leygardagur 19. juni 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 115 - 19. juni 2004
7
6
Sosialurin Nr. 115 - 19. juni 2004
Fluffy Toys
Bólkurin byrjaði virksemi sítt í
oktober 1999 í Gøtu, og var
tengdur at tónleikaumhvørvinum
í Losjuni, men tað var ógvuliga
skjótt at tað gekk upp fyri
monnunum, at Gøta og
Eysturoyggin sum heild var ov
lítil, og um bólkurin skuldi hava
nakran livandi kjans at gera seg
galdandi millum teir stóru, sum
teir nú metast ímillum, so mátti
alt virksemið flytast til stórbýin...
til Havnar. Og har kom
gjøgnumbrotið. Fluffy Toys
hevur upp ígjøgnum árini spælt
kring allan Føroya knøtt, og
hevur eftirhondini etablera seg
og sligið navn sítt fast sum
Føroya einasti og besti rokk-
bólkur. Manningin hevur verið
ótrúliga skiftandi hesi árini.
tríggir trummuspælarir, tríggir
guitaristar og heili fimm
bassistar hava verið uppi í
leikinum; sangarin, og ímyndin
av bólkinum, er tó hin sami -
nemliga tann livandi rokk-
legendan Einar Jacobsen. Sum tá
Fluffy Toys eru allarbest
borðreiða teir við einum
superblandi av Uriah Heep og
Deep Purple.
Í bólkinum eru:
Einar Jacobsen - Sang
Dagfinn Joensen - Guitar
Bjarti Hansen - Guitar
Heri Reynheim - Bass
Rani H. Christiansen - Trummur
Einasti bólkurin frá Prix Føroyar
'03, sum ongan veg kom, men sum
øll minnast, byrjaði sum ein
stuðlabólkur hjá John, sum ikki
visti um hann var til
sunnudagsskúla ella heavy.
Fyri at fylla tómrúmið eftir
trummuJohn, vanliga nevndur
lítliJohn, skuldu tveir nýggjir
Johnar til ávikavíst rópJohn og
bassJohn.
Boðskapur Johns er: onki líkist
ongum. Og onki kann etast, hvat
við at eta hattar.
Annars boðar John í
tíðindaskrivi frá, at tónleikurin, ið
spældur verður er: onki, skrál,
skríggj, og banan John.
Í seinastuni hava leysatíðindi
gingið um at Andreas Pauli spælir
bass, men hesi tíðindini hava onki
uppá seg.
Bólkurin hevur tað fyri at troppa
upp við ongari manning, men teir
gleða seg tó til at verða
fullmannaðir á konsertini 19. juni.
Onki inspirerar bólkin, hóast tað
hava sangirnir onki við hvønn
annan at gera.
"Tað líkist ongum, at onki er."
Í bólkinum eru:
Karl Anton Klein - Galróp og
guitar
John Holgarsson - Róp og guitar
Dagbjartur Mejer - Róp
Andreas Pauli Poulsen - Bassróp
William Souvy Olsen -
Trummuróp
Speaker
Bólkurin bleiv stovnaður fyri skjótt
tveimum árum síðani, á sumri 2002.
Bólkurin spældi sína fyrstu konsert
í september sama árið, og varð
síðani við á Prix Føroyar '03, tó
uttan nakra serliga succes. Síðan
tað hevur bólkurin havt stór
framstig, og eru teir í løtuni í ferð
við at tilrættaleggja ein túr til
Íslands í summar saman við 48
Pages. Speaker er eisini við á fyrstu
útgávuni hjá SprenRex,
"Ampaljóð". Bólkurin spælir
ekskrementerandi rokk-tónleik við
eitt sindur av funk, blues og
alternativum poppi blandaðum uppí.
