta sunnudag, og liðið fer ivaleyst at líkj- ast tí, sm spældi ímóti HB. Heimasíðan hjá Norðlýs- inum veit at siga, at Elfinn Ørvarodd úr Sandavági var í Klaksvík mánakvøldið og royndarvandi. Hann er vinstrabeintur síðuspælari. Hann hevur ikki verið í Klaksvík síðani mána- kvøldið, og tað hevur einki verið at frætt um, um hann skal skifta FS Vágar í 2. deild út við KÍ í 1. deild. B68 vónar, at nýggi álopsspælarin úr Brasilia skal skjóta málini, sum tað hig- artil ikki hevur eydn- ast at fingið. EB/- Streymur hevur ong- antíð vunnið á heimavølli ímóti B68 EB/STREYMUR-B68 Jóannes Hansen Síðsta sunnudag fekk B68 fyrsta stigið í ár. Tá ið teir í morgin fara á Mølina, hava teir hagtølini við sær soleiðis at skilja, at tær fýra ferðirnar, tá ið teir hava spælt í landskappingini á Eiði, eru teir hvørja ferð farnir til hús aftur við onkrum. Tríggjar ferðir hevur tað verið javnt, og í 2001 vunnu toftamenn. Trygvi Mortensen, sum nú venur B68, hevur áður verið venjari hjá EB/- Streymi. Tað er greitt, at bulgarski álopsspælarin, Stanislav Stankov, sum hev- ur verið vøddaskaddur, verður við í morgin. Stóri spurningurin á Svanga- skarði er, um tað fer at eydn- ast at fáa brasiliumannin Castilho Cardena Anderson á liðið í morgin. 22 ára gamli framrættaði spælarin kom til Toftir í fyrradagin. Hann vandi í fyrrakvøldið og tóktist hava nakað av tí, sum B68 hevur saknað mest av øllum í ár. Á middegi í gjár vóru loyvini ikki komin upp á pláss, men í B68 vónaðu teir tað besta. Nýggi maðurin, sum verður sagdur at vera skjótur og málsøkin, hevur spælt í Belgia. Inntil síðsta summar spældi hann við FCGeel í bestu og næst- bestu deildini. Síðani síðsta summar hevur hann verið í Brasilia. Tað er Jákup í Stórustovu, sum hevur hjálpt til við tí praktiska at fáa brasiliumannin til Toftir. Bogi Petersen og Mortan Hansen eru rættuliga ivasamir hjá B68. Jákup Eli Olsen, sum hevur verið skaddur, vandi fyrstu ferð aftur hóskvøldið, og Her- bert í Lon Jacobsen, sum var leikbannaður ímóti ÍF, er tøkur aftur. Gongur rætta vegin Hjá EB/Streymi hava skaðar plágað nógv tað, sum er farið av hesum kappingarárinum. Nú tykist tað ganga rætta vegin. Í gjár roknaðu teir kortini fyri vist, at Pacek verður ikki við í morgin. Hann er fram- ≤vegis skaddur. Umframt hann er einasta ivamálið Hans Pauli Samuelsen, sum ikki hevur verið førur fyri at venja hundrað prosent í vikuni. Teir vóna kortini, at hann verður førur fyri at spæla. Fróði Clementsen var sjúkur seinast. Hann hevur vant í vikuni og er tøkur. Marni Djurhuus og Nicu Dogaru hava verið skaða- plágaðir. Teir vórðu báðir skiftir inn ímóti NSÍ. Nú verða teir mettir at vera so mikið væl fyri, at teir kunnu vera við í kappingini um tey fyrstu ellivu plássini. B68 hevur aftur verið í Brasilia Tveir mánaðir síðani KÍ fekk fult Eyðun Klakstein og hinir í KÍ hava ikki vunnið ein dyst í nærum tveir mánaðar, men sunnudagin kemur VB á vitjan, og tá fara klaksvíkingar at gera enn eina roynd at fáa ein sigur HB vinnur næst- an hvørja ferð C M Y K 18