Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juni 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 115 - 19. juni 2004 EM-endaspælið í fótbólti Bólkur A v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Grikkaland 2 1 - 1 - 0 3 2 1 4 2 Spania 2 1 - 1 - 0 2 1 1 4 3 Portugal 2 1 - 0 - 1 3 2 1 3 4 Russland 2 0 - 0 - 2 0 3 -3 0 Bólkur B v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Frakland 2 1 - 1 - 0 4 3 1 4 2 Ongland 2 1 - 0 - 1 4 2 2 3 3 Kroatia 2 0 - 2 - 0 2 2 0 2 4 Sveis 2 0 - 1 - 1 0 3 -3 1 Bólkur C v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Svøríki 1 1 - 0 - 0 5 0 5 3 2 Danmark 1 0 - 1 - 0 0 0 0 1 3 Italia 1 0 - 1 - 0 0 0 0 1 4 Bulgaria 1 0 - 0 - 1 0 5 -5 0 Bólkur D v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Kekkia 1 1 - 0 - 0 2 1 1 3 2 Týskland 1 0 - 1 - 0 1 1 0 1 3 Holland 1 0 - 1 - 0 1 1 0 1 4 Letland 1 0 - 0 - 1 1 2 -1 0 Rooney skrivaði seg í søgubøkurnar Onglendingar fingu uppreisn eftir ósigur- in móti fraklending- um, tá ið teir hósdag- in vunnu 3-0 á Sveits. 18 ára gamli Everton- framherjin, Wayne Rooney, skeyt tvey av málunum hjá Ong- landi og skrivaði sær harvið í søgubøkur- nar sum tann yngsti málskjúttin nakrantíð í einum EM-enda- spæli ONGLAND-SVEITS Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Kravið til ensku landsliðs- leikararnar undan dystinum móti Sveits var einfalt - ein sigur ella kunnu tit byrja at pakka ferðataskurnar til heimferðina. Enska lands- liðið tapti sum kunnugt 1-2 fyri Fraklandi sunnukvøld- ið, hóast teir vóru á odda 1- 0, tá ið vanliga leiktíðin var farin. Hesin ósigurin var ógvuliga beiskur fyri onglendingar, og tí vóru teir ógvuliga grammir eftir at reisast móti sveitsarum. Sveits legði trýst á Tað var Sveits, sum byrjaði dystin betur, og fyrstu løt- una av dystinum vóru ong- lendingar hart trýstir, og við eitt sindur av hepni kundi Sveits eisini lagt seg á odda. Ístaðin vóru tað onglendingar, ið tóku leiðsluna í dystinum, tá ið ein lítil hálvur tími var leiktur. Enski liðskiparin David Beckham sendi ein bólt inn í málteigin hjá Sveits, har Michael Owen var staddur, og hóast Liver- pool-framherjin var í skotstøðu, valdi hann at lyfta bóltin heilt í málteig- in, har Wayne Rooney skallaði bóltin í kassan. Í seinna hálvleiki fekk Ongland størri og størri yvirvág í dystinum. Tað hjálpti heldur ikki upp á støðuna hjá Sveits, at teir fingu Bernt Haas riknan av vølli fyri tvey gul kort, tá ið ein tími var leiktur av dystinum. Tað gekk tó eitt sindur striltið hjá onglend- ingum at koma til veruligar málmøguleikar, men tá ið eitt korter var eftir at leika, bragdaði aftur hjá unga Wayne Rooney. Staddur nakað úti í vinstra borði av sveitsiska málteiginum, langaði hann til, og bólturin brast í stólpan og síðani í nakkan á málverjanum hjá Sveits og í mál til 2-0. Stutt fyri leiklok staðfesti Steven Gerard sigurin hjá Ong- landi, tá ið hann fekk eina tvøravlevering frá Gary Neville. Hepnir fraklendingar Seinni dysturin hóskvøldið var millum verandi europa- meistararnar, Frakland, og Kroatia. Franski venjarin, Jacques Santini, hevði valt at broytt liðið hjá sær á trimum plássum, men tað tóktist ikki at styrkja liðið nakað. Franska álopsspælið var ikki so flótandi, sum tað ofta er sæð áður, og kroat- arnir tóktust munandi betur fyri, enn teir vóru í dystin- um móti Sveits sunnu- dagin. Fyrsta málið í dystinum kom miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið Frakland fekk fríspark í nakað uttan fyri brotsteigin hjá Kroatia í vinstru síðu. Zinedine Zidane sendi frísparkið inn í brotsteigin, og har kom