Við í bólkinum eru:
Janus Rasmussen, sum ýlur og slær
á seks streingir
Bogi Berg, ið berjist við Janus um
teir seks streingirnar (onkuntíð sjey)
Jan Jensen, sum mishandlar
bassguitarir
William Souvy Olsen á
aputrummum
Lama Sea
Lama Sea varð sett á stovn av nøkrum 12
ára gomlum dreingjum, ið dámdu væl at
skapa og spæla tónleik, bæði akkustiskan og
elektron-iskan. Men trupult var at finna
venjingarhøli og tað rætta fólki at manna
bólkin, so mong ár gingu uttan ta stóru
framgongdina. Men eftir langa tíð og
nógvum útskiftingum hevur bólkurin funnið
sær eitt pláss í Margarinfabrikkini og eina
fasta manning. Nú eru teir eitt "uptown"
rokk-orkestur, ið spælir hyperaktivan,
stundum eksotiskan rokk-tónleik við eini
rúgvu av distortion og overdrive. Umframt
larmandi rokk-tónleikin ger Lama Sea eisini
elektroniskan tónleik við nýtslu av teldu,
samplarum og synthesizarum. Lama Sea
eigur tvey løg á fløguni "Ampaljóð", ið er
útgivin av Spren Rex og eru bæði hesi løgini
av tí skitna rokk slagnum. Lama Sea er
rættiliga nýtt á føroyska pallinum, men
væntar tó at framføra nógv
meira komandi tíðina. 19. juni
vera teir at síggja í Badminton-
høllini í Havn og fara teir at
spæla bæði cover-løg og egið
tilfar.
Í bólkinum eru:
Janus Rasmussen - Guitar og
sang
Jón Klæmint Hofgaard - Guitar
Sakaris E. Joensen - Bass og
sang
William Souvy Olsen -
Trummur
48 Pages
48 Pages er ein
kendur bólkur,
sum hevur verði
rættiliga nógv
frammi í ár. Teir
byrjaðu fyri einum
góðum hálvum
árið síðani og enn
fúsa teir avstað.
Nakað av mann-
ingi er frá gamla
baby-fuck orkestr-
inum Monkey
Mongolia, men
nógv er hent síðan
tað tíðina. Bólk-
urin er super
fullur av "ENERGI" og er sanniliga
klárur til Rox 2004. 48 Pages spæla
harðan rokk blanda við latínskum punki
og mega saft . Tað, ið bólkurin elskar
mest, er at hoppa og tvætla á pallinum,
og tað verður eisini gjørt ordiligt. Teir
hava spælt til fleiri tiltøk kring landið
t.d. í Mentanarhúsinum í Fuglafirði,
Losjuni í Gøtu, Badmintonhøllini og í
Margarinfabrikkini. Mitt í juli mánaði er
bólkurin saman við Speaker á turné, har
koyrt verður ígjøgnum alt Ísland. Eisini
er bólkurin við á nýggju undirgrunds
fløguni hjá Spren Rex, "Ampaljóð".
Í bólkinum eru:
Frans Jónas Arge Galán (The White
Mexican) - Sang og guitar
Bjartur Dal-Christiansen - Guitar
Bartal Læarsson Marley - Bass
Eyðun Múller Thomsen - Trummur-t
Seinasta hálva árið hevur
orkestrið Headache Blues Treo
spælt sín egna orkulødda
bluestónleik runt í landinum.
Mr. Puffman er heitið á nýggju
fløgu útgávu teirra, sum
inniheldur 9 væl spæld løg,
blues løg. Bólkurin spælir sum
sagt blues tónleik, men tað er
ikki bert blues. Tað er blues fyri
allar pengarnir og meir enn tað.
Hesir trýggjir hava skapt sín
egna tónleikastíl, við røtrunum í
amerikanskum bluestónleiki. Tað var
fyrst í 2003 at bólkurin gjørdi vart við
seg, men á Prix FO 2003 blivu teir
veruliga settir sum favorittar hjá
mongum. Tað eru bert tríggjir mans, ið
eru við í hesum bólki, og tað eru ikki
bara nakrir jassar, hettar eru nakrir
ordiligir "F#@!ing dude'ar" í top
klassa... altso við instrumentunum.
Í bólkinum eru:
Uni R. Debess - Sang og guitar
Edvard N. Debess - Bass
Rógvi á Rógvu - Trummur
Paradox
Paradox er ein bólkur, sum hevur verði at hoyrt um
leingi. Teir eru nokk tað yngtsa kenda rokk orkestri í
landinum. Teir hava verði við á Pop Top konsertini
fleri ferðir og í ár vunnu teir hana og skullu so spæla
á Ólavsøku konsertini 2004. Margarinfabrikkin
liggur eisini á teirra lista. Bólkurin hevur fyri tað
mesta spælt "cover-løg", men fara nú at smíða egin
løg.
