leygardagur 19. juni 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 115 - 19. juni 2004
5
4
Sosialurin Nr. 115 - 19. juni 2004
FLOGFERÐSLA
Orð: Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Beint eftir klokkan fimm hósdagin lendi
nýggja flogfarið hjá Atlantsflog á flog-
vøllinum í Vágum. Áðrenn nýggja flog-
farið lendi, høvdu hini bæði flogførini hjá
føroyska fløgfelagnum sett seg, eftir at tey
høvdu verið á veingjunum og tikið ímóti
nýggjasta liminum í Atlantsflog-familjuni.
Sera gott keyp
Nýggja flogfarið hjá Atlantsflog er frá
1988. Tað vil siga, at tað er eitt lítið
sindur nýggjari enn hini bæði flogførini í
flotanum. Á móttøku í hangarinum hjá
Atlantsflog, eftir at flogfarið var komið
inn at standa, greiddi Magni Arge, stjóri í
Atlantsflog, frá, hvussu keypið kom í lag.
Samráðingar høvdu verið við sviar um
leigu av einum flogfari til summarflúgv-
ingina, tá ið tað vísti seg, at møguleiki
eisini var fyri einum keypi til ein góðan
prís. Partarnir komu ásamt um eina avtalu,
og nú nýggja flogfarið er komið til landið,
stendur tað Atlantsflog í okkum millum
15 og 20 milliónum, sigur Magni Arge.
– Hetta setur sjálvsagt stór krøv til
okkum sum flogfelag, tí flogførini skulu á
veingirnar at fáa pengar inn í kassan, og tí
er tað ein avbjóðing fyri okkum at finna
nóg mikið av uppgávum til øll trý flog-
førini, sigur Magni Arge.
Í løtuni hevur Atlantsflog fleiri følarar
úti, hvat viðvíkur nýggjum uppgávum til
flogførini, og stjórin í Atlantsflog greiðir
frá, at millum annað eru sviar áhugaðir í
at leiga okkurt flogfar til onkrar uppgávur,
sigur hann. Tað er svenska felagið Malmø
Aviation, sum er áhugað í møguligani at
leiga eitt flogfar frá okkum, sigur Magni
Arge. Eisini hava hetlendingar spurt seg
fyri, um tað ber til at fáa Atlantsflog at
flúgva eina farleið millum London og
Hetland, greiðir hann frá.
Virksemi nógv vaksið
Atlantsflog hevur í ár 16 ár á baki, og á
móttøkuni nevndi Christian Andreasen
vegna nevndina í flogfelagnum, hvussu
nógv virksemið hjá Atlantsflog er økt hesi
árini. Til dømis hevði Atlantsflog ikki
færri enn 14 fráferðir fríggjadagin, og tað
er tað sama, sum flogið var um vikuna, tá
ið flogfelagið byrjaði. Fyrsta flogfarið fór
úr Keypmannahavn fríggjamorgunin
klokkan hálvgum níggju, og tað seinasta
setti seg í Vágum beint fyri midnátt
fríggjakvøldið.
Virksemi hjá Atlantsflog er nú so mikið
umfatandi, at Magni Arge væntar, at
útflutningsvirðið hjá Atlantsflog fer upp
um 100 milliónir krónur í ár.
Nógv fleiri møguleikar
Við nýggja flogfarin hevur Atlantsflog
nógv fleiri møguleikar at bjóða seg fram
til viðskiftafólk. - Við hesum nýggja
flogfarin hava vit nógv størri fleksibilitet,
sigur Magni Arge og leggur afturat, at av
somu orsøk verður tað ikki so stórt trýst á
fløgførini, og tað kemur væl við.
Somuleiðis fer tað nú at verða lættari
hjá Atlantsflog at rudda upp eftir, at ólag
hevur verið á flogferðsluni. Magni Arge
greiðir frá, at um mjørki hevur forðað
flogferðsluni í nakrar dagar, so fer tað nú
at verða munandi skjótari at fáa øll ferða-
fólkini avstað, nú felagið hevur trý
flogfør.
Fór fyrsta túrin í gjár
Tað hava ikki verið stundir hjá Atlantsflog
at lata nýggja flogfarið standa til fram-
sýning vesturi í Vágum, tí longu í gjár for
tað sín fyrsta túr. Tá var flogið til Alta í
Noregi, har Atlantsflog hevur nógvar
uppgávur. Í dag verður farið til Italia, og
hetta er somuleiðis fyrstu ferð í ár, at
flogið verður til Ancona. Mánadagin skal
nýggja flogfarið hjá Atlantsflog flúgva
russiskar sjómenn til Murmansk, og er
hetta ein heilt nýggj uppgáva hjá føroyska
flogfelagnum. Tey mongu russisku
skipini, ið royna kring Føroyar, skulu
sjálvsagt skifta manning viðhvørt, og nú
hevur Atlantsflog so fingið til uppgávu at
flúgva onkrar skipsmanningar millum
Føroyar og Russland.
Stórfingin móttøka
Á móttøkuni í Vágum hósdagin var nógv
fólk samankomið, og tað sást týðuliga, at
vágafólk eru ógvuliga góð við føroyska
flogfelagið. Farleiðin hjá flogfarinum frá
komuhøllini og yvir til hangarin hjá
Atlantsflog var flaggskrýdd, og inni í
hangarinum var borðreitt við alskyns
leskiligum bæði til smá og stór.
Atlantsflog tveir nýggjar veingir
Øll trý flogførini hjá Atlantsflog standa á rað framman fyri komuhøllini í Vágum
Nógv fólk vóru komin
saman at taka ímóti
nýggja flogfarinum hjá
Atlantsflog, tá ið tað
kom í Vágar seinna-
partin hósdagin
Tað var ein stórsligin sjón, tá ið nýggja flogfarið hjá Atlantsflog kom koyrandi gjøgnum vatnheiðursportrið, sum sløkkibilarnir hjá Vága Floghavn gjørdu
Nógv fólk var til móttøkuna, sum var í hangarinum hjá Atlantsflog við flogvøllin
Hans Hansen, chief-pilot hjá Atlantsflog fleyg nýggja flogfarið á tess fyrstu ferð til Føroya
Teir tríggir, Magni Arge, Bjarni Djurholm og Christian Andreasen hava óivað nógv at tosa um
C
M
Y
K
25
24