bólturin í beinið á kroatiska verjuleikaranum Igor Tudor úr Juventus og í mál, og so var 1-0 til Frakland. Hend- an støða helt sær eisini til hálvleiks. Eftir hálvleikssteðgin byrjaðu kroatarnir sum eitt ódnarveður. Bert tríggir minuttir vóru leiktir, tá ið Manchester United-verju- leikarin hjá Fraklandi, Mikael Silvestre, var annan dystin á rað dømdur fyri at hava gjørt brotsspark, og tað setti Rapaic í netið, og so var 1-1. Fýra minuttir seinni var aftur galið í brotsteiginum hjá Frak- landi, og tá ið liðskiparin, Marcel Desailly, ikki fekk ruddað burtur, var altíð vandamikli Dado Prso kvikur og langaði bóltin í mál, og so hevði Kroatia vent dystin upp á sjey min- uttir. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Frakland tó javnað til 2-2, og tað skuldi ikki sørt av hepni til. Igor Tudor skuldi leggja bóltin aftur til málverjan hjá sær, Butina, men avleveringin var ikki nóg neyv, og tá ið Butina skuldi sparka burt- ur, var David Trezeguet á honum, og bólturin kom í franskmannin og rullaði fram við málverjanum, og so kundi Trezeguet bert geva bóltin eitt lítið skump, áðrenn hann fór í mál til 2- 2. Kroatar vóru í øðini um hetta málið, tí teir meintu, at bólturin kom í hondina á Trezeguet, men danski dómarin, Kim Milton Nielsen lat ikki við seg koma. Bæði liðini høvdu møguleika at skora fleiri mál í dystinum, men tað eydnaðist teimum ikki, og so noyddust Frakland og Kroatia at taka til takkar við einum stigi í part. 18 ára gamli enski landsliðsleikarin, Wayne Rooney, skrivaði seg í søgubøkurnar hósdagin, tá ið hann sum tann yngsti leikarin nakrantíð skoraði í einum EM-endaspæli Rooney var hetjan 18 ára gamli Wayne Rooney var stóra hetjan, tá ið Ongland í gjár vann 3-0 á Sveis í EM-kapp- ingini í Portugal. Wayne Rooney skoraði tey bæði fyrru málini, áðrenn Steven Gerrard gjørdi tað til 3-0. Rooney er nú tann yngsti spælarin, sum hev- ur gjørt mál í eini EM- kapping. Enski landsliðsvenjarin var hugtikin av spælinum hjá unga Everton-fram- herjanum. – Hann gjørdi tvey góð mál, og samstundis ar- beiddi hann hart. Det er fantastiskt, at hann sum 18 ára gamal kann avrika hetta, segði Sven-Gøran Ericsson eftir dystin. Sjálvur var málskjúttin ikki tikin av fótum. – Vit spældu ein góðan dyst. Fyrsta málið kundi ikki gera annað enn at skora, og við seinna málið smekkaði eg bara til. Eg var heppin at vera á rætta staðnum í røttu løtu, segði Wayne Rooney. Venjarin misnøgdur við verju- spælið Bólkur B er púra opin, eftir at Frakland og Kro- atia spældu javnleik í gjárkvøldið. Danski dómarin Kim Milton Nielsen kom í miðdepilin, tá ið Frakland skoraði til 2-2. Ein verjuspælari hjá Kroatia skuldi sparka bóltin burtur, men rakti í hondina á framherjanum Trezeguet, sum síðani sendi bóltin í málið. Danski dómarin viður- kendi málið, og tað vóru kroatisku spælararnir ikki fegnir um. Franski landsliðsvenj- arin var heldur ikki fegin um verjuspælið hjá sínum monnum. – Vit mistu tvey stig í dag, sum vit kundu brúkt til at tryggja okkum lut- tøkuna í fjórðingsfinalun- um. Vit mugu gevast við at forera mál burtur, segði Santini eftir dystin. Blaðmaður tveittur út Undir dystinum ímillum Russland og Portugal mikukvøldið førdu vakt- arfólk ein mann út av leikvøllinum, eftir at russ- iski málverjin Ov- chinnikov hevði fingið reyða kortið. Tað tóktist sum um maðurin vildi gera seg inn á fjórða dómaran, eftir at málverjin hevði fingið tað ivasama reyða kortið. Nú skrivar ein italsk heimasíðu, at maðurin, sum varð tveittur út av leikvøllinum, var ein russiskur blaðmaður. Hann hevur sagt, at hann vildi bara hava ein