Í bólkinum eru:
Heini Gilstón Corfitz Mortensen - Sang og guitar
Bárður Reinert Poulsen - Bass
Búgvi Magnussen - Trummur
The Story Ends hava spælt saman í eitt
gott ár, men hava tó ikki spælt til nógv
almenn tiltøk. Bólkurin var við í kendu
Pop Top konsertini í Grasagarði. Eisini
hava teir spælt í Margarinfabrikkini og í
Eydnuni á Oyrabakka. Á pallinum eru teir
púra "CRAZY" og tað dámar einum
áskoðara væl. Teir eru stuttligir. Tá The
Story Ends standa á pallinum, er onki
annað at gera enn at hoppa og skíta á hvat
annað hendir. Bólkurin spælur eitt sindur
av hvørjum, har er bæði rockur, punk,
Dixy, norskur dansi tónleikur og so
sjálvandi eisini disco.
Í bólkinum eru:
Filip Mortensen - Sang og guitar
Heini Mohr Arnason - Bass
Andreas Dalsgaard - Trummur
Hanus M. Andreasen - Guitar
The Story Ends
Onkikanndiskuterast.altkann
Headache Blues Treo
SIC
Harðasti bólkurin í Føroyum í løtuni er Heavy Metal
bólkurin SIC. SIC hevur eksisterað í 1 ár og hevur
spælt nakrar konsertir runt í Føroyum, tó uttan at
hava oyðilagt nøkur oyru, og tað má sigast av, at tað
ikki bara er svakur tónleikur teir framføra, men
eisini eitt feitt upplivilsi og so nakað gott. SIC
byrjaðu at venja í Losjuni í Gøtu, síðani fluttu teir til
Mentunarhúsið í Fuglafirði og nú deila teir høli
saman við Makrel í ART umhvørvinum í Havn
Í bólkinum eru:
Mikkjal G. Hansen - Sang og guitar
Eddie F. Jacobsen - Guitar
Meinhard Joensen - Bass
Kári S.Nielsen - Trummur
Zink
Zink er ein ass bólkur, sum vit øll elska... ella?
Manningin í Zink funnu hvønn annan í Horninum í
SMS, millum steinarnar í Sandagerði og á WC'inum
heima hjá Ði. Teir forelskaðust allir og tónleikurin,
teir spæla í dag er totally love songs= Punk ass
samba, og fyri stutt síðani góvu teir romantisku
fløguna "Totally Love Songs" út. Zink eru eisini við
á nýggju undirgrunds fløguni "Ampaljóð". Zink
forkláraðu; "Vit eru ikki bara cool, vit eru saman
hvar enn vit fara. Onkuntíð næsta ár fara vit hond í
hond niður til Danmarkar at elskast á einum
tónleika háskúla".
Í bólkinum eru:
Ði - Sang og plastic strú guitar
Hans Edvard Krelt - Sang og... guitar?
Eirikur Gilstoned Lordfist - Bass og salvubobblir
Heini Murtensen - trummur og Bong-o
Side Effect
Bólkurin bleiv stovnaður undan Prix Føroyar '01
kappingini. Tó hevði Brynjolf (á Heygum) gjørt
tónleik eina tíð áðrenn tað. Side Effect var við í
Prix Føroyar '03, og hevði tá fleiri gesta-limir við
sær. Bólkurin hevði tó ikki ta stóru succesina við
hesum, og valdi heldur at fara aftur til ta gomlu
manningina og eisini tann gamla stílin av tónleiki.
Tónleikurin hjá bólkinum kann kallast industriellur
techno-tónleikur ella elektroniskur rokkur.
Manningin í bólkinum er:
Brynjolf á Heygum - Kompositión, samplarir,
synthesizarir
Rúni Christiansen - Guitar
Ludvík Breckmann - Róp & rapp
C
M
Y
K
27
26