Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juni 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 115 - 19. juni 2004 SprenRex er komið á marknaðin við síni fyrstu útgávu, og tað er undirgrunds rokk-fløgan Ampaljóð. Á fløguni eru fýra bólkar, ið framføra 2-3 løg í part og hesir bólkarnir eru: Zink, 48 Pages, Speaker og Lama Sea. Stílurin á tónleikinum er sostatt rættiliga fjølbroyttur, men alt liggur so at siga í tí harða endanum. Fløgan er upptikin í Hystereo Studio í ART-hølunum í Havn og maðurin aftan fyri hettar er Karl Anton Klein. Hann sigur um fløguna; "Hetta er tann týdnignarmiklasta fløgan at ogna sær síðan "Eg eri ein K" og at fløgan er eitt absolutt "Must!"" Karl Anton Klein er væl nøgdur við nýggja verk sítt og sær fram til eitt nýtt spren produkt í nærmastu framtíð. Ampaljóð er ein live undirgrunds fløga t.v.s., at øll løgini eru spæld beint fram inn á ein harddisk recordara. So tað er ikki ein fín popp fløga vit tosa um, men ein live, rá, full power rokk fløga. Av tí góða slagnum væl at merkja. Ljóðbland, mastering og framleiðsla Bloch er maðurin, sum gjørdi arbeiðið liðugt við at ljóðblanda og mastra fløguna. Meiningin var at geva løgunum eitt heitt ljóð, men tó ikki fór flott. Arbeiðið eydnaðist sera væl og síðani fór fløgan til framleiðslu hjá SonoPress í Týsklandi. Raðfylgja 1. Zink - See U 2. 48 Pages - Goin' Solo 3. Speaker - Evil Dead 4. Lama Sea - Speading All My Love 5. Speaker - Between Us 6. Zink - Kiss You 7. 48 Pages - Wet Cream 8. Lama Sea - Young Love 9. Zink - Barbara C. 10. 48 Pages - Me And My Boyfriend (Feat. The KAK) Fløgan Ampaljóð verður at fáa 19. juni á ROX 2004 og í handlunum frá 21. juni. Fløgan kostar 100 kr. Sosialurin Nr. 115 - 19. juni 2004 3 Ampaljóð ROX og Margarinfabrikkin Margarinfabrikkin virkishús fyri børn og ung, bakkar fult upp um ársins tónleikatiltak ROX 2004 í Badmintonhøllini. Seinastu árini hevur Margarinfabrikkin verið kanska einasti opni alternativi pallur fyri yngru tónleikabólkarnar í Havn. Við jøvnum millumbili hava konsertir verið, har nýggjur tónleikur, alt frá heavy til techno, hevur verið fram- førdur. Allir bólkarnir á konsertini hava tætt tilknýti til Margarinfabrikkina og summir eru so at siga uppvaksnir har. So sigast kann, at hetta er eitt natúrligt framhald av tónleikavirkseminum, sum nú verður flutt niðan í Gundadal. SPREN REX STENDUR FYRI: 1. FRÆLSIÐ AT SPÆLA ALLAN TÓNLEIK, ÓSENSURERAÐAN. 2. FRÆLSIÐ AT LURTA EFTIR ØLLUM TÓNLEIKI. SJÁLVT UM HANN LJÓÐAR ILLA. 3. AT FØROYSKUR TÓNLEIKUR SKAL VERA SO ÓDÝRUR AT UNGDÓMINUM IKKI TØRVAR AT BRENNA HANN OG HARVIÐ GERAST KRIMINELLUR OG KUNNA FÁA STÓRA BÓT FYRI SÍTT VIKSEMIÐ. 4. AT TAÐ SKAL VERA LÍKA LÆTT OG NÆSTAN LÍKA BÍLIGT AT KEYPA EINA FLØGU SUM AT KEYPA EINA COCA COLA. 5. ER EIN OPIN LEIKPALLUR. Útgávufelagið Spren Rex varð stovnað við tí fyri eyga at standa fyri útgávuni "Ampaljóð", ið er ein savnsfløga við teimum fýra undirgrundsbólkunum, Speaker, 48 Pages, Zink og Lama Sea. Allir bólkarnir hava meir ella minni samband við tað sera virkna ART umhvørvið á Margarinfabrikkini í Tórshavn. Stigtakaranir, limir í bólkunum 48 Pages og Speaker saman við Karl Anton Klein, settu ferð á tiltakið í tí sannroynd at lítið og onki hevur verið gjørt við og fyri tann partin av tónleikapallinum, ið spælir eitt sindur harðari tónleik enn dansitónleik, og tí var hildið at stundin var komin at royna við eini útgávu sum peikar frameftir og flytir stoppskeltini burtur, so at siga, slóðar fyri øðrum sum fegin vilja royna seg. Tað eru fleiri tónlistarlig stop skelti enn koyr á head skeltir í Føroyum. Lesið lýsing av bólkunum á s. 6–7 Spren Rex C M Y K 23 22