frá- greiðing frá fjórða dóm- aranum um, hví málverjin varð vístur út, og at tað er vanligt í Russlandi. C M Y K 20 Nr. 115 • leygardagur • 19. juni 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Tom er søgusigari Lesið s. 10–11 TVÍBURÐATREFF Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Elduvík: Rættulig innrás var í bygdina seinasta fríggjadag, tá seks tvíburðar og mammurnar hjá teimum komu at halda frí í summarhúsi í Elduvík. Hetta var tó ikki fyrstu ferð, at hendan innrásin var. Seinasta summar vóru tey eisini har eitt vikuskifti, og við minnunum um, hvussu stuttligt tað var tá, hava allir tvíburðarnir glett seg til endurtøkuna av túrinum. – Vit mammur gleddu okkum líka nógv sum børnini, sigur Sigrun Dalsgaard, sum er mamma til tvíburðargentur. Hitst javnan Børnini vórðu fødd í tíðar- skeiðinum mars til september 1998. Fleiri av mammunum lógu á sjúkrahúsinum í senn í eitt longri tíðarskeið. So byrjaðu tær at tosa um, at tað kundi verið stuttligt at hitst, tá alt var yvir- staðið hjá øllum. Í mai 1999 hittust tær fyri fyrstu ferð heima hjá einari av teimum. Har var ein rokan í fjøruni við so nógvum lítlum børnum, men stuttligt kortini. Upp gjøgnum tíðina er eitt par komið afturat, meðan eitt fór burturúr, tí tey fluttu niður. Sigrun sigur tó, at tey eru flutt heimaftur, men tey hava so ikki verið við aftur enn. – Vit hildu tó, at bara ein dagur saman, mangan var í so rokaligt. Man fekk ikki stundir til at seta seg niður og slappa av, tí man altíð skuldi skunda sær heimaftur. So vit byrjaðu at tosa um at fara eitt heilt vikuskifti í summarhús. Og tað gjørdu vit so fyrstu ferð seinasta summar, og tað eydnaðist so væl, at vit bíløgdu sama hús aftur beinan- vegin til í ár, greiðir Sigrun frá. Stuttleiki Ongin ivi er um, at stuttleikin í hesum liggur hjá børnunum, sum sleppa rættuliga nógv meira enn vanligt eitt tílíkt vikuskifti. – Seint uppi, eta nógv bomm og so framvegis, men tað eigur at vera so, tá okkurt serligt er á skránni, heldur Sigrun flennandi fyri. Í ár var veðrið ikki so gott sum í fjør, sigur Sigrun, men hon heldur ikki, at tað bilti nakað fyri børnini. Leygardagin fóru tey øll ein túr út til Runavíkar. Har var eystanstevna, so børnini fingu stuttleika sær ókeypis á tivoli- økinum eina løtu. Hetta var prikkurin, heldur Sigrun. – So ótu vit ís og hugnaðu okkum eina løtu, áðrenn leiðin gekk aftur til Elduvíkar, sigur Sigrun. Pápar við Inntil nú hava tað næstan bara verið mammurnar, sum hava verið við til treffini, men Sigrun sigur, at nú hava tær tosað um at skipa soleiðis fyri, at pápar og systkin eisini kunnu verða við næstuferð. – Tað er so hugnaligt, tá vit øll eru saman, og vit gleða okkum hvørjaferð, sigur Sigrun Dals- gaard. Hon leggur afturat, at tey fara at halda fram við hesum, so longi sum børnini tíma tað. – Eg veit ikki, hvussu langt upp í tannárini tey fara at tíma hetta, men man veit ongantíð, sigur Sigrun at enda. Næstu ferð tey øll skulu hitt- ast, verður í heyst, og tá verður tað í Oyndafirði. Tvíburða rokilsi í Elduvík Tvær ferðir um árið hittast seks pør av tvíburðum og mammurnar hjá teimum til eitt tvíburðatreff. Ta einu ferðina eru tey saman eitt heilt vikuskifti, meðan hina ferðina er talan um ein dag. Seinasta vikuskiftið vóru tey øll í summarhúsi í Elduvík, og tað er eitt vikuskiftið sum øll gleða seg til Her eru øll børnini avmyndað í Elduvík leygardagin. Frá vinstru: Benny og Daniel, Teitur og Súsanna, Lív og Vár, Ester og Marta, Jóhann og Agga og Kristina og Turið. Tey eru øll fødd í tíðarskeiðinum mars til september 1998 Mynd. Jens K. Vang 21